← Løgtingsmál

52-043/2024

Stjórasáttmálar í Posta og øðrum almennum partafeløgum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. okt. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
043.24 Svar frá B. K. Petersen til Ei. í Jákupsstovu - Posta og stjórasáttmálar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 30. oktober 2024
J. nr.: 24/24327-2
Viðgjørt: HP
Svar
upp á
Skrivligan fyrispurning 52-043/2024 eftir § 52a í Tingskipanini frá Eiriki í
Jákupsstovu, løgtingsmanni, um stjórasáttmálar í Posta og øðrum
partafeløgum.
Fyrispurningurin er soljóðandi
1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað er komið fram, at stjórin í Posta skal hava bæði
fráfaringarløn og bonus, tá hann sambært nevndarformanninum sjálvur hevur sagt upp, og nevndin harmast
um uppsøgnina?
2. Hvussu er støðan í dag við stjórasáttmálum í hvørjum einstakum almennum partafelag, tá tað kemur til
bonus-avtalur, uppsagnartreytir og líknandi?
3. Er landsstýrismaðurin nøgdur við støðuna, og um ikki, hvørjar broytingar ætlar hann at gera?
Svar:
Til spurning nr. 1
Tað almenna skal ikki vera lønarførandi, er mín greiða fatan. Tá Posta seinastu ferð setti nýggjan
stjóra, gjørdi eg tí fyri nevndarformanninum greitt, at tað skuldi vísast hóvsemi við vanligu
stjóralønini og at bonus skuldi verða knýtt at ítøkiligum avrikum. Hetta varð eisini gjørt, og
nýggi stjórin fekk munandi minni í løn enn tann undanfarni. Eisini havi eg havt eitt gott samskifti
við nevndarformannin í Føroya Tele um lønarpolitikkin fyri leiðsluna har.
Eg havi umrøtt fráfaringaravtaluna við nevndarformannin, og hann hevur veitt mær vissu fyri, at
nevndin metti bonusavtaluna at vera innan fyri karmin av sáttmálanum, av tí at nevndin var nøgd
við tað arbeiðið, ið stjórin hevði avrikað, fyri at venda gongdini í felagnum. Hetta haldi eg tískil
eigur at koma fram í málinum.
Til spurning nr. 2

-- 1 of 2 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/2
Stjórin í Føroya Tele fór munandi niður í løn í mun til, hvat hann fekk í Grønlandi og nýggi
stjórin í Posta fekk eisini væl minni í løn enn tann undanfarni. Fleiri sáttmálar í almennu
partafeløgunum eru gjørdir áðrenn mína tíð sum landsstýrismaður og fleiri liggja undir øðrum
aðalráðum. Tað er eisini ilt at siga, hvør løn er tann rætta, tí tað eru ymisk lønarløg og viðurskifti
innan ymisku virkisgreinarnar.
Til spurning nr. 3
Sum nevnt havi eg sum landsstýrismaður mælt nevndunum til hovsemi, og teir sáttmálar, ið hava
verið gjørdir í mínari tíð, meti eg at hava hildið seg innan fyri normar um løn í almennum
partafeløgum, sum t.d., at bonus skal vera tengt at ítøkiligum avrikum og ikki skal vera yvir 25
% av árslønini og at fráfaringarsamsýningin ikki eigur at vera hægri enn 12 mánaðarlønir.
Eg ætli mær at taka samsýningarpolitikkin upp við nevndirnar á næsta fundi fyri at tryggja, at øll
feløgini eru á rættari kós hesum viðvíkjandi.
Tó at mælt verður til hóvsemi, tá nýggir stjórar verða settir, slepst illa undan, at teir hava ábyrgd
av milliardavirðum hjá landinum og at teir tí skulu hava eina kappingarføra løn.
Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
043.24 Spm til B. K. Petersen frá Ei. í Jákupsstovu - posta og stjórasáttmálar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Stjórasáttmálar í Posta og øðrum almennum partafeløgum
Spurningar:
1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað er komið fram, at stjórin í
Posta skal hava bæði fráfaringarløn og bonus, tá hann sambært
nevndarformanninum sjálvur hevur sagt upp, og nevndin harmast um
uppsøgnina?
2. Hvussu er støðan í dag við stjórasáttmálum í hvørjum einstakum almennum
partafelag, tá tað kemur til bonus-avtalur, uppsagnartreytir og líknandi?
3. Er landsstýrismaðurin nøgdur við støðuna, og um ikki, hvørjar broytingar
ætlar hann at gera?
Viðmerkingar:
Í vikuni kom fram, at stjórin í Posta fær løn fyri 6 mánaðir, umframt bonus á 200.000
krónur, nú hann er farin úr starvi.
Hetta er ikki óvanligt, tá fráfaringaravtalur verða gjørdar við stjórar, sum skulu hava
møguleika at leggja tilveruna til rættis eftir at hava mist eitt væl lønt starv.
Í hesum føri hevur nevndarformaðurin í Posta í fjølmiðlum sagt, at nevndin er væl
nøgd við arbeiðið, sum stjórin gjørdi og at tað kom óvart á nevndina, at stjórin segði
upp.
Somuleiðis tykist í hesum føri greitt, at stjórin fær umleið líka nógvar pengar í bonus
og fyri sína uppsøgn, sum tann lønin hann hevur arbeitt fyri teir 10 mánaðirnar, sum
hann hevur arbeitt fyri Posta.
Hetta gevur høvið til at seta spurnartekin við stjórasáttmálan, sum hevur verið í hesum
føri, umframt allar aðrar stjórasáttmálar í almennum partafeløgum, tí hetta, sum er
hent í Posta, er greitt óskiljandi fyri almenningin.
Á Løgtingi, 18. oktober 2024
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --