← Løgtingsmál

52-020/2024

Skipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
020.24 Svar frá D. N. Joensen til Ey. Samuelsen- Skipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 18. september 2024
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-86
100 Tórshavn Viðgjørt:
Svar
upp á
§ 52a fyrispurning nr. 52-020/2024 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Djóna
Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um skipanina við
sálarfrøðingi á Skúlatrøð.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er royndarskipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð eftirmett ?
2. Hvat sigur eftirmetingin um royndirnar við skipanini, og hvat verður mælt til ?
3. Er ætlanin, at skipanin fer at halda fram á Skúlatrøð ?
Svar
Til 1: Ja, royndarskipanin er eftirmett.
Til 2: Eftirmetingin vísir millum annað, at starvsfólk skúlans hava verið glað fyri skipanina, og tey
meta, at skipanin hevur verið til gagns fyri skúlan og teir næmingar, sum hava brúkt tilboðið.
Henda skipanin hevur verið ætlað næmingum, ið ikki longu eru knýttir at øðrum skipanum, so sum
Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Barna- og Ungdóms Psykiatriini. Eftirmetingin vísir ikki nakra
minking í talinum av næmingum, sum hava tørv á tænastum frá Sernámi ella frá
Undirvísingarstýrinum (heima- og sjúkraundirvísing). Við hesum er ikki sagt, at sálarfrøðitænastan
ikki hevur verið til gagns hjá teimum næmingunum, sum hava brúkt tænastuna hjá sálarfrøðinginum.
Harafturat vísir eftirmetingin, at royndarskipanin er merkt av at vera ein avbyrgd skipan, sum
møguliga ikki á nøktandi støði samstarvar við aðrar skipanir, tó við lutvísum undantaki av samstarvi
við heilsufrøðingarnar.
Royndarskipanin hevur í trý ár kostað uml. 800 túsund krónur. Effektin, sum ikki er staðfest, eigur at
verða sett upp ímóti hesi upphædd.
Kostnaðurin fyri ein skúlasálarfrøðing við einum brøki á 0,4 er á leið 250 túsund krónur. Um ein
líknandi skipan við sálarfrøðingum skal íverksetast kring alt landið, er kostnaðurin á leið 4 millión
krónur og á leið 8 millión krónur fyri eina tilsvarandi skipan í fulla tíð.

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/2
Viðmerkjast skal, at áðrenn Barna- og útbúgvingarmálaráðið aftur fer at seta eina tílíka verkætlan í
verk, fer ráðið at gera greitt, hvat ein tílík eftirmeting skal fevna um.
Til 3: Royndarverkætlanin varð sett í verk við heimild í § 25 í fólkaskúlalógini. Umsóknin frá
skúlanum snúði seg um eitt 3 ára tíðarskeið, og er tað tíðarskeiðið nú lokið.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
020.24 Spm til D. N. Joensen frá Ey. Samuelsen- Skipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Skipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð
Spurningar:
1. Er royndarskipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð eftirmett ?
2. Hvat sigur eftirmetingin um royndirnar við skipanini, og hvat verður mælt til ?
3. Er ætlanin, at skipanin fer at halda fram á Skúlatrøð ?
Viðmerkingar:
Klaksvíkar kommuna, Skúlatrøð og Mentamálaráðið byrjaðu eina royndarverkætlan í
2021 við sálarfrøðingi á skúlanum. Skipanin var tíðaravmarkað, og sum skilst skuldi
skipanin eftirmetast, áðrenn støða skuldi takast til, um skipanin skal gerast til eitt fast
tilboð á skúlanum.
Starvsfólk á skúlanum høvdu víst á tørvin at fáa sálarfrøðiliga hjálp til næmingar, sum
í einum tíðarskeiði uppliva truplar broytingar í lívinum. Talan kann eitt nú vera um
børn, sum hava mist, ella hvørs foreldur eru skild, børn við angist o.s.fr.
Eitt av átøkunum var júst at skipa samrøðubólkar fyri børn og ung, hvørs foreldur ikki
liva saman.
Sum skilst var hetta ein fyriskipan, ið bæði foreldur og fakfólk vóru sera væl nøgd við.
Skipanin var hugsað sum ein fyribyrging og skjót hjálp til børn og ung við sálarligum
avbjóðingum. Tað er ein sannroynd, at skjótari hjálp børn og ung við sálarligum
avbjóðingum fáa, jú størri eru sannlíkindini fyri, at trupulleikarnir ikki gerast meira
umfatandi, og krøvini til professionella hjálp gerast færri.
Havandi í huga at kanningar vísa, at ein stórur partur av okkara ungdómi hevur vánaliga
sálarheilsu er sannlíkt, at skjót hjálp er til fyrimunar bæði fyri ungdómin og samfelagið.
Tí er sannlíkt, at tað gevur góða meining at hava fyribyrgjandi lággáttartilboð sum eitt
nú sálarfrøðiliga hjálp í okkara skúlaverki.
Á Løgtingi, 6. september 2024
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --