← Løgtingsmál

52-036/2024

Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. okt. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
036.24 Svar frá D. N. Joensen til L. Weihe - Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 14. oktober 2024
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-91
100 Tórshavn Viðgjørt: EK
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-036/2024 eftir § 52a í Tingskipanini frá Liljan Weihe,
løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og
útbúgvingarmálum, um frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru kommunal frítíðartilboð fevnd av dagstovnalógini?
2. Hevur landið (Almannaverkið) ella kommunan ábyrgdina av at veita børnum í 3. flokki, sum
hava serligan tørv, frítíðartilboð eftir skúlatíð?
3. Hvussu skal eitt frítíðartilboð til børn í 3. flokki, sum hava serligan tørv, vera skipað í mun
til hølisviðurskifti og námsfrøði?
4. Hvussu tryggjar landsstýrismaðurin sær, at børn og foreldur veruliga fáa ta tænastu, sum tey
hava rætt til og tørv á?
Svar
Til 1: Sambært dagstovnalógini § 1 fevnir lógin um alt virksemi á dagstovnum og dagrøktum, sum í
samráð við foreldraráðið virkar fyri uppaling og menning av børnum sambært fullgóðari
námsfrøðiligari stevnu.
Sambært § 3, stk. 1 í dagstovnalógini kann kommunan geva børnum, sum búgva í kommununi, tilboð
um pláss á dagstovni og dagrøkt og hevur ábyrgdina fyri virkseminum. Dagstovnur sambært
dagstovnalógini eru vøggustovur, barnagarðar, frítíðarheim o.a. Hetta merkir, at virksemi, sum
dagstovnalógin fevnir um, er ikki avmarkað til vøggustovu, barnagarð, frítíðarheim, men kann eisini
fevna um annað virksemi á dagstovnaøkinum.
Til 2: Viðvíkjandi børnum við serligum tørvi er ásett í § 5 í dagstovnalógini, at børn við serligum
tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi.
Sambært § 3 og sambært § 5, stk. 2, verður til børn við serligum tørvi veittar nøktandi hølisumstøður
og námsfrøðilig tilboð.
Sambært § 5, stk. 3 er ásett, at í ivamálum, um tilboð skal veitast sambært hesi lóg, skal málið ávísast
víðari til Almannaverkið, ið tekur avgerð.

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/2
Sambært ásetingunum í dagstovnalógini er tað tískil greitt, at børn við serligum tørvi hava rætt til
pláss á dagstovni á jøvnum føti við onnur børn í kommununi. Er ivi um eitt barn skal fáa bjóðað tilboð
á kommunalum dagstovni ella stovni hjá Almannaverkinum, so er tað ein meting, sum
Almannaverkið skal gera og endaliga taka avgerð um.
Til 3: Viðvíkjandi børnum við serligum tørvi er ásett í § 5 í dagstovnalógini, at børn við serligum
tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi.
Sambært § 3 og sambært § 5, stk. 2, verður til børn við serligum tørvi veittar nøktandi hølisumstøður
og námsfrøðilig tilboð.
Til 4: Verandi dagstovnalóg, sum einans er tillagað í heilt lítlan mun síðani gildiskomuna fyri yvir
24 árum síðani, hevur lagt grundarlagið fyri føroyska dagstovnapolitikkinum og tryggjað karmarnar
fyri trivnaðin og menningina hjá børnum í teirra fyrstu árum. Síðan lógin bleiv sett í gildi, hevur
samfelagið verið fyri týðandi broytingum, sum hava havt við sær broytt krøv og væntanir til leiklutin
og virksemi hjá dagstovnum. Eisini hevur tørvurin hjá børnum broytt seg gjøgnum árini. Vísandi til
hetta verður mett neyðugt at dagføra lóggávuna, og er ein arbeiðsbólkur settur at gera tilmælir til,
hvussu ein dagføring kann gerast.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
036.24 Spm til D. N. Joensen frá L. Weihe - Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Frítíðartilboð til børn við serligum tørvi
Spurningar:
1. Eru kommunal frítíðartilboð fevnd av dagstovnalógini?
2. Hevur landið (Almannaverkið) ella kommunan ábyrgdina av at veita børnum í
3. flokki, sum hava serligan tørv, frítíðartilboð eftir skúlatíð?
3. Hvussu skal eitt frítíðartilboð til børn í 3. flokki, sum hava serligan tørv, vera
skipað í mun til hølisviðurskifti og námsfrøði?
4. Hvussu tryggjar landsstýrismaðurin sær, at børn og foreldur veruliga fáa ta
tænastu, sum tey hava rætt til og tørv á?
Viðmerkingar:
Børn við serligum tørvi í Tórshavnar kommunu og foreldur teirra verða slept upp á
fjall, tá børnini koma í 3. flokk. Hetta hevur verið ein afturvendandi trupulleiki síðani
2014 – í 10 ár.
Í 1. og 2. flokki hava børnini, sum eru knýtt at serskúlatilboðum, eisini eitt serligt
frítíðartilboð, sum er knýtt at serskúlatilboðnum. Hetta er frítíðartilboð, sum tekur
neyðugu atlitini til serliga tørvin hjá børnunum. Serskúlatilboðið heldur fram í 3.
flokki, men tá steðgar skipanin við serliga frítíðartilboðnum.
Í § 5, stk. 1 í dagstovnalógini stendur, at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð
um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í
kommununi og víðari stendur í stk. 2, at børnum við serligum tørvi verða veittar
nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.
Rætturin til frítíðartilboð til børn í 3. flokki, sum hava serligan tørv, verður javnan
umrøddur í miðlunum. Hesi børn detta niður ímillum tveir myndugleikar –
kommununa og landið/Almannaverkið. Tí er neyðugt at fáa staðfest, hvør hevur
ábyrgdina av, at hesi børn fáa nøktandi frítíðartilboð í 3. flokki.
Tað hevur stórar avleiðingar fyri bæði børn og foreldur, at frítíðartilboð til børn við
serligum tørvi í 3. flokki ikki er skipað – men tvørturímóti hevur hingið í leysum lofti
síðani 2014.
Á Løgtingi, 7. oktober 2024
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --