52-042/2024
Strategiætlan 2030 fyri Fróðskaparsetur Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. okt. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
042.24 Svar frá D. N. Joensen til S. Bertholdsen - Strategiætlan 2030 fyri Fróðskaparsetur Føroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 29. okt. 2024
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 29. oktober 2024 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-94 100 Tórshavn Viðgjørt: TB Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-042/2024 eftir § 52a í tingskipanini frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um strategiætlan 2023 fyri Fróðskaparsetur Føroya. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur Fróðskaparsetur Føroya ítøkiligar ætlanir um at bjóða fjarlestur og fjarundirvísing, so lesandi úr øllum oyggjum í Føroyum fáa størri smidleika og fleiri útbúgvingar- /eftirútbúgvingarmøguleikar, og fráfallið møguliga minkar? 2. Um ja, verður hetta so galdandi fyri allar deildir á Fróðskaparsetrinum? 3. Um ja, nær kann væntast, at hetta verður sett í verk? Svar Til 1: Nýggja strategiska ætlanin hjá Fróðskaparsetri Føroya er nýliga samtykt og verður galdandi frá 2025 til 2030. Strategiin byggir á ein grundvøll, tríggjar strategiskar súlur og tíggju strategisk mál. Sjeynda málið av teimum tíggju strategisku málunum snýr seg um lívlanga læru og smidligar útbúgvingarmøguleikar. Her verður møguleikin fyri einum depli fyri lívlanga læru nevndur, sum m.a. kann fevna um bæði fjarlestur og fjarundirvísing sum strategisk fokusøkir. Sama strategiska mál staðfestir eisini, at undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya eigur at fevna um bæði undirvísing á staðnum og um fjarundirvísing. Av tí at fjarlestur og fjarundirvísing er partur av strategisku ætlanini, kann væntast, at Fróðskaparsetur Føroya, so ella so, ætlar at raðfesta hetta í tíðarskeiðnum, sum strategiin geldur fyri. Viðvíkjandi møguleikanum at útbúgva seg er eisini vert at nevna, at flestu útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya ikki hava møtiskyldu, og at lesandi tí hava góðar møguleikar at skipa sín lestur sjálvi. Hetta er ikki galdandi fyri allar útbúgvingar, hóast hetta vanliga er nakað, sum eyðkennir universitetsútbúgvingar. Hóast møguleikin at luttaka í undirvísing og til fyrilestrar helst er at fyritrekkja fram um sjálvlestur, so er ikki víst, at fjarlestur neyðturviliga kann avloysa vanliga undirvísing. Tí hóast fjarundirvísing kann minka um fráfallið, um hon verður framd á rættan hátt, so kann fjarundirvísing eisini økja um fráfallið, um hon ikki verður útint eftir røttum fortreytum. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Til 2 og 3: Strategiska ætlanin er nýliga samtykt, og tí fyriliggur enn ongin ætlan um, hvussu tey strategisku málini ítøkiliga verða raðfest. Øll málini kunnu ikki setast í verk í senn, og tí verður arbeitt við at leggja eina ætlan á Setrinum um, hvussu partsmál og raðfestingar verða settar fyri strategiina. Ov tíðliga er tí at siga ítøkiliga, nær tilboð um eitt nú fjarundirvísing og fjarlestur verða klár, og í hvønn mun hesi verða møgulig fyri lesandi og deildir. Fjarlestur og fjarundirvísing eru sera týdningarmiklir tættir, tá talan er um lívlanga læru, smidligar útbúgvingarleiðir og størri inklusjón av lesandi kring landið. Eisini tá hugsað verður um málið um at hava fleiri skeið á enskum til altjóða lesandi í Føroyum, er umráðandi at hava ein góðan talgildan grundvøll at standa á, tá tað kemur til undirvísing, so at Setrið eisini kann brúka útlendskar undirvísarar til ávís fak, sum vit annars ikki høvdu kunnað bjóðað. Fyri at røkka málunum um fjarlestur og fjarundirvísing verður neyðugt at gera fíggjarligar íløgur í KT- og samskiftisútgerð, umframt eisini at læra undirvísarar nýggjar og hóskandi frálæruhættir. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
042.24 Spm til D. N. Joensen frá S. Bertholdsen - Strategiætlan 2030 fyri Fróðskaparsetur Føroya.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. okt. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Strategiætlan 2030 fyri Fróðskaparsetur Føroya Spurningar: 1. Hevur Fróðskaparsetur Føroya ítøkiligar ætlanir um at bjóða fjarlestur og fjarundirvísing, so lesandi úr øllum oyggjum í Føroyum fáa størri smidleika og fleiri útbúgvingar-/eftirútbúgvingarmøguleikar, og fráfallið møguliga minkar? 2. Um ja, verður hetta so galdandi fyri allar deildir á Fróðskaparsetrinum? 3. Um ja, nær kann væntast, at hetta verður sett í verk? Viðmerkingar: Strategiætlanin hjá Fróðskaparsetri Føroya er endurskoðað og dagførd fyri tíðarskeiðið 2025 – 2030. Fróðskaparsetrið er landsins einasta universitet og hevur tí serligan leiklut í samfelagnum sammett við onnur universitet. Fróðskaparsetrið hevur avgerandi týdning, tá ið tað ræður um eina vælútbúnað arbeiðsmegi. Miðalaldurin á lesandi á Setrinum er lutfalsliga høgur, og stórur partur av studentahópinum hevur familjuskyldur. Tískil noyðast tey flestu at arbeiða í lestrartíðini fyri at tryggja sær neyðugu inntøkuna. Fyri nøkur er hetta ein avbjóðing, sum kann hava fráfall við sær. Í nýggju strategiætlanini stendur, at Fróðskaparsetrið vil stremba eftir at bjóða lesandi størri smidleika og hava fleiri útbúgvingartilboð, sum samsvara við smidligar útbúgvingarleiðir og lívslanga læring. Tað stendur eisini, at Fróðskaparsetrið eigur í nógv størri mun at bjóða stakskeið; undirvísing á staðnum og talgild fjarundirvísing eigur at verða brúkt. Sum er, er tað ynskiligt, at miðnámsskúlalærarar hava undirvísingarførleika í trimum lærugreinum. Nógvir hava undirvísingarførleika í tveimum lærugreinum og ynskja tí at taka eitt eyka hjánám á Fróðskaparsetrinum. Í okkara grannalondum ber til at gera hetta niðursetta tíð ella sum fjarlestur og uttan møtiskyldu. Hetta er ikki møguligt á Fróðskaparsetrinum, og tað hevur við sær, at nøkur kenna seg avskorin frá møguleikanum at taka eftirútbúgvingar, og harvið vera við til at tryggja eina vælútbúna arbeiðsmegi í øllum økjum í Føroyum. Fjarstøða og vantandi smidleiki eru orsøkin. Undirritaða saknar ítøkiliga kunning um, hvat størri smidleiki og fleiri útbúgvingarmøguleikar merkir, og tí verða hesir spurningar settir. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 17. oktobur 2024 Súsanna Bertholdsen -- 2 of 2 --