← Løgtingsmál

52-017/2024

Staðseting av Heilsuskúla Føroya

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
017.24 Svar frá D.N.Joensen til S.Bertholdsen - staðseting af Heilsuskúla Føroya.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 9. september 2024
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-83
100 Tórshavn Viðgjørt: JáR
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-017/2024 frá Súsannu Bertholdsen, løgtingskvinnu, eftir § 52a í
Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum,
um staðseting av Heilsuskúla Føroya.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru ítøkiligar ætlanir um at lata upp eina deild av Heilsuskúla Føroya, sum er staðsettur í
Suðuroynni, aðrastaðni í Føroyum?
2. Hava kommunurnar í Føroyum heimild at fara í holt við at útbúgva heilsuhjálparar og
heilsurøktarar uttan um Barna- og útbúgvingarmálaráðið?
3. Hvørjum arbeiðir landsstýrismaðurin við fyri at royna at loysa starvsfólkatrupulleikan innan
røktar- og umsorganarøkini?
Svar
Til 1: Ongar ætlanir eru at gera broytingar í staðsetingini. Heldur er ætlanin at styrkja skúlan og
útbyggja tær skipanir, sum skúlin longu hevur. Her kann talan eitt nú vera um skipan, at næmingar
kunnu vera eina viku í skúla og eina viku norðanfjørðs. Til ber at menna hesar skipanir enn meiri.
Til 2: Tað hevði verið ynskiligt, at kommunur og land lyftu í felag, men til ber ikki at forða fyri, at
kommunurnar velja egnar loysnir. Her kann vísast á, at førleikamenning av starvsfólkum er vanlig.
Men tað skynsamasta er, at land og kommunur loysa hesa avbjóðing saman og finna felags loysnir.
Til 3: Løn undir útbúgving er eitt kjarnuátak fyri at fáa fleiri faklærd á økinum. Tí verður arbeitt
miðvíst fyri at tryggja útbúgvingarbólkunum á røktar- og umsorganarøkinum løn undir útbúgving.
Hetta krevur tó, at fleiri partar lyfta í felag. Her verður serliga hugsað um land og kommunur.
Eitt miðvíst arbeiði er longu gjørt fyri at lýsa, hvørjir møguligir leistir eru fyri tryggja løn undir
útbúgving. Tað næsta stigið er, at støða nú verður tikin til, hvør rætti leisturin er, og hvussu fíggingin
kemur at hanga saman. Her er viðkomandi at nevna møguleikan fyri at skipa útbúgvingarnar sum
yrkisútbúgvingar, har løn og starvsvenjing er grundleggjandi partur av útbúgvingini. Eisini er
viðkomandi at nevna møguleikan at skipa fyri førleikameting og vaksnamannaútbúgving á økinum,

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/2
har tey, ið hava ávísar royndir, fáa løn meðan tey taka teir partarnar av útbúgvingini, sum tey mangla
fyri at fáa fullan yrkisførleika.
Eisini er viðkomandi at nevna onnur átøk, ið kunnu verða við til at økja um starvsfólkatilgongdina á
økinum. Samgongan hevur framt lønarlyft fyri fleiri av fakbólkunum, sum arbeiða á
umsorganarøkinum, og er hetta eisini ein liður í at fáa fleiri at velja útbúgvingarnar. Vit eru nær við
at finna eina loysn, ið kann tryggja, at lesandi á Heilsuskúlanum skulu fáa møguleikan at lesa víðari
á Fróðskaparsetrinum. Hetta soleiðis, at útbúgvingarnar ikki gerast ein blindvegur, men at tað fer at
bera til at útbúgva seg víðari í Føroyum. Kannað verður eisini, um til ber at fáa til vegar fleiri
næmingakømur tætt við Heilsuskúlan. Hesi átøk kunnu eisini verða við til at draga fleiri fólk til røktar-
og umsorganarøkið.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
017.24 Spm til D.N.Joensen frá S.Bertholdsen - staðseting af Heilsuskúla Føroya.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Staðseting av Heilsuskúla Føroya
Spurningar:
1. Eru ítøkiligar ætlanir um at lata upp eina deild av Heilsuskúla Føroya, sum er
staðsettur í Suðuroynni, aðrastaðni í Føroyum?
2. Hava kommunurnar í Føroyum heimild at fara í holt við at útbúgva
heilsuhjálparar og heilsurøktarar uttan um Barna- og útbúgvingarmálaráðið?
3. Hvørjum arbeiðir landsstýrismaðurin við fyri at royna at loysa
starvsfólkatrupulleikan innan røktar- og umsorganarøkini?
Viðmerkingar:
Í ár 2000 varð avgerð tikin um, at Heilsuskúli Føroya skuldi vera á Tvøroyri, har
skúlavirksemi byrjaði í 2001. Í 2009 flutti Heilsuskúlin í nýggj høli í Skúladeplinum í
Suðuroy. Hetta er einasti skúli í Føroyum, har tað ber til at nema sær útbúgving sum
heilsuhjálpari, heilsurøktari og námsfrøðihjálpari.
Við jøvnum millumbilum eru neiligar røddir frammi um, at høvuðsorsøkin til
starvsfólkatrotið innan røktar- og umsorganarøkini í Føroyum er staðsetingin av
Heilsuskúla Føroya.
Starvsfólkatrotið innan røktar- og umsorganarøkini er eins stórt ella størri í okkara
grannalondum. Har eru heilsuskúlarnir nógvir í tali, eru spjaddir geografiskt, men
støðan er tann sama, ella verri, við starvsfólkatroti.
Orsøkin er, at trupulleikin er nógv meira samansettur enn staðsetingin av skúlanum.
Latið okkum royna at loysa veruligu avbjóðingarnar, sum elva til starvsfólkatrotið, og
gevast við at sáa iva og ótta um Heilsuskúla Føroya.
Latið okkum í felag brúka orkuna uppá at finna loysnir og taka ábyrgd, so tað verður
meira lokkandi at arbeiða innan røktar- og umsorganarøkini.
Vit tóku eitt sig rætta vegin við lønarlyftinum, men tað kann ikki standa einsamalt.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 30. august 2024
Súsanna Bertholdsen

-- 2 of 2 --