52-023/2024
Tunnilstoymið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. sep. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
023.24 Svar frá D. Holm til E. Eidesgaard - Tunnilstoymið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 25. september 2024 Mál: 24/20708-3 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-023/2024 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-023/2024 frá Erling Eidesgaard, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um tunnilstoymið Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvat hevur Dalstunnilin, ið tunnilstoymið hevur staðið fyri at bora, samlað, t.e. íroknað eitt nú verkætlanarleiðslu, amboðs- og fíggjarkostnað, kostnað fyri hvønn metur, áðrenn veg og installatiónir? T.e. fyri tað ráa holið, arbeiðstryggjað við boltum og sproytubetongi? 2. Hvat hava, til samanberingar, tunlarnir Norður um Fjall, ið vórðu útbodnir í fríari arbeiðstøku, og eru boraðir í umleið sama tíðarskeiði, samlað kostað fyri hvønn metur av ráum holi, arbeiðstryggjað við boltum og sproytubetongi? 3. Um endamálið við tunnilstoyminum er at strekkja arbeiðið og harvið útreiðslurnar av smærri tunlum yvir fleiri fíggjarlógir, ætlar landsstýrismaðurin so at kanna, um tað ber til at bjóða arbeiðið út, har slíkur fíggingarleistur er ein fortreyt í útboðnum? Svar til spurning 1 Tunnilsliðið hjá Landsverki fór í november 2020 undir at gera eina nýggja farleið til Dals, og tunnilin varð skotin ígjøgnum 9. november 2023. Sjálvt arbeiðið at bora Dalstunnilin byrjaði tíðliga í 2021. Tunnilin er 2165 metrar langur, og tilhoyrandi vegagerð er 300 metrar. Samlaðu útreiðslurnar frá januar 2021 til september 2024 eru sambært Landsverki umleið 88 mió. kr. Nakað er eftir at tryggja í tunlinum, ið er mett at kosta millum 1 og 2 mió. kr. Hinvegin eru útreiðslur við í teimum 88 mió. kr., ið ikki hoyra til sjálvt tunnilsarbeiðið. Tað er vegarbeiðið á Skálavíkarvegnum og vegabreiðkan í Húsavík og Dali uppá umleið 2,5 kilometrar. Tað er trupult at meta neyvt um kostnaðin av hesum, tí fólk og maskinur hava verið brúkt bæði til tunnilsgerð og vegagerð, men mett verður, at hetta hevur kostað í øllum førum 6 mió. kr. -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Kostnaðurin fyri tunnilin er tí eini 84 mió. kr. (88 + 2 – 6 mió. kr.). Longdin á tunlinum er 2.165 metrar, og tískil er kostnaðurin 84 mió. kr./2165 m = 38.800 kr. fyri meturin. Í prísinum er eisini leigukostnaður fyri maskinur, sum svarar á leið til avskrivingar hjá privatum fyritøkum. Her skal leggjast afturat, at tað eru rættiliga nógvir privatir arbeiðstakarar, ið eru undirveitarar á tunnilsarbeiðinum. Umleið ¾ av teimum 88 mió. kr. eru útgoldnar til privatar veitarar av ymsum slag, til dømis til keyp av spreingievni, fyri koyring av gróti og so framvegis. Svar til spurning 2 Tunlarnir Norður um Fjall eru 4089 metrar samanlagt. Harumframt er vegagerð umleið 1,9 kilometrar. Boriarbeiðið við tunlunum Norður um Fjall er liðugt, men uppgerðin um endaliga kostnaðin millum Landsverk og arbeiðstakaran er ikki liðug. Tó hevur Landsverk gjørt eina kostnaðarmeting av tunlinum, sum er umleið 205 mió. kr. Við í hesum kostnaði er spreinging og tryggjan av tunlinum, byggipláss, fakeftirlit, byggileiðsla og annað, umframt prísvøkstur í byggitíðini. Kostnaðurin er tískil 205 mió. kr./4089 metrar = 50.136 kr. fyri hvønn metur. Her skal tó leggjast afturat, at tunlarnir Norður um Fjall eru 1 metur breiðari enn Dalstunnilin. Rúmdin á sprongda tunlinum er tí umleið 65 m3 fyri hvønn metur í tunlunum Norður um Fjall í mun til umleið 61 m3 í Dalstunlinum. Kostnaðarmetingarnar skulu takast við fyrivarni. Viðvíkjandi Dalstunlinum er ikki beinleiðis skynað millum tunnilsgerð og vegagerð uttan fyri tunnilin. Viðvíkjandi tunlunum Norður um Fjall er endaligi kostnaðurin ikki gjørdur upp. Svar til spurning 3 Tá tunlar skulu byggjast verður verklagslóg gjørd, sum ásetur samlaða kostnaðin fyri verkætlanina. Endamálið við verklagslógum er, at landsstýrismaðurin (Landsverk) kann gera fíggjarliga bindandi avtalur yvir ár fyri alla verkætlanina. Íløguætlan landsins ásetur árligu játtanina til tunnilsarbeiðið, sum arbeiðstakarin eisini bindur seg til at halda í sáttmálum. Í prinsippinum skal tunnilsarbeiðið steðga, tá árliga játtanin er brúkt, men eykajáttan verður at kalla altíð veitt, soleiðis at arbeiðið kann halda fram uttan steðg. Játtanin verður framskundað. Tað er bíligari fyri landskassan, verkætlanin verður skjótari liðug, og samfelagið fær skjótari gagn av íløguni. Dennis Holm landsstýrismaður -- 2 of 2 --
023.24 Spm til D. Holm frá E. Eidesgaard - Tunnilstoymið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Tunnilstoymið Spurningar: 1. Hvat hevur Dalstunnilin, ið tunnilstoymið hevur staðið fyri at bora, samlað, t.e. íroknað eitt nú verkætlanarleiðslu, amboðs- og fíggjarkostnað, kostað fyri hvønn metur, áðrenn veg og installatiónir? T.e. fyri tað ráa holið, arbeiðstryggjað við boltum og sproytubetongi? 2. Hvat hava, til samanberingar, tunlarnir Norður um Fjall, ið vórðu útbodnir í fríari arbeiðstøku, og eru boraðir í umleið sama tíðarskeiði, samlað kostað fyri hvønn metur av ráum holi, arbeiðstryggjað við boltum og sproytubetongi? 3. Um endamálið við tunnilstoyminum er at strekkja arbeiðið og harvið útreiðslurnar av smærri tunlum yvir fleiri fíggjarlógir, ætlar landsstýrismaðurin so at kanna, um tað ber til at bjóða arbeiðið út, har slíkur fíggingarleistur er ein fortreyt í útboðnum? Viðmerkingar: Í tíðindaskrivi um ársskiftið rør Vinnuhúsið fram undir, at tunnilstoymið borar dýrari tunlar, enn um tunlarnir verða bodnir út í fríari arbeiðstøku. Er tað veruliga so, sum Vinnuhúsið heldur uppá, so høvdu vit sostatt kunnað borað hesar smærru tunlar fyri lægri kostnað. Vit høvdu altso fingið fleiri metrar fyri somu pengar. Ætlanin er, at tunnilstoymið í næstum skal fara undir at bora Tjørnuvíkartunnilin. Tí er umráðandi at vita, um hetta veruliga er tann fíggjarliga skilabesti leisturin. Tí verður spurt. Á Løgtingi, 10. september 2024 Erling Eidesgaard -- 1 of 1 --