← Løgtingsmál

52-039/2024

Minesto - sjóvarfalsorka

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. okt. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
039.24 Svar frá A. V. Johannesen til S. K. Poulsen - Minesto - sjóvarfalsorka.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 25. oktober 2024
J. nr.: 24/23961-4
Viðgjørt:
Tygara skriv:
Svar til skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini frá Steffan Klein Poulsen,
løgtingsmanni, um Minesto og sjóvarfalsorku.
Settu spurningarnir eru soljóðandi:
1. Hvør eigur og tískil umsitur vitanina (hagtøl, data v.m.), sum koma til høldar frá
verkætlanini, sum SEV og Minesto varða av?
2. Rindar Minesto tilfeingisgjald ella líknandi gjald fyri atgongd til føroyska tilfeingið?
3. Fær SEV lut í einum møguligum fíggjarligum yvirskoti, um so er, at verkætlanin gerst
vinnulig?
4. Hvussu langa tíð fevnir royndartíðin millum SEV og Minesto um?
5. Kunnu aðrar sjóvarfalsverkætlanir, útlendskar ella føroyskar, roynast í Føroyum í
tíðarskeiðum, Minesto er virkið í Føroyum?
6. Hvussu leingi hevur SEV bundið seg til at keypa streym frá Minesto og til hvønn
prís?
Svar til spurning 1
SEV hevur í samstarvi við Minesto fingið eitt 5 ára royndarloyvi á einum avmarkaðum øki í
Vestmannasundi til at gera neyðugar forkanningar í sambandi við, at Minesto mennir sjódrekar
og annan útbúnað til at framleiða el úr sjóvarfalsorku. Royndarloyvið í Vestmannasundi er
galdandi til 28. februar 2025, og SEV og Minesto hava kunnað um, at ætlanin er at søkja um
leingjan av royndarloyvinum, tí enn er ikki komið á mál við forkanningarvirkseminum.
Royndarloyvi kunnu sambært el- og fjarhitalógini í mesta lagi veitast fyri 5 ár í senn. Sambært
loyvistreytunum, ger loyvishavarin eina frágreiðing um royndarvirksemið einaferð um árið, sum
eisini vísir, hvussu stór elframleiðslan frá royndarvirkseminum hevur verið.
Minesto savnar og umsitur alla vitan (hagtøl, data v.m.) frá royndarvirkseminum, tí tað er
Minesto, sum hevur ment sjódrekarnar og ta tøkni, sum stýrir drekunum. SEV skrásetur alla
elframleiðslu hjá sjódrekunum. Byrjað var við tveimum smáum sjódrekum og nú vera royndir
eisini gjørdar við einum væl størri sjódreka.

-- 1 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/3
Nú tað nærkast at fyrsta 5 ára royndartíðarskeiðið rennir út, skal loyvishavin senda inn
frágreiðing frá samlaða royndarvirkseminum. Frágreiðingin skal bæði lýsa tøkniligu royndirnar,
avbjóðingarnar og samlaðu elframleiðsluna í royndartíðarskeiðnum umframt geva eina meting av
útlitunum fyri framtíðar elframleiðslu úr sjóvarfalssorku við royndu tøknini.
Orkumyndugleikin kann almannakunngera innsendu upplýsingarnar, tó burtursæð frá teimum
upplýsingum, sum eru trúnaðarupplýsingar sambært lógini um alment innlit.
Svar til spurning 2
Onki tilfeingisgjald verður rindað í sambandi við royndarvirksemið við sjóvarfalsorku í
Vestmannasundi. Royndarvirksemi er fíggjarliga krevjandi virksemi, sum ikki gevur nakað
búskaparligt yvirskot.
Svar til spurning 3
Virksemið hjá Minesto í Vestmannasundi byggir á eitt royndarloyvi, sum ikki kann umgerast til
eitt vinnuligt framleiðsluloyvi. Higartil hevur elframleiðslan frá royndarvirkseminum bæði verið
lítil og ósamanhangandi, tí nógvar tøkniligar tillagingar mugu javnan gerast av framleiðslu-
tøknini, sum Minesto mennir í Vestmannasundi.
Skulu framleiðsluloyvi latast til at framleiða el úr sjóvarfalsorku á einum vinnuligum
grundarlagi, krevur lógin alment útboð av slíkum framleiðslurættindum. Tá kunnu allir áhugaðir
umsøkjarar, sum meta seg hava nøktandi førleikar, fíggjarorku og tøkni, bjóða seg fram at
framleiða sjóvarfalsorku á útbodnu økjunum. Vinnarin av útboðnum verður tá loyvishavari, og
viðkomandi loyvishavi fær tá eitt møguligt yvirskot av rakstrinum.
Endamálið við almennum útboði er m.a. at tryggja kapping um loyvisrættindini og at tryggja, at
feløg ikki fáa ein ov høgan avrokningarprís. Viðmerkjast kann, at orkumyndugleikin hevur
heimild at havna øllum innkomnum tilboðum í einum almennum útboði, um eitt nú
avrokningarprísurin verður mettur at verða ov høgur, ella onnur týðandi viðurskifti gera seg
galdandi.
Svar til spurning 4
Samstarvið millum SEV og Minesto byggir á eitt 5 ára royndarloyvi. Orkumyndugleikin er longu
kunnaður um, at ætlanin er at søkja um nýtt 5 ára loyvi, tí enn er ikki komið á mál við ætlaðu
royndunum í Vestmannasundi. Sí eisini svarið til spurning 1.
Svar til spurning 5
Aðrar sjóvarfalsverkætlanir, útlendskar ella føroyskar, kunnu roynast í Føroyum í sama
tíðarskeiði, sum Minesto er virkið í Føroyum. Tó er ikki vist at rúm er fyri fleiri
royndarverkætlanum í sama sundi ella firði, tá talan er um at gera royndir við sjóvarfalsorku.
Svar til spurning 6
Royndarloyvi og keypstreytirnar frá SEV um keyp av el frá royndarframleiðsluni hjá Minesto
gongur fram til 28. februar 2025.

-- 2 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
3/3
Framleiðsla av el úr sjóvarfalsorku inn á netið hjá SEV er partur av verkætlanini, tí eisini SEV
hevur brúk fyri at gera sær royndir við at móttaka el úr sjóvarfalsorku inn á sínar skipanir.
Elprísurin er settur í mun til tann prís, sum elframleiðslan frá royndarvirkseminum kann
fortreingja oljugrundaða elframleiðslu á Sundsverkinum, tó ikki minni enn 90 oyru/kWt. Hesin
prísur er áleið tann sami, ið nýttur verður sum avrokning fyri sólorkuverk. Avtalan um keyp av el
frá sjódrekunum hjá Minesto til nevnda prís gongur út, tá royndarloyvið gongur út.
Umhvørvismálaráðið, 25. oktober 2024
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 3 of 3 --
039.24 Spm til I. D. Strøm frá S. K. Poulsen - Minesto - sjóvarfalsorka.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Minesto - sjóvarfalsorka
Spurningar:
1. Hvør eigur og tískil umsitur vitanina (hagtøl, data v.m.), sum koma til høldar
frá verkætlanini, sum SEV og Minesto varða av?
2. Rindar Minesto tilfeingisgjald ella líknandi gjald fyri atgongd til føroyska
tilfeingið?
3. Fær SEV lut í einum møguligum fíggjarligum yvirskoti, um so er, at
verkætlanin gerst vinnulig?
4. Hvussu langa tíð fevnir royndartíðin millum SEV og Minesto um?
5. Kunnu aðrar sjóvarfalsverkætlanir, útlendskar ella føroyskar, roynast í
Føroyum í tíðarskeiðum, Minesto er virkið í Føroyum?
6. Hvussu leingi hevur SEV bundið seg til at keypa streym frá Minesto og til
hvønn prís?
Viðmerkingar:
Verkætlanin um sjóvarfalsorku, sum SEV og Minesto arbeiða við, er rættiliga
umfatandi bæði fíggjarliga og umhvørvisliga. Sambært KVF kostar verkætlanin
umleið 4 mia. kr., og ætlanin um sjóvarfalsorku er sera umfatandi landafrøðiliga.
Vestmannasund er longu í rakstri, og ætlanir eru um at víðka um verkætlanina til
Hestfjørð og síðani Leirvíksfjørð og onnur øki í Føroyum.
Minesto hevur boðað frá, at felagið savnar teirra virksemi í Føroyum, og Minesto
Føroyar er í dag smápartafelag undir leiðslu av Januar síðani 2021.
Horizon2020, Svenska orkustýrið og SEV hava fíggjað verkætlanina.
Fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiði á, hvussu hendan umfatandi
verkætlanin hongur saman.
Á Løgtingi, 14. oktober 2024
Steffan Klein Poulsen

-- 1 of 1 --