← Løgtingsmál

52-038/2024

Búskapargrunnurin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. okt. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
038.24 Svar frá R. Vang til H. Abrahamsen - Búskapargrunnurin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 25. okkober 2024
J.nr.: 24/24008
Viðgjørt: EC
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-038/2024 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um Búskapargrunn Føroya.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Vórðu fleiri pengar fluttir í Búskapargrunn Føroya í 2022 enn tað, sum lógin kravdi?
2. Eru fleiri pengar fluttir í Búskapargrunn Føroya í 2023 enn tað, sum lógin krevur?
3. Hava undanfarin landsstýri goldið minni inn í Búskapargrunn Føroya enn tað, sum lógin
kravdi?
Svar
Inntøkur frá tilfeingisgjøldum eru fluttar millum fíggjarlógina og Búskapargrunnin sambært
galdandi lóg.
Búskapargrunnurin hevur tvey høvuðsmál. At javna tilfeingisinntøkur yvir ár og at seta serligar
inntøkur til síðis í grunnin sum ein ávís uppsparing. Talvan vísir útjavningar og uppsparingar í
grunninum.
Búskapargrunnurin 	2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023
Inntøkur, § 2
Stk. 2, nr. 1) Avlop á RLÚ I 	221,7 	76,0 154,0 	27,5 	38,9
Stk. 2, nr. 2) Einskiljing 	23,3
Stk. 2, nr. 3) Flyting 	93,0 	21,3
Stk. 2, nr. 4) Íløgurøkt 	1,0 	-4,9 	28,1 	13,2 	28,4 -78,2 	68,7
Stk. 2, nr. 5) Fiskivinna 	303,3 369,3 293,8 314,1 380,2 502,5
Stk. 2, nr. 6) Alivinna 	136,4 140,0 	81,8 196,2 284,2 213,1
23,3 315,8 510,7 691,4 388,8 587,4 625,1 784,3
Útgjøld, § 3
Stk. 2) Serinntøkur *) 	-2,3
Stk. 2) Fiskivinna 	-257,6 -274,7 -280,9 -290,1 -308,7 -344,7
Stk. 3) Alivinna 	-136,4 -140,0 -81,8 -156,6 -175,8 -184,8
-2,3 -394,0 -414,7 -362,7 -446,7 -484,4 -529,5
Tilsamans 	23,3 313,4 116,7 276,7 	26,1 140,8 140,7 254,8
*) Ásetingin varð sett úr gildi við løgtingslóg nr. 46 frá 30. apríl 2018.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Saldan í Búskapargrunninum er netto 1.292,6 mió. kr. við ársbyrjan 2024. Støðisfæið
(uppsparingin) er 709,8 mió. kr., og javningarupphæddin er 582,8 mió. kr.
Uppsetingin í fíggjarlógini alstóran týdning fyri, hvussu flytingarnar millum fíggjarlógina og grunnin
verða fataðar og viðgjørdar politiskt.
Tinganes, 25. oktober 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
038.24 Spm til R. Vang frá H. Abrahamsen - Búskapargrunnurin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Búskapargrunnurin
Spurningar:
1. Vórðu fleiri pengar fluttir í Búskapargrunn Føroya í 2022 enn tað, sum lógin
kravdi?
2. Eru fleiri pengar fluttir í Búskapargrunn Føroya í 2023 enn tað, sum lógin
krevur?
3. Hava undanfarin landsstýri goldið minni inn í Búskapargrunn Føroya enn tað,
sum lógin kravdi?
Viðmerkingar:
Tann 30. september í ár setti undirritaði Ruth Vang, landsstýriskvinnu, ein § 52a
fyrispurning, sum varð svaraður tann 11. oktober. Tíverri sær út til, at fleiri av
spurningunum ikki verða svaraðir í svarskrivinum, og tí royni eg aftur at fáa hesar
spurningarnar svaraðar.
Fyrispurningurin snýr seg ikki um, hvussu landsstýrið ætlar at broyta lógina um
Búskapargrunn, men um tað, sum higartil hevur verið framt í verki.
Orsøkin til fyrispurningin er eitt lesarabræv hjá Høgna Hoydal, varaløgmanni, tann
18. september í ár, har hann sigur, at núverandi samgonga, sum tann fyrsta, hevur valt
at lata inntøkur av tilfeingisgjøldum og aligjøldum fara beinleiðis í Búskapargrunnin,
og at hesi tí ikki síggjast á fíggjarlógini. Hann samanbar hetta við undanfarin
landsstýri, sum, sambært honum, heldur valdu at brúka allar inntøkurnar.
Mín spurningur er, um tað er rætt, sum varaløgmaður sigur – at undanfarin landsstýri
hava brúkt allar inntøkurnar, og tí ikki hava goldið tilfeingisgjøldini í
Búskapargrunnin, soleiðis sum lógin krevur, og um sitandi landsstýri hevur goldið
meira inn í Búskapargrunnin (ikki í framtíðini, men higartil) enn tað, sum lógin
krevur.
Á Løgtingi, 14. oktober 2024
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --