52-029/2024
Fiskidagar, friðaðar/stongdar fiskileiðir og veiðitrýst
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. sep. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
029.24 Svar frá D. Holm til B. á Lakjuni - Fiskidagar, friðaðar ella stondar leiðir og veiðitrýst.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 25. september 2024 Mál: 24/21030-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-29/2024 Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-29/2024 frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, til Dennis Holm, landsstýrismann, um fiskidagar, friðaðar/stongdar fiskileiðir og veiðitrýst Spurningar: 1. Hvussu nógvir dagar vóru í fiskidagaskipanini í 1997, og hvussu nógvir dagar vóru í skipanini í 2023? 2. Hvussu nógvir húkar vórðu settir á landgrunninum í 2023 sammett við í 1997; og hvussu nógvir troltímar vóru á landgrunninum í 2023 í sammett við í 1997? 3. Er veiðitrýstið á landgrunninum økt ella minkað hesi 26 árini frá 1997 til 2023? 4. Kunnu lágu landingartølini seinnu árini hugsast at hava nakað samband við veiðitrýst og friðaðar/stongdar fiskileiðir á landgrunninum? Svar Til spurning 1 Sambært løgtingslóg nr. 133 frá 9. august 1997 um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap var fiskidagatalið í fiskiárinum 1997/1998 hetta: Bólkur 2 Partrolarar 7.199 Bólkur 3 Línuskip yvir 110 BRT 2.660 Bólkur 4 A Útróðrarbátar millum 15-40 BRT 4.696 Bólkur 4 B Útróðrarbátar størri enn 40 BRT 4.632 Bólkur 5 Útróðrarbátar undir 15 BRT á húkaveiðu 23.625 Tøkir 577 -- 1 of 3 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/3 Sambært kunngerð nr. 167 frá 21. desember 2022 um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2023 var fiskidagatalið í fiskiárinum 2023 hetta: Bólkur 2 Trolarar 501-3000 HK: a) Innara fiskidagaleið 5.017 b) Ytra fiskidagaleið 1.771 Bólkur 3 Línuskip yvir 110 tons 1.979 Bólkur 4 Útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu 1.685 Bólkur 4 T Útróðrarbátar størri enn 40 tons og framtøku minni enn 500 HK á veiðu við troli 1.358 Bólkur 5 Útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu við húki, umframt 1.843 fiskidagar markaðir til ikki fult riknar útróðrarbátar 7.613 Til spurning 2 Skipað tilfar er ikki tøkt til at svara hesum spurningi um húkatal og troltímar á landgrunninum í fiskiárinum 2023 samanborið við fiskiárið 1997/1998. Keldan til upplýsingar um húkatal og troltímar er tað, sum fiskifør føra í veiðidagbókina. Í 1997 vóru reglurnar um veiðidagbøkur í 1997/1998 galdandi fyri fiskifør 110 BRT ella meira. Verandi reglur frá 2020 áleggja øllum føroyskum fiskiførum, útróðrarbátar undir 15 tons í bólki 5 í fiskidagaskipanini undantiknir, at føra og senda myndugleikanum veiðidagbók. Tí var tað í 1997/1998 ein nógv minni partur av fiskiførunum í dagaskipanini, sum høvdu skyldu at føra veiðidagbók, enn í 2023. Tí er ivasamt, um tað ber til at samanbera hesi bæði fiskiárini við atliti at samlaðum húkatali ella troltímum í fiskidagaskipanini. Lagt kann vera afturat, at Havstovan hevur ikki tilfar tøkt at svara spurninginum. Tær veiðidagbøkur, sum tey hava tøkar, verða nýttar til lutfalslig tøl (veiða upp á roynd). Til spurning 3 Fyrst er at siga, at eg skilji ”veiðitrýst” sum tað mátið, fiskifrøðingar brúka til at lýsa lutfallið millum veiðu og stødd á fiskastovninum. Tað vil m.a. siga, at tá ið stovnurin er í minking ella lítil, so kann vera stórt veiðitrýst á stovnin, hóast samlaða veiðan er lítil í mun til søguligu veiðuna. Havstovan ger regluligar metingar av høvuðsfiskastovnum á landgrunninum – toski, hýsu og upsa. Tá meta tey eisini um veiðitrýstið. Havstovan upplýsir, at veiðitrýstið fyri tosk og hýsu er nøkulunda tað sama frá 1997 til 2023, um sæð verður burtur frá sveiggjunum. Nærri sæst um veiðitrýst í Tilmæli frá Havstovuni um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024, sum er tøkt á www.hav.fo/wp-content/uploads/2024/01/Tilmaeli2024-1.pdf. Lagt