52-033/2024
Eldraøkið – eftirmeting og markamót
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. okt. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
033.24 Svar frá S. Stenberg til K. W Poulsen- Eldraøkið - eftirmeting og markamót.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. okt. 2024
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið 02. oktober 2024 Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 J.nr: 24/21804 110 Tórshavn Tygara skriv: Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-033/2024 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Kristionnu W. Poulsen, løgtingskvinnu um eldraøkið – eftirmeting og markamót Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørji tilmæli av eftirmetingini um eldraøkið frá 2021 eru framd í verki, og hvør er tíðarætlanin fyri at fremja restina av tilmælunum í verki? 2. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera fyri at taka burtur markamótini millum kommunurnar og Almannaverkið? 3. Fer landsstýriskvinnan at taka stig til, at ábyrgdin av fólki eldri enn 67 ár við serligum tørvi, eitt nú við sálarsjúkum, verður savnað hjá landinum? 4. Fer landsstýriskvinnan at taka stig til, at alt demensøkið, eisini demensrakt yngri enn 67 ár, kemur undir kommunala ábyrgd? Svar: Til nr. 1 Eftirmetingin av eldraøkinum varð gjørd í 2021. Tað vóru 14 tilmæli um lóggávu, fígging og ymist, sum ikki er fevnt av lóggávu, men krevur politiska støðutakan. Av teimum 14 tilmælunum frá eftirmetingini av eldraøkinum í 2021 eru hesi tilmæli framd í verki: • Tilmælið um at dagføra brúkaragjøldini. Kunngerðin um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. broytt soleiðis at kommunurnar kunnu krevja eitt hægri gjald fyri eldrabústað, vistarhald og tænastur, umframt umlætting og heimahjálp. • Tilmælið um at dagføra kommunala skuldarmarkið. Skuldarmarkið hjá kommunum er broytt soleiðis, at hædd verður tikin fyri flytingum, sum kommunurnar fáa fyri eldraøkið. Kommununum fáa ikki fleiri pengar av hesum, men fáa eitt størri rásarúm til at gera neyðugu íløgur. Viðvíkjandi tilmæli nr. 7 um eftirlit, hevur Løgtingsins umboðsmaður víst á, at einki eftirlit er sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og at hetta eigur at fáast í lag. Tað hevur verið eitt ávíst samskifti millum Almanna- og mentamálaráðið og Kommunufelagið um hvat eitt slíkt eftirlit skal fevna um, og hvussu tað kann skipast. Hetta arbeiði er tó ikki komið á mál enn. -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 Ætlanin er at arbeiða víðari við eftirmetingini og fáa sett tilmælini í verk, og tað verður gjørt í tøttum samstarvi við kommunurnar og stjórnarráðini, sum vóru partur av eftirmetingini av eldraøkinum. Til nr. 2 Tað eru markamót ímillum kommunurnar og Almannaverkið, og vísir tað seg, at tað eru støður, har borgarar kunnu detta niður í millum geirarnar. Tá ið eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, avgjørdi Trivnaðarnevndin í Løgtinginum, at ein nevnd skuldi setast til at taka avgerðir, tá ið slíkar støður uppstanda. Markamótsnevndin hevur tikið støðu til fleiri mál, har kommunurnar og Almannaverkið ikki hava verið samd um, hvør eigur ábyrgdina. Tað er mín fatan, at Markamótsnevndin virkar væl, og at allir partar virða avgerðirnar, sum Markamótsnevndin tekur. Tað er óheppið, at tað eru markamót í millum teir ymsu geirarnar, men tað kann vera trupult at sleppa av við hesi markamót tá vit hava fleiri geirar, sum veita ymsar tænastur, sum liggja tætt at hvørji aðrari. Til nr. 3 og 4 Føroyar eru eitt lítið land, og tað er óheppið, at summar tænastur liggja í tveimum støðum. Tað er eitt rák, at vit sum samfelag eru farin at stýra eftir diagnosum, og ikki eftir tørvinum hjá tí einstaka menniskjanum, og hetta hevur óhepnar avleiðingar. Tað má verða soleiðis, at tað er tørvinum hjá borgaranum, sum vit taka útgangsstøði í. Hevur ein borgari tørv á at sleppa at búgva á einum røktarheimi og ynskir tað, eigur hann at verða visiteraður í mun til tann tørv, hann hevur. Eitt nú er sálarsjúka ikki neyðturviliga nakað, sum varir alt lívið, og tað er trupult at skera øll yvir ein kamb. Tá tað kemur til demensøkið, er tað skipað soleiðis í dag, at tey, undir fólkapensjónsaldur, fáa dagtilboð frá Almannaverkinum, meðan tey, yvir fólkapensjónsaldur, fáa tænastur frá kommununum. Tað hevði sjálvandi verið betur um at tænastan lá hjá annaðhvørt landinum ella kommununum. Eg ætli mær at taka hesar spurningar upp við kommunurnar skjótast gjørligt, so greiða kann fáast á hesum. Almanna- og mentamálaráðið, 2. oktober 2024 Sirið Stenberg, landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
033.24 Spm til S. Stenberg frá K. W Poulsen- Eldraøkið - eftirmeting og markamót.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Eldraøkið – eftirmeting og markamót Spurningar: 1. Hvørji tilmæli av eftirmetingini um eldraøkið frá 2021 eru framd í verki, og hvør er tíðarætlanin fyri at fremja restina av tilmælunum í verki? 2. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera fyri at taka burtur markamótini millum kommunurnar og Almannaverkið? 3. Fer landsstýriskvinnan at taka stig til, at ábyrgdin av fólki eldri enn 67 ár við serligum tørvi, eitt nú við sálarsjúkum, verður savnað hjá landinum? 4. Fer landsstýriskvinnan at taka stig til, at alt demensøkið, eisini demensrakt yngri enn 67 ár, kemur undir kommunala ábyrgd? Viðmerkingar: Eldraøkið varð lagt frá landinum út til kommunurnar at umsita í 2015. Høvuðsendamálini við at leggja økið út til kommunurnar vóru at minka um frástøðuna millum myndugleikan og borgaran og fáa eitt greiðari ábyrgdarbýti. Í sambandi við útleggingina varð ásett, at útleggingin skuldi endurskoðast eftir 5 ár. Í desember 2021 kom hendan eftirmetingin, sum fevnir um 15 tilmæli. Spurningurin er so, hvussu tað gongur at seta hesi tilmæli í verk. Kommunurnar meta sum heild, at galdandi lóg um heimatænastu og eldrarøkt er nøktandi. Markamótini millum Almannaverkið og eldrarøktina eru sambært kommununum størstu trupulleikarnir við lógini. Almannaverkið hevur ynski um, at øll higartil óavklárað viðurskifti verða neyvari regulerað í lóggávuni, og at ivi ikki stendst av, hvørt tað er landið ella kommunurnar, ið eiga ávísu uppgávuna, bæði viðvíkjandi sjálvari tænastuni og viðvíkjandi gjaldsskylduni. At kunna veita góðar tænastur til okkara eldru er altavgerandi fyri teirra tilveru. Eldraøkið er harumframt fakliga krevjandi og kostnaðarmikið. Politiska skipanin má syrgja fyri, at formligu karmarnir eru góðir, til frama fyri trivnaðin hjá teimum -- 1 of 2 -- menniskjum, hvørs lívsgóðska er treytað av einum vælvirkandi eldraøki, og fyri at fáa væl skikkað starvsfólk at trívast á eldraøkinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni við ábyrgd av eldraøkinum. Á Løgtingi, 20. september 2024 Kristianna Winther Poulsen -- 2 of 2 --