← Løgtingsmál

52-037/2024

Avleiðingar av skattaumskipanini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. okt. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
037.24 Svar frá R. Vang til G. Sundstein - Avleiðingar av skattaumskipanini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 21. oktober 2024
J. nr.: 24/23804
Viðgjørt: DH
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-037/2024 frá Grími Sundstein, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um Avleiðingar av skattaumskipanini.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nakra greining av, hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur
havt fyri tey, ið arbeiða uttanlands?
Svar
Skattaumskipanin, sum varð samtykt í fjør, hevði til endamáls at lækka inntøkuskattin og taka
burtur skattligar fyrimunir við at arbeiða á sjónum ella uttanlands, í mun til at arbeiða á landi í
Føroyum. Tá ið landið í størri mun javnsetur skattligu treytirnar hjá føroysku arbeiðsfjøldini og
yvirskipað minkar um inntøkuskattin, minkar tað um skeiklingina av inntøkuskattinum og eggjar
til, at føroyska arbeiðsmegin verður betur gagnnýtt.
Inntøkuskatturin er lækkaður í ár og lækkar aftur í 2025, meðan broytingarnar fyri føroyingar,
sum arbeiða á sjónum ella uttanlands henda fram til 2026. Fíggjarmálaráðið gjørdi í sambandi
við viðgerðina av umskipanina greiningar, sum vístu hvussu ymsu bólkarnir fóru at verða
ávirkaðir.
Enn er skattaárið 2024 ikki liðugt. Harafturat skulu avleiðingar av skattabroytingum síggjast yvir
tíð, tí flestu avleiðingarnar av slíkum bygnaðarligum broytingum henda, so hvørt sum fólk leggja
lívið til rættis og taka støðu til starv, arbeiðstíð, útbúgving og so framvegis.
Tí er tað ov tíðliga til at gera ítøkiligar metingar um hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt,
bæði fyri virksemi í Føroyum og uttanlands.
Frameftir eigur at verða arbeitt við, hvussu inntøkuskatturin ábyrgdarfult kann lækka enn meira,
so tað ikki heldur fólki og fyritøkum aftur í at arbeiða – bæði í Føroyum og uttanlands.
Tinganes, 21. oktober 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
037.24 Spm til R. Vang frá G. Sundstein - Avleiðingar av skattaumskipanini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Grímur Sundstein, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Avleiðingar av skattaumskipanini
Spurningar:
1. Hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nakra greining av, hvørja ávirkan
skattaumskipanin hevur havt fyri tey, ið arbeiða uttanlands?
Viðmerkingar:
Beint fyri jól í fjør varð ein skattaumskipan samtykt á Løgtingi. Henda umskipan rakti
m.a. tey, ið arbeiða uttanlands og fiskimenn við útlendskum skipum. Avleiðingin varð,
at frádráttir teirra blivu minkaðir ella strikaðir.
Ávarað varð móti, at skattaumskipanin kundi hava ta avleiðing, at tey, ið blivu rakt,
antin fluttu av landinum ella fóru undir aðrar skipanir, ið ikki blivu raktar. Hendir tað,
so missir landskassin inntøkur, og tað, ið var ætlað sum ein meirinntøka, verður ístaðin
ein mist inntøkukelda.
Í løgtingsmáli nr. 104/2023 skrivar meirilutin í Fíggjarnevndini – samgonguumboðini
– í álitinum, at tey heita á Fíggjarmálaráðið um at halda eyga við, um tað er so, at fólk
flyta av landinum ella í aðrar skipanir.
Frádráttirnir skulu minkast ella strikast í árligum stigum, og tað skal aftur henda nú tann
1. januar 2025. Tí hevði verið áhugavert at vitað, um Fíggjarmálaráðið hevur gjørt nakra
greining av, um fólk eru flutt av landinum ella í aðra skipan, áðrenn frádráttirnir verða
lækkaðir enn meira, og tí møguliga gera skaðan enn størri.
Á Løgtingi, 10. oktober 2024
Grímur Sundstein

-- 1 of 1 --