52-032/2024
Ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. sep. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
032.24 svar frá A. V. Johannesen til J. Niclasen - Ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 032/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, um ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Heldur løgmaður, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, hevur fyrisitið á fullgóðan hátt í málinum um ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi? 2. Hvørjar avleiðingar fær viðgerðin av hesum máli? 3. Ætlar løgmaður at geva boð um at ógilda afturkallingina av nevndu avgerð? Svar: Til spurning 1 Eg havi biðið Barna- og útbúgvingarmálaráðið um at ummæla teir settu spurningarnar. Aftaná at hava lisið ummælið dugi eg ikki at síggja, at landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum í málinum hevur borið seg soleiðis at, at hann politiskt ella rættarligt eigur at ábyrgdast fyri tað. Hóast fyrisitingin hjá landsstýrismanninum viðgongur, at har eru hendir óhepnir fyrisitingarligir feilir í málinum, so eru hetta tó feilir, sum eru hendir á fyrisitingarligum støði og sum landsstýrismaðurin ikki kann ábyrgdast fyri. Til spurning 2 Eg ivist ikki í, at landsstýrismaðurin fer at taka málið upp innanhýsis í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Sjálvur havi eg heitt á landsstýrismannin um at tryggja at slíkt mistak ikki hendir aftur. Til spurning 3 Eftir stýrisskipanarlógini § 33 býtir løgmaður málsøki landsstýrisins millum landsstýrisfólkini. Landsstýrisfólkini sita fyri málsøkjum sínum hvør sær. Eg havi tí ikki heimild at geva boð um at ógilda avgerðina. Í Tinganesi, 30. september 2024 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 1 of 1 --
032.24 Spm til A. V. Johannesen frá J. Niclasen - Ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jørgen Niclasen, løgtingsmaður Svarari: Aksel Johannesen, løgmaður Evni: Ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi Spurningar: 1. Heldur løgmaður, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, hevur fyrisitið á fullgóðan hátt í málinum um ógildan av uppsøgn av útbúgvingarstjóranum á Glasi? 2. Hvørjar avleiðingar fær viðgerðin av hesum máli? 3. Ætlar løgmaður at geva boð um at ógilda afturkallingina av nevndu avgerð? Viðmerkingar: Í samband við bygnaðarbroytingar á Glasi varð ein av avleiðingunum, at starvið sum útbúgvingarstjóri varð niðurlagt - og viðkomandi varð uppsøgd. Barna- og útbúgvingarráðið, undir ábyrgd av Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, valdi at afturkalla uppsøgnina. Eftir kæru valdi ráðið at biðja Christian Andreasen, advokat, um eina løgfrøðiliga meting. Frágreiðingin kemur við lemjandi atfinningum, men ráðið velur at halda fast við avgerðina, grundað á ein lítlan knaka í frágreiðingini. Í frágreiðingini frá advokatinum framgongur, at rættiliga nógvar grundgevingar í avgerðini hjá BUMR eru faktuelt skeivar. Fari her at nevna nakrar. Har framgongur m.a. at BUMR sigur í síni niðurstøðu, at grundarlag ikki er fyri at siga undirvísingarleiðaran úr starvi, tá ætlanin samstundis er at víðka um virksemið á Glasi. Frágreiðing frá advokatinum staðfestir, at hesin pástandur er beinleiðis skeivur, tí starvsfólkatalið minkaði. BUMR sigur, at bygnaðarbroytingarnar ikki vóru liðugt viðgjørdar. Advokaturin staðfestir, at tann pástandurin eisini er skeivur. BUMR sigur, at framferðarhátturin í sambandi við bygnaðarbroytingar hevur ikki fylgt vanligari mannangong. Advokaturin afturvísir hesum pástandi við at vísa á, at Fíggjarmálaráðið - sum er myndugleikin á tí økinum - sigur, at Glasir hevur fylgt vanligari og lógligari mannagongd. -- 1 of 2 -- Advokaturin sigur, at tað framgongur av málinum, at eitt berandi sjónarmið hjá BUMR at ógilda uppsøgnina byggir á tað faktum, at ætlanin við bygnaðarbroytingini var at víðka um starvsfólkahópin í fyrisitingini á Glasi. Hann staðfestir, at eisini hetta faktum er skeivt. Her kann av røttum spyrjast, um fyrisitið er á fullgóðan hátt. Avgerðin fer at kosta landskassanum nógvan pening. Tað, sum verri er, at ber hetta til, so kunnu landsstýrisfólk í framtíðini taka avgerðir sum teimum lystir við at brúka skeiv fakta. Á Løgtingi, 18. september 2024 Jørgen Niclasen -- 2 of 2 --