52-035/2024
Landsdverk og frágreiðingin frá SWECO um trygdina í Suðuroyartunlinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. okt. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
035.24 Svar frá D. Holm til B. Hammer - Landsdverk og frágreiðingin frá SWECO um trygdina í Suðuroyartunlinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 14. okt. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 14. oktober 2024 Mál: 24/23010-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-035/2024 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-035/2024 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um Landsverk og frágreiðingina frá SWECO um trygdina í Suðuroyartunlinum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin givið Landsverki boð um ella loyvi til at bíleggja frágreiðingina frá SWECO? 2. Visti landsstýrismaðurin av, at Landsverk var farið aktivt inn á annað málsøki? 3. Nær bleiv frágreiðingin bíløgd? 4. Nær fingu løgmaður og P/F Suðuroyartunnilin avrit av frágreiðingini? 5. Hvat kostaði frágreiðingin frá SWECO, og hvør hevur góðkent rokningina? Svar: Tað er sera umráðandi at fyrireika og lýsa málið um ein Suðuroyartunnil neyvt, áðrenn farið verður undir eina so stóra verkætlan, harímillum at trygdin er í lagi bæði í byggitíðarskeiðinum og í endaliga tunlinum. Landsverk hevur arbeitt við forkanningum og fyrireikingum til Suðuroyartunnilin í 2020, 2021 og 2022, og hevur í hesum sambandi fingið til vega frágreiðingar, ið lýsa nýggju Suðuroyarleiðina. Til dømis um linjuføringar og jarðfrøði, og Landsverk hevur gjørt eina størri frágreiðing við denti á fíggjarliga,- búskaparliga, - og umhvørvisliga partin. Sum part av fyrireikingunum og sum vegamyndugleiki bað Landsverk ráðgevarafyritøkuna SWECO gera tvær trygdarkanningar av Suðuroyartunlinum. Eina váðakanning í samband við møguligan eld í Suðuroyartunlinum og eina kanning um møguligan bruna í byggitíðini. Frágreiðingarnar vóru lidnar ávikavist í apríl og mai 2022. Allar frágreiðingar og kanningar hjá Landsverki eru almennar og liggja á heimasíðu stovnsins. -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 SWECO er millum tær størstu ráðgevarafyritøkurnar í Evropa. Eins og Norconsult, sum hevur gjørt trygdarkanningina hjá Tunnilsfelagnum, hevur SWECO drúgvar royndir innan tunnilsgerð. SWECO hevur verið partur av fleiri tunnilsverkætlanum í Føroyum, og hevur til dømis gjørt uppgávur fyri P/F Norðoyartunnilin og P/F Vágatunnilin, og fyri Landsverk, eitt nú prosjekterað Hovstunnilin. Síðan málsøkið undirsjóvartunlar varð flutt Løgmansskrivstovuni, hevur Landsverk í ávísan mun verið við í arbeiðinum at fyrireika ein Suðuroyartunnil. Landsverk hevur luttikið í arbeiðsbólkum saman við Tunnilsfelagnum um linjuføringar, tunnilsgrót og trygd í tunlum. Landsverk hevur eisini eftir áheitan frá Løgmansskrivstovuni eftirkannað ymiskt tilfar frá P/F Suðuroyartunlinum, sum verður brúkt til at fyrireika verkætlanina. Landsverk og Tunnilsfelagið hava havt tveir fundir í arbeiðsbólkinum um trygd í Suðuroyartunlinum. Á fyrra fundinum vísti Landsverk til frágreiðingina hjá SWECO. Á seinna fundinum, sum var síðst í 2023, fekk Landsverk frágreiðingina frá Norconsult, sum Tunnilsfelagið hevði bílagt. Frágreiðingarnar vóru rættiliga ólíkar. Landsverk metti, at frágreiðingin hjá Norconsult ikki í nóg stóran mun tók hædd fyri, at Suðuroyartunnilin verður so langur. Um ársskiftið bað Landsverk tí SWECO um at meta um frágreiðingina hjá Norconsult. Landsverk fekk frágreiðingina frá SWECO í mars 2024. Ætlanin hjá Landsverki var, at frágreiðingin frá SWECO skuldi vera eitt stig á leiðini til at fyrireika stovnin til myndugleikauppgávuna við trygd í tunlinum. Landsverk hevur goldið trygdarfrágreiðingina frá SWECO. Frágreiðingin kostaði 165 tús. kr. Frágreiðingin frá SWECO varð handað Løgmansskrivstovuni 30. august í 2024 eftir umbøn frá Løgmansskrivstovuni. Landsverk hevur greitt frá, at á fundum við Løgmansskrivstovuna, har Tunnilsfelagið eisini var við, hevur stovnurin kunnað um frágreiðingina. Í løgtingslógunum um verandi undirsjóvartunlar stendur, at: “Landsverk skal undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum góðkenna tunnilsverkætlanirnar, herundir vegagerð og tunnilsgerð, áðrenn tunnilsarbeiðini verða sett í verk, og skipar í hesum sambandi fyri eftirliti við, at verkætlanirnar verða framdar samsvarandi góðkendu ætlanunum.”. Landsstýrismaðurin heldur tað vera ein natúrligan part av fyrireikingunum at fáa til vega trygdarkanningina, tá Landsverk skal góðkenna tunnilsverkætlanir og vegagerðir, áðrenn arbeiðið fer í gongd. Landsstýrismaðurin fegnast um, at tað tykist vera breið politiskt undirtøka fyri at fara undir ein Suðuroyartunnil. Tá Suðuroyartunnilin er gjørdur, verða 99,2% av Føroya fólki knýtt saman í einum vegakervi. Dennis Holm landsstýrismaður -- 2 of 2 --
035.24 Spm. til D. Holm frá B. Hammer - Landsdverk og frágreiðingin frá SWECO um trygdina í Suðuroyartunlinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 2. okt. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Landsdverk og frágreiðingin frá SWECO um trygdina í Suðuroyartunlinum Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin givið Landsverki boð um ella loyvi til at bíleggja frágreiðingina frá SWECO? 2. Visti landsstýrismaðurin av, at Landsverk var farið aktivt inn á annað málsøki? 3. Nær bleiv frágreiðingin bíløgd? 4. Nær fingu løgmaður og P/F Suðuroyartunnilin avrit av frágreiðingini? 5. Hvat kostaði frágreiðingin frá SWECO, og hvør hevur góðkent rokningina? Viðmerkingar: Síðst í september kom fram, at ráðgevarafyritøkan SWECO hevur skrivað eina frágreiðing um trygdina í Suðuroyartunlinum. Løgmaður hevur frá byrjan havt ábyrgdina av Suðuroyartunlinum. Ikki Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og tískil ei heldur Landsverk. Tað bleiv sligið fast, tá hendan samgongan tók við. Allíkavæl hevur Landsverk blandað seg í viðgerðina av málinum við at sáa iva um tað arbeiðið, sum verður gjørt av øðrum myndugleika. Landsverk hevur hesa ferð sett seg í samband við ráðgevarafyritøku, sum ikki hevur royndir við tunlum í Føroyum, ella teimum størru tunlunum í Noregi, og sum er beinleiðis kappingarneyti hjá norsku ráðgevarafyritøkuni Norconsult, sum hevur gjørt arbeiði fyri P/F Suðuroyartunnilin. Frágreiðingin sigst vera bíløgd fyri góðum ári síðan, men fyrst nú sær hon dagsins ljós. Tað hevur almennan áhuga, hvat avvarðandi landsstýrismaður av Landsverki visti og heldur um, at Landsverk er farið inn á annað málsøki, og harvið brúkt almennan pening til eina frágreiðing, sum tað er ivasamt, um stovnurin hevur heimild til. Á Løgtingi, 2. oktober 2024 Bjarni Hammer -- 1 of 1 --