← Løgtingsmál

52-034/2024

Búskapargrunnur Føroya

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. okt. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
034.24 Svar frá R. Vang til H. Abrahamsesn - Búskapargrunnur Føroya.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. okt. 2024

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 11. okkober 2024
J.nr.: 24/22774
Viðgjørt: EC
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-034/2024 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um Búskapargrunn Føroya.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er tað rætt, sum Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur í einum lesarabrævi, at sitandi
samgonga hevur broytt mannagongdina viðvíkjandi inngjøldum í Búskapargrunn Føroya?
2. Verða fleiri pengar fluttir í Búskapargrunn Føroya nú enn tað, sum lógin krevur?
3. Hava undanfarin landsstýri goldið minni inn í Búskapargrunn Føroya enn tað, sum lógin
kravdi?
4. Á hvønn hátt hevur sitandi landsstýri broytt mannagongdirnar viðvíkjandi inngjøldum í
Búskapargrunn Føroya?
5. Er tað rætt, at tað, sum verður inngoldið í Búskapargrunn Føroya, fer uttanum landskassan,
og tí ikki sæst á fíggjarlógini?
Svar
Endamálið við Búskapargrunninum er at javna tilfeingisinntøkur og at seta ávísar inntøkur í grunn.
Grunnurin er knýttur at uppsetingini í fíggjarlógini. Grunnurin – sum búskaparligt amboð – er tí
treytaður av, hvussu hann verður tikin við í fíggjarlógina.
Fíggjarlógin er býtt upp í RLÚ I og RLÚ II. Í stuttum kann sigast, at RLÚ I fevnir um vanligar
inntøkur, útreiðslur og løgur, meðan RLÚ II snýr seg um tað, sum er serligt. Tað er RLÚ I, sum
hevur havt týdning, tá ið fíggjarlógin hevur verið viðgjørd.
Higartil eru allar flytingar millum fíggjarlógina og Búskapargrunnin gjørdar undir RLÚ II, eisini
flytingar viðvíkjandi tilfeingisinntøkum frá fiski- og alivinnuni.
Í fleiri ár hava bæði landsstýrið og Búskaparráðið ásannað, at grunnurin av somu orsøk ikki í nóg
stóran mun hevur havt tann ætlaða virknaðin ella uppmerksemið í politisku skipanini.
Í játtanarkørmunum, sum vórðu viðgjørdir í Løgtinginum í vár, varð boðað frá, at uppsetingin í
fíggjarlógini fór at verða broytt, soleiðis at hon betur svaraði til endamálið við Búskapargrunninum.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Broytta uppsetingin og mannagongdin hevur við sær, at flytingar viðvíkjandi tilfeingisinntøkunum
verða gjørdar beinleiðis á høvuðskontunum fyri tilfeingisinntøkurnar undir RLÚ I. Úrslitið á RLÚ
I vísir tí úrslitið eftir flytingar vegna tilfeingisinntøkur mótvegis Búskapargrunninum. Aðrar
serinntøkur undir RLÚ II verða enn sum áður fluttar í Búskapargrunnin undir RLÚ II.
Tað verða ikki gjørdar nakrar flytingar í Búskapargrunnin uttan um fíggjarlógina, men verða tær nú
gjørdar meira sjónliga í fíggjarlógini.
Broytta uppsetingin krevur ikki broyting í lógini um Búskapargrunnin, men er ein játtanarligur og
roknskaparligur spurningur, hvat er besta uppsetingin og mannagongdin.
Tinganes, 11. oktober 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
034.24 Spm. til R. Vang frá H. Abrahamsesn - Búskapargrunnur Føroya.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Búskapargrunnur Føroya
Spurningar:
1. Er tað rætt, sum Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur í einum lesarabrævi, at sitandi
samgonga hevur broytt mannagongdina viðvíkjandi inngjøldum í Búskapargrunn Føroya?
2. Verða fleiri pengar fluttir í Búskapargrunn Føroya nú enn tað, sum lógin krevur?
3. Hava undanfarin landsstýri goldið minni inn í Búskapargrunn Føroya enn tað, sum lógin
kravdi?
4. Á hvønn hátt hevur sitandi landsstýri broytt mannagongdirnar viðvíkjandi inngjøldum í
Búskapargrunn Føroya?
5. Er tað rætt, at tað, sum verður inngoldið í Búskapargrunn Føroya, fer uttanum landskassan,
og tí ikki sæst á fíggjarlógini?
Viðmerkingar:
Í einum lesarabrævi tann 18. september í ár segði Høgni Hoydal, varaløgmaður, at núverandi
samgonga, sum tann fyrsta, hevur valt at lata inntøkur av tilfeingisgjøldum og aligjøldum fara
beinleiðis í Búskapargrunnin, og at hesi tí ikki síggjast á fíggjarlógini. Hann samanbar hetta við
undanfarin landsstýri, sum heldur valdu at brúka allar inntøkurnar.
Men lógin um Búskapargrunn er ikki broytt síðani 2018. Tí verður hesin fyrispurningurin settur, fyri
at fáa at vita, hvussu landsstýrið hevur broytt inngjøldini í Búskapargrunnin, uttan at hava broytt
lógina.
Á Løgtingi, 30. september 2024
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --