52-031/2024
Fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. sep. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
031.24 Svar frá I. D. Strøm til B. Johannesen - Stytt arbeiðsvika.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment Gongin 7 • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 25. september 2024 J. nr.: 24/21100-2 Viðgjørt: Tygara skriv: Svar upp á fyrispurning nr. 52-031/2024 eftir § 52a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, um fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku Spurningar: 1. Hevur landsstýrið gjørt útgreiningar av, hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru av at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar? 2. Um ja, veit man, hvørja ávirkan tað hevur á tann almenna og privata arbeiðsmarknaðin? 3. Hevur man greinað, hvat tað ger við arbeiðsútboðið? Til 1. Ja, ymiskar útgreiningar eru gjørdar av hvørjar fíggjarligar avleiðingarnar høvdu verið av at stytt arbeiðsvikuna niður í 37 tímar fyri samlaða arbeiðsmarknaðin. Tá arbeiðið við stytting av arbeiðsvikuni fór í gongd, varð skipað eitt trípartasamráð, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum vóru umboðaðir. Trípartasamráðið hevur síðani kallað inn ymiska serfrøði at viðgera viðkomandi mál, so sum løgfrøði, starvsrætt, búskap, umframt arbeiðstíð úr einum samfelagsligum vinkli. Fleiri av innkallaðu pørtunum hava gjørt metingar av fíggjarligu avleiðingunum; millum annað umboð fyri fakfeløg, umboð fyri arbeiðsgevarar, Fróðskaparsetur Føroya, Landsbankin, Búskaparráðið og Gjaldstovan. Allar metingarnar eru tó heftar at stórari óvissu, og fortreytir, ið verða nýttar, hava sera stóra ávirkan á úrslitið. Til tess at rokna neyvari um fíggjarligu avleiðingarnar er neyðugt at leggja fast, á hvønn hátt arbeiðsvikan verður stytt, hvørja sannlíka ávirkan ein stytting vil hava á atburðin hjá arbeiðsfjøldini, og hvussu kostnaðurin skal fordeilast millum teir ymsu partarnar. Til 2. og 3. Sum nevnt í svarinum til fyrsta spurningin veldst um fortreytirnar fyri útrokningunum, bæði tá tað kemur til arbeiðsútboð og fíggjarligar avleiðingar. Heldur ikki eru partarnir í trípartasamráðnum samdir um útrokningarnar. Verða fortreytir broyttar, kann hetta ávirka kostnaðin við tíggju ella hundraðtals milliónum og arbeiðsútboðið í sama mun. -- 1 of 3 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 2/3 Gjaldstovan hevur gjørt eina yvirskipaða meting av økta lønarkostnaðinum fyri land og kommunur. Fortreytin fyri hesari útrokning er, at ongar effektiviseringar eru á heilsu-, umsorganar- og útbúgvingarøkinum. Roknað verður við, at tey, sum arbeiða niðursetta tíð varðveita sítt tímatal. Avmarkaðar effektiviseringar eru roknaðar inn á øðrum økjum. Hetta er sostatt ikki eitt sannlíkt veruligt úrslit, men ein yvirskipað meting við stórum fyrivarni. Við hesum fortreytum metir Gjaldstovan at ein stytting av arbeiðsvikuni vildi økt lønar-, pensjóns- og arbeiðsmarknaðarútgjaldingarnar hjá landi og kommunum við umleið 280 mió. kr. Samstundis vildi hetta økt skattainntøkurnar hjá landi og kommunum við umleið 100 mió. kr. Við støði í hesum fortreytum metir Gjaldstovan, at arbeiðsútboðið vildi lækkað við umleið 560 fulltíðarstørvum. Viðmerkjast skal, at fakfeløgini í trípartasamráðnum ikki taka undir við hesi meting, og vísa til aðrar og munandi lægri metingar. Gjaldstovan hevur eisini yvirskipað mett, at um arbeiðstíðin hjá arbeiðsfólkum í vinnuni verður stytt við trimum tímum, so vil tað kosta vinnuni umleið 500 mió. kr. í øktum lønar-, pensjóns- og arbeiðsmarknaðarútgjaldingum. Samstundis vildi hetta økt skattainntøkurnar hjá landi og kommunum við umleið 200 mió. kr. Aftur her skal viðmerkjast, at fakfeløgini í trípartasamráðnum ikki taka undir við hesi meting, og vísa til aðrar og munandi lægri metingar. Somuleiðis skal viðmerkjast, at tølini omanfyri ikki taka hædd fyri teimum øktu skattainntøkum, sum ein stytting av arbeiðsviku hevði havt við sær. Tað er yvirskipað sera trupult at meta um ávirkanina á arbeiðsútboðið. Tað er m.a. ymiskt, hvussu teir ymsu sáttmálarnir viðgera