52-044/2024
Endurgjald fyri AMEG goldið í stríð við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. nov. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
044.24 Svar frá R. Vang til G. Sundstein - Endurgjald fyri AMEG goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. nov. 2024
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 5. november 2024 J. nr.: 24/24785-2 Viðgjørt: JS Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-044/2024 frá Grími Sundstein, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálaum, Ruth Vang, um afturrindan av AM-gjaldi, sum er goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd. Spurningar: 1. Hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nakra endurgjaldsætlan fyri AM-gjøld, sum TAKS vegna AMEG hevur kravt inn í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd fyri árini áðrenn 2019 ? 2. Verður eitt møguligt endurgjald goldið afturvirkandi til, tá norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd fekk gildi, uttan fyrning og við rentum ? 3. Ætlar landsstýriskvinnan at strika kravið um, at undantak at rinda AMEG bert verður veitt eftir umsókn ? Svar til spurning 1 og 2: Heilsumálaráðið fyrireikar lógaruppskot, sum hevur til endamáls at fáa neyðuga heimild til at afturrinda persónum heilsutrygdargjald, sum fyri sama tíðarskeið hava goldið bæði heilsutrygdargjald og eru kravd sosial gjøld í øðrum Norðurlandi. Avgerð um afturrindan av AM-gjøldum og um, hvussu langt farið verður aftur í tíð, verður ætlandi tikin við støði í sama lesti sum fyri afturrindan av heilsutrygdargjaldi. Svar til spurning 3: Neyðugt verður við umsókn frá persónum, sum ynskja undantak frá at rinda AM-gjald. Bæði fyri at vita, um viðkomandi persónar ynskja undantak og fyri at fáa neyðugar upplýsingar at viðgera málið. Taks upplýsir, at tey hava nógvar umsóknir liggjandi fyri árini áðrenn 2019. Hesar verða viðgjørdar, tá ið niðurstøða er gjørd um afturrindan og um tíðarskeiðið afturrindað verður fyri. Viðkomandi persónar hava fingið kunning um, at teimum nýtist ikki senda nýggja umsókn. Tinganes, 5. november 2024 Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
044.24 Spm til R. Vang frá G. Sundstein - Endurgjald fyri AMEG goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. okt. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Grímur Sundstein, løgtingsmaður Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum Evni: Endurgjald fyri AMEG goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd Spurningar: 1. Hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nakra endurgjaldsætlan fyri AM-gjøld, sum TAKS vegna AMEG hevur kravt inn í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd fyri árini áðrenn 2019 ? 2. Verður eitt møguligt endurgjald goldið afturvirkandi til, tá norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd fekk gildi, uttan fyrning og við rentum ? 3. Ætlar landsstýriskvinnan at strika kravið um, at undantak at rinda AMEG bert verður veitt eftir umsókn ? Viðmerkingar: Í ársfrásøgnini fyri 2023 hjá AMEG undir ‘eventualskyldur’ stendur m.a. at lesa, at - ‘Í 2023 tók Eystari Landsrættur avgerð til fyrimunar fyri teir, ið høvdu kært Heilsutrygd fyri at krevja heilsutrygdargjald frá persónum, sum sambært Nordisku konventión ikki skulu rinda sosial gjøld í tveimum londum, tá rættur bert er til útgjald í øðrum landinum. Nú ið avgerðin er fallin, hevur stýrið vent sær til Fíggjarmálaráðið við spurninginum um, hvussu grunnurin skal fyrihalda seg. Stýrið fyri grunnin metir, at av tí at tað er TAKS, sum krevur gjøldini inn, er tað TAKS og Fíggjarmálaráðið, ið hava tulkingarrættin.’ Heilsutrygdargjaldið er tíverri bert eitt av fleiri sosialum gjøldum, sum í Føroyum hava verið kravd í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd [NS]. TAKS hevur í mong ár sýtt teimum føroyingum, m.a. útisiglarum, sum starvast í øðrum Norðurlondum og eisini rinda sosial gjøld har, undantøku at rinda til AMEG, vísandi til at ongin heimild var í føroyskari lóggávu at veita slík undantøk. Tó eru hesi viðurskifti komin ’partvíst’ í rættlag við lógarbroyting aftur til 2019, men TAKS krevur, at umsókn verður send, áðrenn undantak verður játtað. Tó hevur TAKS ikki veitt undantak fyri árini áðrenn 2019. Nú fimm ár eru liðin, er vanliga fyrningarfreistin fyri peningakrøv farin. Høvuðsreglan í NS er, at persónur sum útgangsstøði bert rindar í arbeiðslandinum. Sambært NS kann ein persónur ikki verða fevndur av lóggávu í tveimum londum samstundis. Tað ber heldur ikki til samstundis at brúka lóggávuna í einum landi til eitt slag av trygdarveiting og lóggávuna í einum øðrum landi til eitt annað slag av sosialari veiting. Við verandi mannagongd, har TAKS krevur umsókn, áðrenn undantak verður játtað, rindar hesin áður umrøddi bólkur sosial gjøld í tveimum londum samstundis, ið er í ósamsvari við NS. -- 1 of 2 -- Nú Heilsumálaráðið er komið til ta niðurstøðu, at heilsutrygdargjaldið verður endurgoldið, verður hesin fyrispurningur settur fyri at vita, um Fíggjarmálarráðið eisini ætlar at endurrinda tey sosialgjøld, sum TAKS vegna AMEG hevur kravt inn í heimildarloysi. Harafturat verður spurningur eisini settur við, um krav um umsókn verður varðveitt, tá ið manglandi umsókn hevur við sær, at persónur tí rindar sosial gjøld í tveimum londum samstundis. Á Løgtingi, 24. oktober 2024 Grímur Sundstein -- 2 of 2 --