52-028/2024
Meritútbúgving innan námsfrøði í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. sep. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
028.24 Svar frá D. N. Joensen til A. Olsen - Meritútbúgving innan námsfrøði.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 25. september 2024 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-88 100 Tórshavn Viðgjørt: TB Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-028/2024 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, eftir § 52a í Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um Meritútbúgving innan námsfrøði í Føroyum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Verður arbeitt við at skipa eina meritútbúgving fyri námsfrøðingar (professiónsbachelor) í Føroyum? 2. Um ja, nær og hvussu er ætlanin at skipa hetta? Svar Til 1 og 2: Í stuttum kann sigast, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið ikki arbeiðir við at skipa eina meritútbúgving fyri námsfrøðingar í Føroyum. Hetta er nakað, sum kommunurnar sjálvar hava tikið stig til, og sum ikki hevur verið partur av arbeiðinum í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur tó arbeitt við námsfrøðiliga økinum í aðrar mátar, t.d. við dupultu upptøkuni á námsfrøðiútbúgvingini, sum játtan varð latin til í fjør, tá tveir flokkar fyri fyrstu ferð vóru tiknir inn. Umsøkjaratalið hevur tó verið nakað lægri enn væntað, hóast grundarlag var mett fyri dupultu upptøkuni, og harafturat er fráfallið á útbúgvingini eisini økt. Hetta gevur orsøk at halda, at tørvur er á at eftirmeta leistin, og møguliga at endurskoða dupultu upptøkuna, og her verður eisini hugt at ymiskum møguleikum. Á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður arbeitt við einum uppskoti um, hvussu núverandi útbúgving kann styttast, sum eitt eyka útbúgvingartilboð afturat tí vanligu bachelorútbúgvingini í námsfrøði. Hetta er eftir einum diplom-leisti, sum tryggjar, at tann stytta útbúgvingin er fult í samsvari við vanligu námsfrøðiútbúgvingina, og at diplomútbúgvingin kann góðskrivast inn á bachelorútbúgvingina í sínum fulla líki. Diplomútbúgvingin er tá á bachelorstøði, tó at hon ikki gevur færri ECTS. Hetta krevur tó nærri viðgerð og fyrireiking, áðrenn endalig støða verður tikin, tí við einum slíkum leisti fylgja fleiri spurningar. Eitt nú er vert at kanna, um útbúgvingin skal hava somu breidd sum -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 vanliga námsfrøðiútbúgvingin, ella um ein slík útbúgving heldur skal leggja sín dent á eitt ávíst og meiri avmarkað námsfrøðiligt øki. Leisturin er tó ikki ókendur, tí hann er royndur áður við verkfrøðiútbúgvingini í KT, sum í 2022 varð skipað í styttri og meira praktiskari útgávu, nevniliga diplomútbúgvingini í web-menning. Eisini er vert at nevna, at tað verður arbeitt við at skapa yvirgongd frá Heilsuskúla Føroya til Fróðskaparsetur Føroya, soleiðis at tey, sum t.d. lesa til námsfrøðihjálpara, kunnu fáa atgongd til námsfrøðiútbúgvingina á Setrinum. Væntandi verður hetta eisini viðvirkandi fyri einari øktari tilgongd til námsfrøðiliga økið. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
028.24 Spm til D. N. Joensen frá A. Olsen - Meritútbúgving innan námsfrøði.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Meritútbúgving innan námsfrøði í Føroyum Spurningar: 1. Verður arbeitt við at skipa eina meritútbúgving fyri námsfrøðingar (professiónsbachelor) í Føroyum? 2. Um ja, nær og hvussu er ætlanin at skipa hetta ? Viðmerkingar: Sambært Búskaparráðnum, so fara tað at mangla 700 starvfók innan heilsu- og umsorganarøkið og dagstovnaøkið tey komandi 10 árini. Tí eiga vit at skipa okkara útbúgvaringarskipan soleiðis, at vit megna at lofta komandi avbjóðingum. Dagstovnalógin sigur, at tað skulu vera 2/3 námsfrøðingar, sum skulu arbeiða á dagstovnaøkinum, men støðan er tann, at vit sum samfelag langt frá halda hesa lógaráseting, og hóast fleiri flokkar eru raðfestir á námsfrøðiligu útbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, so røkka vit framvegis ikki málinum. Ásannandi hesa avbjóðing fór Tórshavnar kommuna tískil undir eina meritútbúgving í Danmark í februar í ár, har starvfólk innan dagstovnaøkið kunnu fara til Danmarkar at fáa eina meritútbúgving, sum er, at tær royndir, tú hevði gjørt tær á dagstovnaøkinum, kundu teljast við í tína útbúgving. Talan er um eina sokallaða professiónsbachelor, ið telur 160 ECTS stig og tekur 3,5 ár, ella 7 semestur. Ímeðan tú lesur skalt tú 2 ferðir í starvsvenjing hvørt semestur og fært løn, meðan tú tekur útbúgvingina, tó ikki meðan tú ert í skúla. Tú kanst taka útbúgvingina á netinum, og skalt bert til Danmarkar í eina viku í byrjanini og í endanum av einum semestri. Tað vóru 21 persónar, sum byrjaðu at taka hesa útbúgving í februar í ár, og væntandi verða tað 25 persónar, ið verða tiknir upp komandi ár. Sum samfelag eiga vit tó at skipa okkara útbúgvingar soleiðis, at vit í størsta mun kunnu taka hesar útbúgvingar í Føroyum, heldur enn at verða noydd at senda fólk av landinum. Hesa meritútbúgving/profesissiónsbachelor hevði verið upplagt, at vit kundu skipa í Føroyum og tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 13. september 2024 Annika Olsen -- 1 of 2 -- -- 2 of 2 --