52-016/2024
Funningsfjarðarvegurin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. sep. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
016.24 Svar frá D.Holm til M.Rasmussen - Funningsfjarðarvegurin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 10. sep. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 10. septembur 2024 Mál: 23/19953-2 Tygara skriv: 52-016/2024 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-016/2024 frá Magnus Rasmussen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um Funningsfjarðarvegin. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær verður farið í holt við framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina í Funningsfirði? 2. Nær verður arbeiðið liðugt fyri játtanina, sum er til arbeiðið í ár? Svar: Í 2019 byrjaði Landsverk arbeiðið við at breiðka vegin frá Millum Fjarða til Funningsfjørð og er hildið fram við arbeiðinum í 2021, 2022 og 2023. Samanlagt eru 14,2 mió. kr. brúktar til farleiðina hesi árini, og í ár eru 2 mió. kr. játtaðar. Vegurin liggur rímiliga væl, men er smalur og ikki bygdur til ferðsluna í dag. Ætlanin við verkætlanini er at gera allan vegin tvíbreytaðan, at avrætta og asfaltera vegin, og at gera gongubreyt á einum parti av vegastrekkinum. Nýggjasti arbeiðstøkusáttmálin varð undirskrivaður í juni 2024 og fevnir um eitt strekki á 300 metrar av Funningsfjarðarvegnum. Arbeiðið er í gongd og verður í gerð árið út. Dennis Holm landsstýrismaður -- 1 of 1 --
016.24 Spm til D.Holm frá M.Rasmussen - Funningsfjarðarvegurin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 30. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Funningsfjarðarvegurin Spurningar: 1. Nær verður farið í holt við framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina í Funningsfirði? 2. Nær verður arbeiðið liðugt fyri játtanina, sum er til arbeiðið í ár? Viðmerkingar: Í samtyktu fíggjarlógini fyri 2024 eru settar av 2 mió. kr. til framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina í Funningsfirði. Gjøgnum fleiri ár er peningur settur av til at dagføra og breiðka hendan vegin. Nú verður skjótt, at komið verður til avkoyringina til Funningsvegin og so er umleið ein hálvur kilometur eftir til vegin oman á bryggjuna. Nú árið er farið at halla og einki sæst til, at nakað er gjørt ella verður gjørt, verður hesin spurningur settur. Á Løgtingi, 30. august 2024 Magnus Rasmussen -- 1 of 1 --