52-019/2024
Ríkisveitingin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. sep. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
019.24 Svar frá A. V. Johannesen til B. S. Nielsen - Ríkisveitingin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 019/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um ríkisveitingina Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Ætlar løgmaður at halda fast við at skerja ríkisveitingina, hóast búskaparstøðan er munandi broytt? Svar: Í samgongusemjuni frá desember 2022 vórðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samd um eina lagaliga lækking av ríkisveitingini við 25 milliónum árliga. Tó fekk Javnaðarflokkurin tað fyrivarni við, at: “Um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoðað.” Tað er rætt, sum spyrjarin nevnir, at Búskaparráðið í síni seinastu frágreiðing væntar eina minking av búskaparvøkstrinum í 2025, so tey vænta ein vøkstur á 3,3 %. Men talan er ikki um negativan búskaparvøkstur. Neyðugt er at taka ávís fyrivarni fyri metingarnar, tí stór óvissa er um metingarnar um búskapargongdina fram í tíð. Til dømis metti Búskaparráðið í sínari várfrágreiðing fyrr í ár, at vøksturin bert fór at verða 2,8% í 2025. Tískil hevur Búskaparráðið hækkað metingina í seinastu frágreiðing við einum hálvum prosentstigi. Við einum mettum búskaparvøkstri á 3,3 %, sum liggur langt frá einum negativum búskaparvøkstri, er ikki grundarlag fyri at endurskoða ætlanina um at skerja ríkisveitingina, men um støðan broytist og búskaparvøksturin verður negativur, verður ætlanin um ríkisveitingina endurskoðað. Í Tinganesi, 16. september 2024 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 1 of 1 --
019.24 Spm til A. V. Johannesen frá B. S. Nielsen - Ríkisveitingin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður Evni: Ríkisveitingin Spurningar: 1. Ætlar løgmaður at halda fast við at skerja ríkisveitingina, hóast búskaparstøðan er munandi broytt ? Viðmerkingar: Frágreiðingin hjá Búskaparráðnum staðfestir, at føroyski búskapurin er undir trýsti, og neyðugt er við tiltøkum bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni. Búskaparráðið vísir á, at stóri vøksturin í búskapinum er fallin munandi, frá at hava verið upp ímóti 10 % niður í 3 % í leypandi prísum, samstundis sum prístalið hevur verið munandi hægri seinastu árini. Tað kundi tí bent á, at realvøksturin í føroyska búskapinum ikki longur er positivur. Í samgonguskjalinum er ásett, at um búskaparstøðan broytist munandi, skal ætlanin um at skerja ríkisveitingina endurskoðast, sum helst merkir, at skerjingin verður steðgað. Við skerjingunum seinastu tvey árini eru kr. 75 mió. í fruminntøkum tiknar úr føroyska búskapinum, og um ætlanin hjá samgonguni heldur fram, verða kr. 250 mió. færri til vælferðina - heilsuverk, almannaverk, skúlaverk o.s.fr. At skerja inntøkurnar við kr. 25 mió. er á leið tað, sum sparingin er við at hækka pensjónsaldurin við einum ári, at barnafamiljur fingu ein lætta í skattinum á kr. 2.000, ella at lesandi fingu eina prísjavnan pr. 1. august á kr. 1.000. Nú búskaparútlitini eru broytt munandi, og harður lútur má til at fáa javnvág á landsins fíggjarlóg, kundi væntast at løgmaður tók um endan og kravdi, at ongar inntøkur skulu skerjast, tí tað gongur út yvir vælferðina í Føroyum. Tí verður hesin spurningur settur. Á Løgtingi, 5. september 2024 Bárður á Steig Nielsen -- 1 of 1 --