52-027/2024
Uppboðssøla av húsum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. sep. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
027.24 Svar frá H. Hoydal til S. Nolsø - Almennar uppboðssølur á húsamarknaðinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð TINGANES • FO-100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Føroya Løgting Tinghúsvegur 1-3 Tórshavn Tórshavn, 23. september 2024 J.nr.: 24/21440 Svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-027/2024 frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, um almennar uppboðssølur á húsamarknaðinum Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvør lóg skipar uppboðssølu av húsum í Føroyum? 2. Hvørjum reglum skulu húsasølufólk fylgja, og er nakað, sum sigur, at øll boð, sum koma á ognir, skulu gerast almenn? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera tað so, at afturlatnar uppboðssølur av ognum eisini verður ein møguleiki? Svarað verður undir einum: Keyp og søla av fastogn er skipað við løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a. Løgtingslógin er galdandi fyri vinnuligt útboð og sølu av fastogn, fyri vinnuliga mekling í sambandi við keyp og sølu av fastogn og fyri aðra vinnuliga ráðgeving og tænastu í sambandi við keyp og sølu av fastogn. Løgtingslógin ásetur greitt, at einans ognarmeklarar, sum eru skrásettir sbrt. lógini, og advokatar, sum hava rætt til at útinna advokatvirksemi eftir rættargangslógini, hava rætt til vinnuliga at miðla fastogn. Hetta er ásett til tess at tryggja, at bæði keyparar og seljarar hava hóskandi rættartrygd, tá talan er um at keypa og selja so stór virði – aloftast størsta íløgan, sum privatfólk yvirhøvur gera. Løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn hevur nú verið í gildi í 13 ár, og hesa tíðina eru bæði búskapur og bústaðarmarknaður broytt heilt nógv. Samstundis hava vit bæði ta avbjóðing, at fólk tykjast setast aftur at seta búgv í Føroyum, og at tað er tungt at útvega sær egnan bústað, tí kostnaðurin er vaksin so nógv. Landsstýrið metir bústaðartrupulleikarnar sum eitt tað týdningarmesta málið at loysa og fer at leggja fram uppskot til loysnir. Í hesum sambandi er tað viðkomandi at kanna, um løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn er partur av hesum trupulleika. Eg fari tí at taka stig til at eftirmeta lóggávuna á økinum. Verður komið eftir, at lógin er ein trupulleiki, fari eg at taka stig til at broyta hana. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. september 2024 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 1 of 1 --
027.24 Spm til H. Hoydal frá S. Nolsø - Almennar uppboðssølur á húsamarknaðinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Uppboðssøla av húsum Spurningar: 1. Hvør lóg skipar uppboðssølu av húsum í Føroyum? 2. Hvørjum reglum skulu húsasølufólk fylgja, og er nakað, sum sigur, at øll boð, sum koma á ognir, skulu gerast almenn? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera tað so, at afturlatnar uppboðssølur av ognum eisini verður ein møguleiki? Viðmerkingar: Tað gerst alsamt torførari hjá fólki at útvega sær bústað í Føroyum. Fleiri hava víst á tað sum eina høvuðsorsøk til, at fleiri nú aftur leita sær av landinum. Trupulleikarnir á bústaðarmarknaðinum eru sjálvandi samansettir, og tað er eingin einføld ella einsíðug loysn. Eitt, ið vit áttu at hugt nærri at, eru almennu uppboðssølurnar á bústaðarmarknaðinum. Almennar uppboðssølur hava tað við sær, at fólk eru útsett fyri at spenna boðan meira enn gott er, tí tey fleiri ferðir skulu taka støðu til nýggj boð, sum koma uppá húsini, tey eru áhugað í. Almenn boð kunnu eisini hava við sær, at fólk, sum bjóða uppá eini sethús, skulu í eina almenna kapping við fólk, sum hava nóg mikið av tiltakspeningi at keypa frítíðarhús fyri. Almennar uppboðssølur gera eisini, at hús, sum frammanundan eru dýr, ofta dýrka meir enn helst gott er, tí eitt prískríggj stendst av støðuni. Samanumtikið kann sigast, at húsamarknaðurin í Føroyum er fyrst og fremst til fyrimunar fyri seljarar. Talan skal sjálvandi ikki verða um at avtaka marknaðin, men heldur skumpa hann eitt sindur longri móti miðuni, so bæði keyparar og seljarar kunnu kenna sæl væl til rættis á honum. Á Løgtingi, 13. september 2024 Sólvit E. Nolsø -- 1 of 1 --