← Løgtingsmál

52-024/2024

Undantøk í sambandi við verkføll

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
024.24 Svar frá I D. Strøm til H. Abrahamsen - Undantøk í sambandi við verkføll.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 23. september
2024
J. nr.: 24/20841-3
Viðgjørt:
Tygara skriv:
Svar upp á fyrispurning nr. 52-024/2024 eftir § 52a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm,
landsstýriskvinnu, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um undantøk í sambandi við
verkføll
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera semju
um undantøk í sambandi við verkføll?
Svar:
Bæði verandi og undanfarna samgonga hava arbeitt við at fáa partarnar at fara í dialog fyri at finna
eina loysn, ið tekur atlit til bæði tryggleika hjá borgarum og viðurkenda rættin hjá fakfeløgunum
at fara í verkfall. Enn er eingin loysn funnin.
Fortreytin fyri slíkum dialogi er, at hann fer fram í friðartíð. Seinasta tíðin hevur verið merkt av
nógvum samráðingum og verkføllum, og tískil hevur tað ikki verið rætta tíðin at taka upp, hvussu
avbjóðingarnar kunnu loysast. Ætlanin er enn at taka hetta upp til møguliga umrøðu við partarnar,
men tað má verða gjørt í eini tilgongd, har tað eru partarnir, sum í felag koma til eina loysn.
Arbeiðið er ikki slept, men vit ásanna, at slíkar semjur verða best funnar í friðartíð.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

-- 1 of 1 --
024.24 Spm til I D. Strøm frá H. Abrahamsen - Undantøk í sambandi við verkføll.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Undantøk í sambandi við verkføll
Spurningar:
1. Hvussu langt er arbeiðið komið við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at
gera semju um undantøk í sambandi við verkføll?
Viðmerkingar:
Av og á verða uppskot løgd fyri Løgtingið um at geva undantøk í verkfalsstøðum. Hesi
uppskot verða vanliga løgd fram og skundviðgjørd, meðan verkføll eru. Seinast hetta
hendi, var í novermber í fjør í sambandi við verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Tað er óheppið, at Løgtingið skal kenna seg noytt til at samtykkja undantøk við lóg, og
allir partar eru helst samdir um, at avtala átti at verið gjørd millum partarnar á
arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at undantøkini vóru avtalað frammanundan.
Royndir eru fyrr gjørdar at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at tosa saman um hetta,
men tað hevur ikki borið á mál. Helst eru feløg bangin fyri at missa ein trumf í sambandi
við verkføll. Hinvegin mugu vit ásanna, at seinastu árini hava víst, at líkamikið hvør
samgonga situr við ræðið, so verða lógaruppskot um undantøk samtykt. Tí hevði tað
verið betri fyri allar partar, um undantøkini lógu í føstum kørmum.
Sjálvandi vilja fakfeløgini krevja nakað afturfyri eina slíka avtalu, og tann prísin mugu
vit gjalda. Gera vit ikki tað, fara hjálparleys fólk framhaldandi at koma í klemmu
orsakað av eini ósemju.
Í januar í ár setti eg landsstýriskvinnuni ein munnligan fyrispurning, har spurt var, um
landsstýriskvinnan arbeiddi við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera semju
um undantøk í sambandi við verkføll. Landsstýriskvinnan svaraði, at hon ætlaði at taka
arbeiðið upp í næstum.
Nú vandi aftur er fyri einum verkfalli, sum kann fáa stórar avleiðingar, verður spurt,
hvussu langt arbeiðið er komið við at fáa semju um undantøk í sambandi við verkføll.
Á Løgtingi, 11. september 2024
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --