← Løgtingsmál

52-026/2024

Marknaeftirlit og «Heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum»

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
026.24 Svar frá A. V. Johannesen til B. á Lakjuni - Marknaeftirlit og Heildarætlanin um rúsevismisnýtslu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 026/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um marknaeftirlit og «Heildarætlanin um at fyribyrgja og
tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum»
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. 	Í Heildarætlanini verða tørvir hjá TAKS lýstir: Tørvur er m.a. á profileringsskipan, skannarum av
ymiskum slagi, rúmsáttari hølum á flogvøllinum og á havnarlagnum í Havn. Er nakað tí framt, ið
TAKS ynskir?
2. 	Hvør er metti kostnaðurin av øllum tí, ið TAKS metir vera neyðugt fyri at fáa styrkt um
marknaeftirlitið sum best?
3. 	Undanfarni løgmaður segði, at vit hava ikki ráð at bíða – hvat sigur núverandi løgmaður?
Svar:
Fyri at svara spurningi 1 og 2 havi eg vent mær til Fíggjarmálaráðið, sum varar av TAKS. Fíggjarmálaráðið
upplýsir fylgjandi:
Til spurning 1
“TAKS hevur ikki fingið serstaka játtan til at røkka málini í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma
rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022-2028. Tó hækkaði játtanin til økt tolleftirlit við 500 tús. kr. í 2024.
TAKS hevur í 2023 og 2024 arbeitt við at fáa til vega eina profileringsskipan, men hetta hevur víst seg at
vera eitt trupult mál at arbeiða við. Enn fyriliggur ikki nakað ítøkiligt í hesum máli.
Í 2022 keypti TAKS nýggjan skannara til eftirlitshølið á Farstøðini, og í 2023 keypti TAKS nýggjan
skannara til eftirlitshølið á Posta. Harafturat hevur TAKS leypandi roynt eftir førimuni at keypt aðra
neyðuga eftirlitsútgerð.
Tórshavnar Havn og Smyril Line eru nýliga farin undir at byggja nýggj høli á eystaru bryggju í Havn.
Nýggj eftirlitshøli til TAKS eru partur av hesari byggiverkætlanini.
Dagføringin av eftirlitshølunum hjá TAKS á flogvøllinum er ikki byrjað, men arbeitt verður við at fáa
hetta við í langtíðarætlanirnar hjá Vága Floghavn fyri flogvallarøkið og terminalin. TAKS arbeiðir við
málinum um møguligt keyp av bingjuskannara og hevur ikki tikið støðu til hetta málið.”

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Til spurning 2
“At fáa til vega eina profileringsskipan varð mett at kosta um 3 mió. kr. í 2022. Torført er at gera nýggja
og dagførda kostnaðarmeting. Tó er hugsandi, at kostnaðarmetingin eigur at verða hækkað nakað.
Nýggjur bingjuskannari er mettur at kosta væl omanfyri 2 mió. kr., sum var kostnaðarmetingin í 2022, tá
ið Heildarætlanin varð skrivað. At dagføra ymiskar skannarar hjá TAKS og at keypa aðra neyðuga
eftirlitsútgerð varð mett at kosta um 1,6 mió. kr. í 2022. Skannarar og onnur neyðug eftirlitsútgerð eru
lutvíst dagførd síðani 2022.”
Til spurning 3
Eg eri samdur við spyrjaranum í at talan er um eitt sera týdningarmikið mál, og tað er neyðugt, at vit øll
somul taka tøk til at basa innflutningin og misnýtslu av rúsevnum, soleiðis at vit kunnu venda gongdini.
Lat onga iva vera um, at ungdómurin er okkara framtíð, og tí kunnu vit ikki liva við at ung detta
niðurímillum. Hetta var eisini tí at sitandi landsstýrið, á fyrsta sinni, raðfesti at seta á stovn eitt barna- og
útbúgvingarmálaráð, sum hevur ábyrgd av økinum. Víst verður í hesum sambandi til svarið frá
landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum til skrivliga fyrispurning 52-006/2023 um sama evni.
Í Tinganesi, 20. september 2024
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 2 of 2 --
026.24 Spm til A. V. Johannesen frá B. á Lakjuni - Marknaeftirlit og Heildarætlanin um rúsevismisnýtslu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Marknaeftirlit og «Heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu
í Føroyum»
Spurningar:
1. Í Heildarætlanini verða tørvir hjá TAKS lýstir: Tørvur er m.a. á
profileringsskipan, skannarum av ymiskum slagi, rúmsáttari hølum á
flogvøllinum og á havnarlagnum í Havn. Er nakað tí framt, ið TAKS ynskir?
2. Hvør er metti kostnaðurin av øllum tí, ið TAKS metir vera neyðugt fyri at fáa
styrkt um marknaeftirlitið sum best?
3. Undanfarni løgmaður segði, at vit hava ikki ráð at bíða – hvat sigur núverandi
løgmaður?
Viðmerkingar:
«Rúsevni floyma inn í samfelagið» var yvirskrift í Kvf í apríl í ár. «Rúsevni floyma,
har fólk savnast» segði leiðarin fyri RÓWT í juli í ár. «Rúsevni floyma enn inn í
landið» var forsíðan á Sosialinum í júst farnu viku. Kanningardeildin hjá løgregluni
sigur, at nøgdirnar av rúsevnum gerast alsamt størri.
Gongdin er ikki góð, kann sostatt staðfestast. Hóast tøk eru tikin á rúsevnisøkinum
fyri at basa bæði innflutningi og misnýtslu, so tykist tað góða at tapa, og óndskapurin
at vinna. Tað er eyðsýniliga neyðugt at seta enn harðari móti hørðum, tí bara seinastu
tvey árini er m.a. lagt hald á tvífalt so stórar nøgdir av hashi sum tey átta undanfarnu
árini tilsamans, sambært Kvf í apríl í ár. Nøgdin av harðari rúsevnum er eisini
markant hækkað.
Í mars 2022 varð «Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevinsmisnýtslu í
Føroyum 2022-2028» handað táverandi løgmanni, Bárði á Steig Nielsen.
Heildarætlanin inniheldur 58 tilmæli innan hesi fimm átaksøki: Fyribyrging, viðgerð,
eftirlit, revsifulnaður og vitanargrundarlag. “Í Føroyum kunnu vit als ikki liva við, at
ung detta niðurímillum. Vit síggja tíverri, at hetta hendir. Nú hava vit fingið nøkur
greið tilmæli og góð amboð. Tað fegnist eg um, tí vit mugu gera nakað við
trupulleikan beinanvegin. Vit hava ikki ráð at bíða,” røddi løgmaður tá heildarætlanin
varð handað.
Bæði politi og tollvald gera nógv fyri at steðga innflutninginum av ólógligum
rúsevnum. Tó metir politiið sambært Heildarætlanini, at myndugleikarnir bert steðga
einum lítlum parti av innflutninginum, og at neyðugt er at styrkja marknaeftirlitið.
Hvat verður gjørt á hesum øki?
Á Løgtingi, 13. septembur 2024
Bárður á Lakjuni

-- 1 of 1 --