kann vera afturat, at onnur mát, sum oftani verða brúkt, tá metast skal um støðuna ella gongdina í fiskidagaskipanini, eru veiðievni og veiðiorka. Veiðievni er eitt mát fyri veiðu pr. brúktan fiskidag ella tað veiðitrýst, hvørt fiskifar fremur hvønn fiskidag. Veiðiorka er samlaða orkan, ið tøk er til fiskiskap, t.d. talið av fiskiførum í -- 2 of 3 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 3/3 skipanini, tal av fiskidøgum ella nøgd av húkum/troltímum. Landsstýrismanninum kunnugt er onki skipað og dagført tilfar tøkt, ið lýsir veiðiorku og veiðievni í flotanum í fiskidagaskipanini frá 1997 til í dag. Til spurning 4 Tað er ringt at meta um, um lutfalsliga lágu landingartølini av botnfiski av landgrunninum seinnu árini kunnu hugsast at hava samband við veiðitrýst og friðaðar/stongdar fiskileiðir á landgrunninum. Trolfriðingarnar eru við til at minka um veiðitrýstið á fiskastovnar á landgrunninum, eins og tær ávirka fiskimøguleikarnar hjá fiskiførum í dagaskipanini. Her er tó vert at hava í huga, at fremsta endamálið við gýtingarfriðingum og teimum trolfriðingunum, sum komu í 1990’unum, ikki hevur verið at stýra veiðitrýstinum (í fiskifrøðiligari merking), ella hvussu nógv vit fiska av stovninum. Endamálið er at verja toskin í gýtingini ella at skilja sundur reiðskap - húk og trol - sum illa fær verið á somu leiðum samstundis. Í metingum í sambandi við avreiðingar av botnfiski á landgrunninum er vert at taka við onnur viðurskifti enn tey, spyrjarin nevnir. Natúrligu umstøðurnar, hiti føði o.a., hava nógv at siga fyri t.d. støddina á gýtingarstovninum, tilgongd til stovnin og vøksturin hjá einstaka fiskinum, og harvið eisini, hvussu nógv er til av toski, hýsu ella upsa á grunninum. Í eini samlaðari meting er eisini viðkomandi at hyggja at gongdini í veiðiorku og veiðievnum í fiskidagaskipanini á landgrunninum. Fiskiførini omanfyri 15 tons í fiskidagaskipanini eru nógv færri í dag enn í t.d. 1997. Samlaða talið av fiskidøgum er eisini minni. Men eins og í sambandi við spurning 3, eru landsstýrismanninum kunnugt, ongar dagførdar kanningar tøkar, sum kundu givið betri grundarlag fyri at lýsa støðuna og gongdina í skipanini. Dennis Holm landsstýrismaður -- 3 of 3 --
029.24 Spm til D. Holm frá B. á Lakjuni - Fiskidagar, friðaðar ella stondar leiðir og veiðitrýst.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Fiskidagar, friðaðar/stongdar fiskileiðir og veiðitrýst Spurningar: 1. Hvussu nógvir dagar vóru í fiskidagaskipanini í 1997, og hvussu nógvir dagar vóru í skipanini í 2023? 2. Hvussu nógvir húkar vórðu settir á landgrunninum í 2023 sammett við í 1997; og hvussu nógvir troltímar vóru á landgrunninum í 2023 í sammett við í 1997? 3. Er veiðitrystið á landgrunninum økt ella minkað hesi 26 árini frá 1997 til 2023? 4. Kunnu lágu landingartølini seinnu árini hugsast at hava nakað samband við veiðitrýst og friðaðar/stongdar fiskileiðir á landgrunninum? Viðmerkingar: Landingartølini – serliga fyri tosk og hýsu – hava ikki verið serliga høg seinnu árini, ikki minst tá sammett verður við t.d. góðu toskaárini 1996-1997. Javnan er frammi um niðurfiskaðar stovnar vegna ov høgt veiðitrýst, og ferð eftir ferð eru frægastu fiskileiðir vorðnar stongdar/friðaðar – serliga fyri trol. Onkrar av hesum søguliga bestu fiskileiðum hava verið friðaðar/stongdar í mong ár. Hesi átøk sýnast at vera besta – ella kanska at síggja til einasta – amboð hjá serfrøðini til tess at minka um veiðitrýstið og fáa fiskastovnarnar aftur at vaksa. Tá friðað/stongt og avmarkað hevur verið í eftirhondini mong ár, og tað framvegis ikki sær út til, at landingartølini gerast hægri, so er tíð til at seta spurningar við átøkini. Hví kemur so lítið av fiski upp á land? Er veiðitrýstið ov høgt? Er tað vaksandi? Sýnast fiskastovnarnir at koma fyri seg við teimum átøkum, sum eru framd? Tískil verða hesir spurningar settir avvarðandi landsstýrismanni. Á Løgtingi, 13. septembur 2024 Bárður á Lakjuni -- 1 of 1 --