← Løgtingsmál

52-018/2024

Asfaltsgoymslan í Hósvík

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
018.24 Svar frá D. Holm til K. Durhuus - Asfaltsgoymslan í Hósvík.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
16. september 2024
Mál: 24/20005-2
Tygara skriv: 52-018/2024
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-018/2024 frá Kim Durhuus, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um
asfaltsgoymsluna í Hósvík.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er tað rætt, at asfaltsgoymslan í Hósvík ikki lýkur øll neyðug lógarkrøv um
umhvørvisgóðkenning?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at kanna eftir, um tað er annað virksemi
hjá Landsverki kring landið, sum ikki livir upp til lógarkrøvini í umhvørvislógini?
3. Um so er, at annað virksemi hjá Landsverki ikki lýkur krøvini í umhvørvislógini,
hvussu langa tíð hevur Landsverk til at rætta hesi viðurskifti?
Svar til spurning 1
Bitumengoymslan hjá Landsverki hevur ikki umhvørvisgóðkenning, tí hon var bygd,
áðrenn umhvørvisverndarlógin kom í gildi í 1988, og tí krevst ikki
umhvørvisgóðkenning.
Goymslan í Hósvík er upprunaliga frá 1977, og seinasti tangin er frá 1985.
Hóast bitumengoymslan ikki hevur fingið umhvørvisgóðkenning, er hon undir eftirliti
hjá Umhvørvisstovuni, tí goymslur við steinolju, steinoljuúrdráttum, asfalti og líknandi
evnum, so sum bitumen, eru fevndar av umhvørvisverndarlógini og skulu lúka ásett
krøv.
Landsverk nýtir bitumen (jarðbik) til asfaltframleiðslu. Í asfalti eru 5% bitumen og 95%
skervur og sandur. Landsverk keypir inn bitumen 1-2 ferðir um árið. Allar
bitumenveitingar verða bjóðaðar út í alment útboð. Tilfarið verður veitt við skipi.
Í sambandi við seinastu bitumenveitingina í vár frætti Landsverk um ampa av lukti.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Landsverk ætlar tí at gera tillagingar í komandi útbjóðingartilfari, har størri krøv verða
sett til umhvørvisspurningin. Um hetta átakið riggar, fer tað vónandi at minka um luktin
frá bitumenveitingini við skipi, og tá asfaltið verður lagt út.
Landsverk viðger árliga, hvørji umhvørvisátøk skulu setast í verk. Sum ein partur av
øðrum umvælingum á staðnum, ætlar Landsverk at seta filtur á bitumentangarnar í
Hósvík fyri at minka um ampan av lukti.
Svar til spurning 2 og 3
Á Landsverki verður støðugt arbeitt við at dagføra virksemið, so tað er so trygt sum til
ber og til minst møguligan ampa fyri umhvørvið.
Landsverk setti fyri nøkrum árum síðani eitt starvsfólk til at arbeiða burturav við
heilsumálum, trygdarmálum og umhvørvismálum (HTU). Ein partur av uppgávuni hjá
HTU-samskiparanum er at hava eftirlit við, at arbeiðið verður framt í samsvari við
galdandi lóggávu innan umhvørvisvernd.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
018.24 Spm. til D. Holm frá K. Durhuus - Asfaltsgoymslan í Hósvík.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kim Durhuus, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Asfaltsgoymslan í Hósvík
Spurningar:
1. Er tað rætt, at asfaltsgoymslan í Hósvík ikki lýkur øll neyðug lógarkrøv um
umhvørvisgóðkenning?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at kanna eftir, um tað er annað virksemi
hjá Landsverki kring landið, sum ikki livir upp til lógarkrøvini í
umhvørvislógini?
3. Um so er, at annað virksemi hjá Landsverki ikki lýkur krøvini í
umhvørvislógini, hvussu langa tíð hevur Landsverk til at rætta hesi
viðurskifti?
Viðmerkingar:
Hesin fyrispurningur er serliga settur í sambandi við asfaltsgoymsluna hjá Landsverki
í Hósvík. Asfaltsgoymslan í Hósvík bleiv tikin í nýtslu miðskeiðis í 1970-unum.
Alt asfaltið og onnur kemisk evni, sum verða nýtt í samband við asfaltering um alt
Føroya land, verða goymd á goymsluni í Hósvík.
Íbúgvar í Hósvík hava stórar trupulleikar av lukti, serliga tá skip koma við ymiskum
evnum til framleiðsluna.
Eini 50 fólk hava sítt dagliga yrki í nærumhvørvinum á bryggjuni. Ferðslan er nakrar
fáar metrar frá, og Hósvíkar bygd er nakrar hundrað metrar frá goymsluni.
Tá hugsað verður um øll hesi omanfyrinevndu viðurskifti, er tað sera undranarvert, at
asfaltsgoymslan hjá Landsverki, sum skilst, ikki heldur lógarkrøvini um
umhvørvisgóðkenning.
Tí hesir spurningar til landsstýrismannin.
Á Løgtingi, 2. september 2024
Kim Durhuus

-- 1 of 1 --