← Løgtingsmál

52-041/2024

Sálarheilsa, snildfon, sosialir miðlar og skíggjatíð sum heild

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. okt. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
041.24 Svar frá M. Stórá til B. á Lakjuni - Sálarheilsa, snildfon, sosialir miðlar og skíggjatíð sum heild.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 28. oktober 2024
HMR j. nr. 24/24122-7
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-041/2024 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi sálarheilsu, snildfon,
sosialir miðlar og skíggjatíð sum heild, frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Ber til at fáa eitt yvirlit yvir tal av ávísingum til barna- og ungdómspsykiatri seinastu 20
árini – tað vil siga frá 2004 til og við 2024 ár fyri ár?
2. Hvussu er kynsbýtið – tað vil siga, hvussu nógvar gentur, og hvussu nógvir dreingir eru
ávíst til psykiatriina hesi árini?
3. Hvørjar eru mest vanligu grundirnar fyri, at børn og ung verða ávíst til barna- og
ungdómspsykiatriina?
4. Finst vitan og gransking á heilsuøkinum, sum vísir, hvørt skíggjanýtsla er gagnlig ella
skaðilig fyri sálarheilsuna hjá børnum og ungum?
5. Um ovurnýtsla er skaðilig, hvørji sálarlig mein ella diagnosur eru so tær mest vanligu?
Svar:
Til spurning 1
Barna- og ungdómspsykiatri er ein lutfalsliga nýggj serlæknagrein, og fyrsti serlæknin í barna-
og ungdómspsykiatri varð settur í fast starv á Psykiatriska deplinum í 2013. Aftaná hetta, er
deildin vaksin nógv.
Sjúkrahúsverkið hevur tøl aftur til 2010.

-- 1 of 3 --

Ár
Tal av børnum/ungum, ið vórðu
ávíst
2010 204
2011 103
2012 71
2013 68
2014 93
2015 137
2016 130
2017 110
2018 157
2019 192
2020 291
2021 267
2022 279
2023 360
2024 236
2143
Sum tað sæst á talvuni omanfyri, er talið á ávísingum yvir hetta 20 ára skeiðið vaksið nógv.
Hetta kann vera eitt tekin um vaksandi mistrivnað millum børn og ung, men kann hinvegin
eisini vera eitt tekin um, at tað frammanundan ikki var nakað tilboð til hesi børnini og ungu í
føroyska heilsuverkinum. Tí er tað møguligt, at tann eftirspurningurin vit síggja nú, hevur
verið til staðar sum eitt skuggatal frammanundan.
Til spurning 2
Í tíðarskeiðinum 2010-2024 eru 2143 børn ávíst til Barna- og ungdómspsykiatriina. Sambært
Sjúkrahúsverkinum er talan um 929 gentur og 1214 dreingir.
Til spurning 3
Tær mest vanligu ávísingarorsøkirnar eru ADHD og/ella ADD, autismespektrum, tunglyndi og
angist. Av hesum er ADHD og/ella ADD orsøkin til áleið helvtina av ávísingunum.
Til spurning 4
Samanumtikið bendir gransking á økinum á, at skíggjanýtsla hevur samansetta og fjølbroytta
ávirkan á sálarheilsuna hjá børnum og ungum, og sum sambært Sjúkrahúsverkinum bæði kann
hava gagnliga og skaðiliga ávirkan.
Niðurstøður frá gransking siga, at tað er týdningarmikið at tillaga skíggjanýtsluna til tann
einstaka og syrgja fyri, at tað er ein partur av einum sunnum lívsstíli, sum samstundis fevnir
um at vera kropsliga virkin, hava sosialt samband við onnur og fáa nóg mikið av svøvni.

-- 2 of 3 --

Granskingin á økinum er framvegis undir menning.
Til spurning 5
Sambært Sjúkrahúsverkinum týðir gransking á økinum upp á, at ovurnýtsla av skíggjum kann
setast í samband við ymiskar sálarligar trupulleikar. Nakrar av mest vanligu avbjóðingunum,
ið knýta seg at skíggjaovurnýtslu eru depressión, angist, ADHD-líknandi eyðkenni, ólag á
svøvni, avbjóðingar við sjálvsvirðinum og kropsmynd, at vera bundin av skíggjanýtslu og
sosial avbyrging.
Í hesum sambandi er vert at nevna, at Heilsustýrið er í holt við at orða eitt tilmæli um
skíggjanýtslu, sum eftir ætlan verður liðugt í desember 2024. Her verður tikið støði í
granskaragrundaðum tilmælum.
Heilsumálaráðið, 28. oktober 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
041.24 Spm til M. Stórá frá B. á Lakjuni - Sálarheilsa, snildfon, sosialir miðlar og skíggjatíð sum heild.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Sálarheilsa, snildfon, sosialir miðlar og skíggjatíð sum heild
Spurningar:
1. Ber til at fáa eitt yvirlit yvir tal av ávísingum til barna- og ungdómspsykiatri
seinastu 20 árini – tað vil siga frá 2004 til og við 2024 ár fyri ár?
2. Hvussu er kynsbýtið – tað vil siga, hvussu nógvar gentur, og hvussu nógvir
dreingir eru ávíst til psykiatriina hesi árini?
3. Hvørjar eru mest vanligu grundirnar fyri, at børn og ung verða ávíst til barna-
og ungdómspsykiatriina?
4. Finst vitan og gransking á heilsuøkinum, sum vísir, hvørt skíggjanýtsla er
gagnlig ella skaðilig fyri sálarheilsuna hjá børnum og ungum?
5. Um ovurnýtsla er skaðilig, hvørji sálarlig mein ella diagnosur eru so tær mest
vanligu?
Viðmerkingar:
Tað sýnist sum um, at sálarheilsan hjá børnum og ungum í Føroyum er versnandi.
Mestsum dag og dagliga hoyrist um nógvar ávísingar og langar bíðilistar í barna- og
ungdómspsykiatriini. Áhugavert er tískil við hagtølum at fáa at vita, um støðan er
versnað seinastu 20 árini. Um tað vísir seg at vera ein vøkstur seinnu árini, so er
umráðandi at spyrja og fáa kannað, hví so man vera.
Verður farið 20 ár aftur í tíð, so eru stórar broytingar farnar fram á nógvum økjum –
bæði her heima í Føroyum og altjóða. Ein tann størsta kollveltingin er snildfonin, ið
hevur broytt lív og lívsførslu hjá nærum hvørjum mansbarni, síðani hon á fyrsta sinni
sá dagsins ljós í 2007. Sosialu miðlarnir fingu bein at ganga á frá umleið 2010 og
frameftir. Sama við stóru stroymingartænastunum. Flestu okkara nýta eftirhondini
nógva tíð á snildfonini, og sambært kvantitativari spurnarkanning millum
miðnámsskúlanæmingar í 2023, ið Christian Joensen og Terji á Lakjuni gjørdu, so var
miðal skíggjatíðin hjá teimum ungu 7,8 tímar dagliga – ikki íroknað skúlating ella
arbeiði. Tað vil við øðrum orðum siga, at mong ung nýta fleiri enn 40 tímar um
vikuna frammanfyri skíggjarnar – í størstan mun á snildfonini, har sosialu miðlarnir,
stroymingartænasturnar og spøl fara við mestu tíðini. Ein rættiliga stórur partur sigur
seg eisini kenna seg bundnan av skíggjanýtslu. Nýggj kanning hjá Red Barnet og
TrygFonden vísir, at 2 av 3 børnum og ungum hava upplivað skemd (krænkelse) á
talgildu miðlunum. Eisini vísir kanningin m.a., at tað er vanligt og útbreitt, at
fremmand vaksin fólk seta seg í samband við børnini og tey ungu.

-- 1 of 2 --

Í bók síni, The Anxious Generation, vísir rithvøundurin og professarin, Jonathan
Haidt, á hagtøl úr USA, Kanada og Onglandi, sum vísa, at sálarheilsan hjá børnum og
ungum er ógvuliga markant versnað seinastu 10-12-14 árini. Kanska serliga hjá
gentum. Sambært Haidt er sera sannlíkt, at ógvusligi vøksturin hevur samband við
snildfonina – og serliga sosialu miðlarnar. Hann nevnir fýra grundleggjandi skaðilig
árin, ið ógvusliga skíggjatíðin vísir seg at hava: sosialt undirskot, svøvntrot,
uppmerksemið verður sundurpettað og bundinskap.
Tað er neyðugt at fáa tøl á borðið til tess at síggja, um sama gongd og rák er hjá
okkum í Føroyum, sum tað er aðrastaðni í Vesturheiminum. Tískil verða hesir
spurningar settir landsstýriskvinnuni í heilsumálum.
Á Løgtingi, 16. oktobur 2024
Bárður á Lakjuni

-- 2 of 2 --