arbeiðstíð, harundir á hvønn hátt steðgir og matarsteðgir vera hildnir og løntir. Aftrat hesum er trupult at meta um, hvussu føroyska arbeiðsmegin fer at bera seg at, um arbeiðstíðin í sáttmálum verður sett niður. Um fólk fara at arbeiða teir tímarnar minni, sum arbeiðsvikan verður stytt, so vil kostnaðurin fyri hvørt starvsfólk vera hin sami, men tørvur verður at seta fleiri fólk at loysa arbeiðsuppgávurnar á summum arbeiðsplássum. Hetta vil so økja um lønarkostnaðin. Hinvegin er møguligt, at ein stytting av arbeiðstíðini vil økja um produktivitetin á hvørjum arbeiddum tíma, soleiðis at tað ikki verður neyðugt ella í minni mun neyðugt at seta nýggj starvsfólk, meðan tað á øðrum arbeiðsplássum í minni mun letur seg gera, at økja effektivitetin fyri hvønn arbeidda tíma. Tað er ítøkiliga trupult at meta um ávirkanina á arbeiðsútboðið í vinnuni, tí at lønarhagtølini eru ikki eins neyv fyri almenna og kommunala geiran. Gjaldstovan hevur gjørt eina sera einfalda “alt annað líka” meting av ávirkanina á arbeiðsútboðið, har arbeiðsútboðið minkar við umleið 1000 ársverkum. Men hetta talið er ikki eftirfarandi í mun til veruliga avleiðingina á arbeiðsútboðið í vinnuni. Stórur partur av arbeiðsfjøldini vinnuni arbeiðir, sum er, meir enn sáttmálaásetta tímatalið, og sannlíkt fer stórur partur av hesum at halda áfram við hesum. Eitt “guestimat”, sum hevur verið nevnt er, at um umleið 60% vilja halda áfram at arbeiða sama tímatal – so vildi arbeiðsútboðið í vinnuni lækkað við 600 ársverkum. Men her er týðandi at leggja aftrat, at hetta talið er ein sera leys meting og als ikki eftirfarandi. Ein av teimum mest týðandi fortreytunum fyri fíggjarligu avleiðingunum og avleiðingarnar á arbeiðsútboðið eru, hvussu tann stóri parturin av arbeiðsfjøldini, sum arbeiðir niðursetta tíð, vil bera seg at. Fara hesi at arbeiða somu tímar til hægri løn, fara tey at arbeiða sama starvsbrøk (men færri tímar) og harvið varðveita somu vikuløn, ella fara tey – eins og summar kanningar benda á – at økja talið av arbeiddum tímum? -- 2 of 3 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 3/3 Somuleiðis er ein týðandi fortreyt, hvussu tey mongu tímaløntu fara at bera seg at. Varðveita tey sítt vikuliga tímatal, verður eingin ávirkan á arbeiðsútboðið, men arbeiða tey minni eftir eina stytting av arbeiðsvikuni, so vil hetta lækka arbeiðsútboðið. Somuleiðis taka ongar av hesum útrokningum hædd fyri dynamiskum effektum. Tað ber ikki til at meta um hesar fortreytir, fyrr enn eitt slíkt átak er roynt í verki, og økir munandi um óvissuna í øllum útrokningunum. Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
031.24 Spm til I. D. Strøm frá B. Johannesen - Stytt arbeiðsvika.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum Evni: Fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku Spurningar: 1. Hevur landsstýrið gjørt útgreiningar av, hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru av at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar? 2. Um ja, veit man, hvørja ávirkan tað hevur á tann almenna og privata arbeiðsmarknaðin? 3. Hevur man greinað, hvat tað ger við arbeiðsútboðið? Viðmerkingar: Í samgonguskjalinum verður nevnt, at arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar, og tað verður skipað við lóg. Eisini hevur løgmaður nevnt í sínari frágreiðing á ólavsøku, bæði í ár og í fjør, at landsstýrið fer at koma við einum uppskoti. Spyrjarin spurdi í fjør, hvat fíggjarliga avleiðingin var av hesum, og hvussu ávikavist almenni og privati arbeiðsmarknaðurin blivu raktir. Tá var svarið, at tølini vóru í umbúnaði. Nú eitt ár er farið hevði verið áhugavert at frætt, um tølini vóru tøk, um støða skal takast til málið skjótt. Búskaparráðið og onnur hava ávarað móti ætlanum áður, tí tað fer at skaða okkara haldføri. Í heystfrágreiðing síni ynskti Búskaparráðið, at man greinaði, hvat ein stytting av arbeiðsvikuni gjørdi við okkara arbeiðsútboð, ið frammanundan er lítið. Tí verður hesin spurningur reistur, um landsstýrið hevur gjørt nakra greining hesum viðvíkjandi. Á Løgtingi, 13. september 2024 Beinir Johannesen -- 1 of 1 --