← Løgtingsmál

52-030/2024

Friðaðar/stongdar fiskileiðir og dokumenteraður virknaður av átøkunum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
030.24 Svar frá D. Holm til B. á Lakjuni - Friðaðar ella stongdar fiskileiðir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
25. september 2024
Mál: 24/21031-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-030/2024
Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-030/2024 frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, til
Dennis Holm, landsstýrismann, um friðaðar/stongdar fiskileiðir og
dokumenteraður virknaður av átøkunum
Spurningar:
1. Hví verða fiskileiðir friðaðar/stongdar?
2. Hvussu stórur prosentpartur av reellu fiskileiðunum á landgrunninum eru
fullkomiliga ella partvís friðaðar/stongdar fyri trol?
3. Hvørjar søguliga góðar fiskileiðir til trol hava verið friðaðar ella stongdar longst?
4. Hvussu verða stovnsmetingar gjørdar?
5. Ber til at dokumentera, at virknaðurin á friðaðum/stongdum leiðum er positivur –
tað vil siga, at átøkini virka eftir ætlan?
Svar:
Til spurning 1
Høvuðsamboðini í stýringini av fiskiskapinum eftir botnfiski á føroyska landgrunninum
eru fiskidagaskipanin og økisfriðingar, umframt tekniskar reglur um reiðskap, skiljirist,
minstamát á fiski og hjáveiðireglur.
Tá fiskileiðir í føroyskum sjógvi hava verið friðaðar ber til at skilja millum tvær
høvuðsorsøkir. Tann fyrra hevur til endamáls at skilja sundur reiðskap – húk og trol –
sum illa fær roynt á somu leiðum samstundis. Hetta var fremsta endamálið við
meginpartinum av teimum stóru trolfriðingunum, sum komu á landgrunninum í 1990-
unum.
Hin høvuðsbólkurin er friðingar, sum verða brúktar sum amboð til stovnsrøkt. Eitt dømi
um slíkar friðingar er tíðaravmarkað friðing av gýtingarleiðum, sum eru settar í verk á
føroyska landgrunninum fyri at verja serliga gýtandi tosk – men eisini í ávísan mun

-- 1 of 3 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/3
gýtandi upsa. Gýtingarfriðingar eru galdandi ein ávísan part av árinum, í ávísum
gýtingarøkjum. Annað dømi um friðingar, sum skulu verja búøki, t.d. eru nøkur smá
korall-øki friðað fyri allari troling. Harafturat verða fiskileiðir bráðfeingis stongdar, um
íblandingin av ungfiski í veiðini er ov stór.
Til spurning 2
Eg skilji “reel fiskileið” sum økið innan fyri 300 m dýpi, og sum samsvarar við
høvuðsútbreiðsluøkið hjá toski og hýsu. Hetta mátið var eisini brúkt í einum tilmæli frá
1997, har útrokningar blivu gjørdar um friðingar og stongd øki.
Í dag eru umleið 56% av leiðunum innan fyri 300 m dýpi stongdar fyri veiðu við troli alt
árið, undantikið trolbátar, sum hava loyvi at trola eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar
um summarið. Um gýtingarfriðingarnar verða lagdar afturat, so er umleið 69% av
økinum innan fyri 300 metrar dýpdarkurvina heilt ella partvíst friðað fyri trolveiðu.
Til spurning 3
Størsti parturin av trolfriðingunum á landgrunninum høvdu í síni tíð fyrst og fremst til
endamáls at skilja sundur reiðskap, sí spurning 1 og 2. Veiða við troli er ikki loyvd
innan fyri 12 fjórðingar. Tær stóru trolfriðingarnar á landgrunninum komu í 1990-unum.
Seinni eru smærri broytingar gjørdar og onkur smærri øki komin afturat. Stongdu
leiðirnar eru partur av stýringini av føroysku fiskiveiðuni, saman við fiskidagaskipanini,
meskavídd, rist og reglum um hjáveiðu og undirmálsfisk/ungfisk.
Fyrstu gýtingarfriðingarnar vóru settar í gildi í 1970-unum og blivu broyttar nakrar ferðir
tey næstu árini. Men eftir 1998, og fram til nýliga, vóru leiðirnar í høvuðsheitum
óbroyttar. Í 2024 varð tíðarskeiðið víðkað í sambandi við endurbyggingarætlan fyri
toskastovnin, sum tá var søguliga lítil.
Til spurning 4
Endamálið við einari stovnsmeting er at meta um støddina á einum fiskastovni. Fýra
høvuðsviðurskifti ávirka stovnsstøddina, tilgongd og vøkstur økja um stovnsstøddina,
meðan deyði minkar stovnsstøddina. Deyðin verður býttur upp í fiskideyða (tað, sum
verður fiskað úr stovninum) og natúrligan deyða.
Fyri at gera stovnsmeting er neyðugt at savna inn dátutilfar. Neyvleikin av einari
stovnsmeting er tætt knýttur at nøgd og slag av dátutilfari. Hornasteinurin í
stovnsmetingini eru veiðihagtøl, sýni av vinnuligari veiðu og gongdin í vinnuligari
veiðu. Hagtøl frá rannsóknarskipum, t.d. Jákupi Sverra, innihalda vitan, sum ikki er tøk
í vinnuligu veiðuni, t.d. hevur rannsóknarskipið smærri meskar fyri at fáa upplýsingar
um smáfisk (tilgongd), og rannsóknarskipið ger kanningar sama stað, somu tíð á
árinum og spjatt um allan landgrunnin, t.v.s. veiðu upp á roynd, sum er óheft av
fiskiskapi.
Havstovan ger stovnsmetingar í samstarvi við altjóða havrannsóknarstovnin ICES,
sum hevur eitt rammuverk fyri stovnsmetingararbeiðið, har stovnsmetingar av føroysku
høvuðsfiskastovnunum liva upp til tey strangastu krøvini hjá ICES.

-- 2 of 3 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
3/3
Til spurning 5
Í 2014 gjørdi ein arbeiðsbólkur eina eftirmeting av gýtingarfriðingum, trolfriðingum og
skipanini við bráðfeingis veiðibanni. Niðurstøðurnar vóru í høvuðsheitum hesar:
i. at gýtingarfriðingarnar á landgrunninum virka eftir ætlan og verja í góðan mun
gýtandi tosk, í ávísan mun gýtandi upsa, men als ikki gýtandi hýsu,
ii. at trolfriðingarnar hava við sær, at trýstið á stovnarnar er minni. Her er tó vert at
hava í huga, at fremsta endamálið við meginpartinum av trolfriðingunum, sum
komu í 1990-unum, er at tryggja, at tey, ið royna við húki, ikki verða tarnað av
troli,
iii. at skipanin við bráðfeingis veiðibanni virkar eftir ætlan.
Úrslitini frá frágreiðingini í 2014 eru ikki dagførd. Tó er at siga, at yvirskipað vísa úrslit
frá yvirlitstrolingum enn sama mynstrið við, at stórur partur av toskinum er at fáa í
økjunum, sum eru stongd ella friðað. Tá toskastovnurin er væl fyri, vísa
yvirlitstrolingarnar, at meira er av toski bæði á typiskum toskaleiðum, men eisini um
allan landgrunnin. Sama er galdandi fyri upsa og hýsu.
Eitt ítøkiligt dømi, sum bendir á, at friðingar hava positivan virkna, er, at botnfiskurin á
Føroyabanka er komin fyri seg, eftir at Bankin varð stongdur fyri at kalla allari veiðu í
14 ár frá 2008-2021. Bæði avmarkaði fiskiskapurin og yvirlitstrolingar vístu, at hýsa og
toskur vóru heilt illa fyri frá miðskeiðis í 00’unum, men í 2021 var greitt, at
toskastovnurin á Føroyabanka var komin fyri seg. Við øðrum orðum, tað kann taka
nógv ár, áðrenn ein friðing vísir seg aftur í øktari stovnsstødd. Friðingin í sær sjálvari
er ikki altíð nóg mikið til, at stovnar skjótt kunnu koma fyri seg – men, tá
umhvørvisligar fortreytir og ein væleydnað gýting fella saman, ger friðingin sítt til, at
stovnurin kann vaksa.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
030.24 Spm til D. Holm frá B. á Lakjuni - Friðaðar ella stongdar fiskileiðir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Friðaðar/stongdar fiskileiðir og dokumenteraður virknaður av átøkunum
Spurningar:
1. Hví verða fiskileiðir friðaðar/stongdar?
2. Hvussu stórur prosentpartur av reellu fiskileiðunum á landgrunninum eru
fullkomiliga ella partvís friðaðar/stongdar fyri trol?
3. Hvørjar søguliga góðar fiskileiðir til trol hava verið friðaðar ella stongdar
longst?
4. Hvussu verða stovnsmetingar gjørdar?
5. Ber til at dokumentera, at virknaðurin á friðaðum/stongdum leiðum er
positivur – tað vil siga, at átøkini virka eftir ætlan?
Viðmerkingar:
Í mong ár hevur verið friðað/stongt á reellum fiskileiðum á føroyska landgrunninum.
Summar reellar fiskileiðir, serliga hjá troli, hava verið friðaðar í mong ár, og sum
skilst, so verður framvegis og framhaldandi friðað/stongt antin partvíst ella
fullkomiliga.
Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvør hugsanin og endamálið handan hesa
friðing er, og um tað ber til at fáa sligið fast, at friðingarnar tæna sínum endamáli.
Tískil verða hesir spurningar settir avvarðandi landsstýrismanni.
Á Løgtingi, 13. septembur 2024
Bárður á Lakjuni

-- 1 of 1 --