52-021/2024
Um mótrokning í fólkapensjón
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. sep. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
021.24 Svar frá S. Stenberg til Hans Jacob - Mótrokning í fólkapensjón.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagf.: 20. august 2024 Mál: 24/18383 Viðgjørt: Nr. 52-021/2024 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-021/2024 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður - Um mótrokning í fólkapensjón Spurningar: 1. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at strika mótrokningina í arbeiðsinntøku hjá fólkapensjonistum? 2. Við verandi reglum um mótrokning, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonistur, sum hevur eina arbeiðsinntøku á ávikavist 20.000 kr. um mánaðin, 27.000 kr. um mánaðin og 35.000 kr. um mánaðin, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjónistur, við somu inntøkum. 3. Um mótrokningin verður strikað, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonsistur við somu arbeiðsinntøku, sum í spurningi 2, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjonistur. Svar 1. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at strika mótrokningina í arbeiðsinntøku hjá fólkapensjonistum? Tað ber ikki til hjá landsstýriskvinnuni ella Almanna- og mentamálaráðnum at meta um samlaðu fíggjarligu avleiðingar fyri føroyska búskapin, um almannapensjónslógin verður broytt soleiðis, at fólkapensjónin ikki verður ávirkað av arbeiðsinntøku. Almanna- og mentamálaráðið kann leysliga meta um stutttíðar avleiðingarnar fyri almannaøkið. Í hesi metingini er ikki lagt upp fyri møguligum meir-skattainntøkum ella øktum ella minkaðum arbeiðsútboði. Við støði í hagtølum fyri inntøkur hjá fólkapensjónistum í 2023 verður leysliga mett, at útreiðslur til fólkapensjón høvdu hækkað við 40-50 mió. kr., um arbeiðsløn ikki var partur av inntøkugrundarlagnum hjá fólkapensjónistum. Tað skal gerast vart við, at persónar við útsettari pensjón ikki eru við í yvirlitinum omanfyri. Ein møgulig avtøka av mótrokning í sambandi við arbeiðsinntøku, hevði havt við sær, at skipanin við útsettari pensjón ikki gav meining, og tí høvdu øll við útsettari pensjón væntandi fingið fulla fólkapensjón. Tað eru í løtuni umleið 500 fólk við útsettari pensjón. Full fólkapensjón til hesi 500 fólkini hevði við stuttum skotbrái havt við sær øktar útreiðslur á umleið 50 mió. kr., sum sostatt skuldu -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Síða 2 av 2 verið lagdar aftrat metingini omanfyri. Tað skal tó viðmerkjast, at her er talan um eina framflyting av útreiðslum, sum annars høvdu komið seinni. Fyri tveimum árum síðani svaraði táverandi landsstýrismaður einum líknandi spurningi (52- 178/2021), har spurt varð eftir upphæddini, ið var mótroknað í fólkapensjónini vegna arbeiðsinntøku. Upphæddin, ið varð upplýst tá, var hægri enn metingin í hesum svari. Tann upphæddin vísti, hvussu stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá øllum fólkapensjónistum, ið vórðu mótroknaðir, stavaði frá arbeiðsløn. Hetta talið kann tó ikki brúkast til at meta um kostnaðin av at strika arbeiðsløn úr inntøkugrundarlagnum hjá fólkapensjónistum. 2. Við verandi reglum um mótrokning, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonistur, sum hevur eina arbeiðsinntøku á ávikavist 20.000 kr. um mánaðin, 27.000 kr. um mánaðin og 35.000 kr. um mánaðin, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjónistur, við somu inntøkum. Fyri at samanbera løntakara, sum ikki er pensjónistur, við ein arbeiðandi fólkapensjónist, sum ger sama arbeiði, er neyðugt at leggja upp fyri, at fólkapensjónisturin fær útgoldið sáttmálaásett eftirlønargjald sum løn. Í dømunum niðanfyri er bundna eftirlønargjaldið sbrt. eftirlønarlógini sostatt lagt aftrat inntøkuni hjá fólkapensjónistum. Eftirlønargjaldið í 2024 er 10 prosent. Inntøka um mánaðin eftir skatt og gjøld Arbeiðsinnt. mdr. Ikki-pensjónistur Fólkapensjónistur Munur 20.000 kr. 12.903 kr. 23.495 kr. 10.592 kr. 27.000 kr. 16.851 kr. 26.234 kr. 9.383 kr. 35.000 kr. 20.839 kr. 29.777 kr. 8.938 kr. Viðm.: Roknað er við miðal kommunuskattaprosenti og íroknað kirkjuskatt 3. Um mótrokningin verður strikað, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonsistur við somu arbeiðsinntøku, sum í spurningi 2, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjonistur. Talvan niðanfyri vísir inntøkur eftir skatt og gjøld, um so er, at skipanin verður broytt soleiðis, at arbeiðsinntøka ikki ávirkar rættin til fólkapensjón. Innt. um mánaðin eftir skatt og gjøld, um arbeiðsinnt. ikki ávirkar rætt til fólkapensjón Arbeiðsinnt. mdr. Ikki-pensjónistur Fólkapensjónistur Munur 20.000 kr. 12.903 kr. 26.864 kr. 13.961 kr. 27.000 kr. 16.851 kr. 30.997 kr. 14.146 kr. 35.000 kr. 20.839 kr. 35.721 kr. 14.882 kr. Tað skal gerast vart við, at flest allir fólkapensjónistar í framtíðini fara at fáa útgoldið pensjón sambært eftirlønarlógini. Hesum er ikki lagt upp fyri í svarinum til spurning 2 og 3. Longu í dag eru nógvir arbeiðandi fólkapensjónistar, ið fáa eina upphædd frá egnari pensjón útgoldna, sum sostatt skal leggjast aftrat upphæddunum til fólkapensjónistar í talvunum omanfyri. Almanna- og mentamálaráðið, 20. august 2024 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
021.24 Spm til S. Stenberg frá Hans Jacob - Mótrokning í fólkapensjón.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Um mótrokning í fólkapensjón Spurningar: 1. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at strika mótrokningina í arbeiðsinntøku hjá fólkapensjonistum? 2. Við verandi reglum um mótrokning, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonistur, sum hevur eina arbeiðsinntøku á ávikavist 20.000 kr. um mánaðin, 27.000 kr. um mánaðin og 35.000 kr. um mánaðin, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjónistur, við somu inntøkum. 3. Um mótrokningin verður strikað, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonsistur við somu arbeiðsinntøku, sum í spurningi 2, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjonistur. Viðmerkingar: Fólkapensjón er sett saman av grundupphædd og viðbót, sum verða ávirkaðar av tí inntøku, sum tú hevur umframt pensjónina. Sitandi samgonga hækkaði markið fyri, hvussu nógv fólkapensjónistar kunnu tjena, uttan at mótroknað verður í pensjónini, úr 45.000 kr. til 61.900 kr. Inntøka omanfyri markið verður mótroknað við 20 prosentum í fyrstu syftu. Javnan eru ynskir frammi um, at fólkapensjonistar eiga at sleppa at arbeiða meira, uttan at verða mótroknaði. Tí hesin fyrispurningur. Á Løgtingi, 9. september 2024 Hans Jacob Thomsen -- 1 of 1 --