← Løgtingsmál

52-022/2024

Heildarætlan um fólkavøkstur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
022.24 Svar frá A. V. Johannesen til A. Olsen - Heildarætlan um fólkavøkstur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 022/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um Heildarætlan um fólkavøkstur
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Eru ætlanir um at gera eina nýggja heildarætlan um fólkavøkstur?
2. 2.Um ja, nær kann væntast, at hetta arbeiðið verður liðugt?
Svar til spurning 1 og 2:
Løgmaður tekur ábendingarnar um, at fólkavøksturin er vorðin minni í størsta álvara, og ivast ikki í, at
Heildarætlanin - fólkaflyting og fólkavøkstur í 2013, hevur havt eina ávísa ávirkan á fólkavøksturin, sum
verið hevur í Føroyum seinnu nógvu árini.
Tað er tó umráðandi, at tíð og orka verður løgd í at fremja tilmælini í ætlanini og at loysa avbjóðingarnar,
sum nú hómast, heldur enn at gera fleiri ætlanir.
Vit hoyra hvønn dag um haldførisavbjóðingarnar.
Haldførið snýr seg sjálvandi um krónur og oyru, men so sanniliga eisini um at skapa eitt samfelag, sum
er kappingarført um fólkið.
Samgongan hevur longu sett inn við átøkum, sum skulu gera Føroyar kappingarførar um fólkið og harvið
betri førar fyri at møta teim haldførisavbjóðingum, sum liggja fyri framman.
Málið er, at Føroyar skulu hava ein kappingarføran arbeiðsmarknað, eitt kappingarført lestrarumhvørvi
og ein kappingarføran bústaðarmarknað.
Vit hava framt eina skattaumskipan, sum ger føroyska arbeiðsmarknaðin meira kappingarføran um
arbeiðsmegina.
Eisini er eitt munandi lønarlyft latið lágløntum á umsorgarnarøkinum, sum skal viðvirka til, at vit í
framtíðini kunnu hava nóg mikið av starvsfólki til at taka sær av okkara vælferðarkjarnuuppgávunum á
eldraøkinum og dagstovnaøkinum.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Ferð er eisini sett á arbeiðið at skapa eitt spennandi og kappingarført lestarumhvørvi, har okkara
ungdómur fær møguleikar at búleikast á einum Kampusøki, eins og vit kenna tað uttanlanda.
Harumframt verður arbeitt við at styrkja samstarvið millum Setrið, Sjúkrahúsverkið og arbeiðsmarknaðin
sum heild, við tí fyri eyga at skapa fleiri arbeiðs- og granskingarmøguleikar í Føroyum.
Ein tann størsta og mest kompleksa avbjóðingin er helst at fáa ein kappingarføran bústaðarmarknað.
Fleiri samgongur hava gjørt átøk at skapa ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað, men enn er nakað eftir
á mál.
Løgtingið hevur í vár samtykt at geva kommunum heimild til saman við Bústøðum at stovna
almannagagnlig bústaðarfeløg.
Tvey lógaruppskot eru ávegis í Løgtingið, sum skulu heimila kommununum at áseta gjald fyri
tænastuveitingar á tóm hús og at áleggja bústaðarskyldu á nýggjar útstykkingar.
Bústaðarpolitikkur landsins verður nú dagførdur. Í hesum sambandi verður arbeitt víðari við loysnum,
sum skulu gera tað møguligt at gagnnýta verandi bústaðarmarknað betri, og eisini verður spurningurin
um eina møguliga skipan við býlisstuðli viðgjørdur.
Avbjóðingarnar mugu møtast og loysast í felag – tvørtur um floksmørk og valskeið.
Løgmaður fegnast tí um, at flokkarnir hava tikið væl ímóti áheitanini um at luttaka í tvørpolitiska
arbeiðinum um átøk at betra um haldførið.
Í heyst verður fokus sett á pensjónsaldur, skipanina við rentustuðli og fíggjarpolitiskt regluverk.
Síðani verður skjøtul settur á nýskipanir og effektivisering av almenna geiranum.
Hetta er eitt arbeiði, sum krevur, at allir flokkar tora at fyrihalda seg til viðkomandi og viðkvæmar
spurningar um, hvørt almennu skipanirnar í Føroyum hóska til støddina á samfelagnum, ella um tíðin er
komin til at umskipa almenna geiran.
Arbeiðið snýr seg so sanniliga eisini um, hvussu vit fáa okkara ungdóm at velja Føroyar til.
Í Tinganesi, 20. september 2024
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 2 of 2 --
022.24 Spm til A. V. Johannesen frá A. Olsen - Heildarætlan um fólkavøkstur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52 a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Heildarætlan um fólkavøkstur
Spurningar:
1. Eru ætlanir um at gera eina nýggja heildarætlan um fólkavøkstur?
2. Um ja, nær kann væntast, at hetta arbeiðið verður liðugt?
Viðmerkingar:
Fólkavøkstur og búskaparvøkstur hanga neyvt saman, og tí er tað umráðandi, at vit sum
samfelag áhaldandi tryggja, at hesin fólkavøkstur heldur áfram. Seinastu árini hevur
stórur fólkavøkstur verið í Føroyum, men tað eru greið tekin um, at hesin fólkavøkstur
ikki er eins stórur og undanfarin ár. Hetta sæst m.a. við fallandi burðaravlopinum.
Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, er tað lægsta síðan 2004. Meðan
burðaravlopið var 300 í 2004, er tað í løtuni 161.
Somuleiðis eru tekin at síggja millum tey ungu, at tey í størri mun ynskja at fara av
landinum at lesa. Í kanning, sum Glasir gjørdi í vár, vísti tað seg, at 60 % av teimum
ungu ynskja at fara av landinum at lesa eftir lokna studentaútbúgvning. Tá ein so stórur
partur av okkara ungdómi ynskir at fara av landinum at lesa, er vandi fyri, at ein stórur
partur ikki kemur heim aftur eftir loknan lesnað. Harumframat hava vit eitt skeiklað
kynsbýti, har vit mangla yvir 2000 kvinnur í føroyska samfelagnum.
Í 2013 gjørdi tásitandi landsstýri eina heildarætlan, «Fólkafráflyting og fólkavøkstur».
Endamálið var at gera átøk, sum kundu vera við til at gera Føroyar meira lokkandi at
búgva í. Í dag síggja vit tíverri nøkur av teimum somu teknunum, sum vit sóu í 2013,
og tí ræður um at seta skjótt inn, soleiðis at átøk kunnu gerast til tess at bøta um støðuna
í tøkum tíma. At tryggja framhaldandi fólkavøkstur hevur eisini týdning fyri fíggjarliga
og búskaparliga haldførið hjá landinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur løgmanni.
Á Løgtingi, 9. september 2024
Annika Olsen

-- 1 of 1 --