← Løgtingsmál

52-040/2024

Viðfødd brek í munninum hjá einstøkum føroyskum ungdómum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. okt. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
040.24 Svar frá S. Stenberg til J. Dahl - Viðfødd brek í munninum hjá einstøkum ungdómum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið 26. oktober 2024
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 J.nr: 24/24052-5
110 Tórshavn
nr. 52-040/2024
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-040/2024 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið
Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Johan Dahl, løgtingsmann
um viðfødd brek í munninum hjá ávísum føroyskum ungdómum
Fyrispurningurin er orðaður soleiðis:
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at dagføra skipanina við fíggjarligum stuðli til
føroyskar ungdómar við viðføddum breki í munninum, soleiðis at henda skipan eisini
fer at fevna um borgarar, sum flyta av landinum í útbúgvingarørindum?
Svar:
Persónar kunnu í dag, undir ávísum treytum, fáa stuðul til tannviðgerðir sambært § 29 í
løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og § 14 í kunngerð um hjálparráð.
Allar veitingar og tænastur eftir løgtingslógini eru tó treytaðar av, at persónurin uppiheldur seg
í Føroyum. Hetta merkir heilt einfalt, at ein persónur, fyri at hava rætt til veitingar og tænastur,
skal búgva og vera til staðar í Føroyum. Ein ungdómur, sum er fluttur uttanlands í
lestrarørindum, lýkur ikki hesa treytina.
Landsstýrisfólkið kann sambært § 6, stk. 1, 2. pkt. í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
áseta reglur um, hvørjar tænastur og veitingar fyribils kunnu veitast í øðrum landi og undir
hvørjum treytum. Landsstýrisfólkið kann við øðrum orðum gera undantak til meginregluna um,
at tú skalt búgva og vera staddur í Føroyum fyri at kunna móttaka almannaveitingar og tænastur.
Undantøk eru í dag ásett í kunngerð nr. 225 frá 28. desember 2020 um veitingar til persónar, ið
eru staddir uttanlands. Kunngerðin ásetur í § 1, at fylgjandi persónar hava rætt til veitingar
sambært almannalógini, hóast teir eru staddir uttanlands:
1. Persónar, sum eru uttanlands í sambandi við samveru við síni børn.
2. Persónar, sum eru uttanlands í sjúkraørindum.

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 2 av 2
3. Persónar, sum vitja avvarðandi uttanlands, sum eru álvarsliga sjúk.
4. Persónar, sum av heilsumyndugleikanum eru sendir sum fylgjarar hjá persóni, ið er
uttanlands í sjúkraørindum.
5. Persónar, sum av øðrum serligum orsakum eru staddir uttanlands.
Persónar, sum eru fluttir uttanlands í lestrarørindum, koma ikki undir nakað av hesum
undantøkum.
Heimildarásetingin kann, sambært serligu viðmerkingunum til ásetingina, bara nýtast at áseta
undantøk, ið fevna um fyribils hjálp til persónar, ið eru staddir uttanlands í styttri tíðarskeið, og
tí ikki fyri persónar, ið flyta uttanlands, eitt nú í lestrarørindum.
Um heimildarásetingin skal víðkast, er neyðugt at broyta løgtingslóg um almannatrygd og
tænastur. Talan er um at bróta við týðandi meginreglur, um hesir persónar skulu kunna taka
rættin við sær, tá teir flyta uttanlands í lestrarørindum.
Eg ætli mær tó at fáa kannað, um tað ber til at gera undantøk í heilt serligum førum, har serlig
atlit eru, og hvørjar avleiðingarnar av hesum eru.
Almanna- og mentamálaráðið, 26. oktober 2024
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
040.24 Spm til S. Stenberg frá J. Dahl - Viðfødd brek í munninum hjá einstøkum ungdómum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Viðfødd brek í munninum hjá einstøkum føroyskum ungdómum
Spurningar:
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at dagføra skipanina við fíggjarligum stuðli
til føroyskar ungdómar við viðføddum breki í munninum, soleiðis at henda skipan
eisini fer at fevna um borgarar, sum flyta av landinum í útbúgvingarørindum?
Viðmerkingar:
Tað eru nakrir føroyskir ungdómar, sum bera viðfødd brek í munninum. Hetta eru
vanliga støður, har framtenn vanta ella aðrar støður, sum eru æstetiskt vanskeplandi/
misprýðandi ella funktionelt oyðileggjandi.
Sambært núverandi kørmum hava føroyskir ungdómar, sum bera viðfødd brek í
munninum, eina trygd fyri fíggjarligum stuðuli sum hjálparráð sambært § 29 í lóg um
almannatrygd og tænastur og § 14 og skjali 3 í kunngerð um hjálparráð.
Vanliga verða hesar neyðugu viðgerðirnar framdar, tá ið ungdómarnir eru fyrst í 20-
unum og eru í ávísum førum sera samansettar og kunnu taka fleiri ár. Samstundis
ynskja hesir ungu borgarar stundum at fara eitt nú uttanlands í útbúgvingarørindum.
Men tá forðar stuðulsskipanin fyri hesum, soleiðis at skilja, at fíggjarligi stuðulin er
tongdur at borgaranum/ p-talinum. Um borgarin flytur av landinum, og p-talið verður
óvirkið/ deaktiverað, ja, so missir borgarin síni rættindi til stuðulsjáttan.
Hetta merkir, at hesir borgarar við nevndu viðføddu brekum í munninum, eru noyddir
at verða í Føroyum í 1-3 ár vegna hesar 'trongu' karmar í stuðulsskipanini, og harvið
kunna teir ikki fylgja sínum ynskjum um eitt nú útbúgving uttanlands, eins og onnur
ung uttan nevndu brek.
Sum skilst hevur nógv brævaskifti og nógvir fundir verið við almennu
myndugleikarnar um hetta, men enn eru ongir karmar broyttir fyri nevnda
samfelagsbólk.
Tað er týdningarmikið fyri hesi ungu at kunna kenna seg trygg við stuðulsskipanina,
so tey framhaldandi fáa stuðul til viðgerð fyri sítt brek, men samstundis hava frælsi at
flyta seg um landamørk, eins og onnur ung. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 15. oktober 2024
Johan Dahl

-- 2 of 2 --