← Løgtingsmál

52-015/2024

Friðing út á 500 metrar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
015.24 Svar frá I. D. Strøm til Á. Skaale - Friðing út á 500 metrar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 3. september
2024
J. nr.: 24/19820-2
Viðgjørt:
Tygara skriv:
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Friðing út á 500 metrar
Spurningar:
1) Er uppskotið til kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur heldur til, grundað á røttu
lógarheimildina?
2) Hvat er sum heild fuglafrøðiliga/vísindaliga grundarlagið fyri átøkunum í kunngerðini?
3) Er tað einans ferð - og ikki onnur viðurskifti og umstøður – so sum talið av bátum, sum
ger órógvar fuglalívið?
4) Hvørja ávirkan hava so víðfevndar friðingar fyri tey, sum hava vinnuligt virksemi við
ferðafólkum?
5) Ætlar landsstýriskvinnan at leggja so víttfevnandi friðingar fyri Løgtingið, áðrenn tær
verða settar í verk?
Viðmerkingar:
Landsstýriskvinnan hevur gjørt uppskot til kunngerð, sum víðkar friðingarnar, sum vórðu gjørdar
rundan um ramsar-økini við Føroyar.
Lógarheimildin, sum hesar friðingar eru grundaðar á, tykist í høvuðsheitum at vera ætlað til
regulering í sambandi við oljuvinnu. Tískil metir undirritaði, at tað er eitt sera víðfevnt tiltak at
gera generellar friðingar, sum eru grundaðar á eina lógarheimild, sum upprunaliga tykist at hava
annað høvuðsendamál.
Harafturat eru fleiri onnur atlit, sum eiga at verða tikin við, tá generellar ásetingar verða gjørdar.
Serliga um lógarheimildin, sum friðingarnar eru grundaðar á, eru ivasom. Spurningurin er tí, um
hetta átti at verið lagt fyri Løgtingið.

-- 1 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/3
Orsakað av ivamálunum, sum hendan kunngerðin er grundað á, setur undirritaði hesar
spurningar.
Á Løgtingi, 29. august 2024
Árni Skaale
Svar til settu spurningarnar:
Til spurning 1
Heimildargrundarlagið til kunngerðauppskotið um sigling fram við landi, har fuglur heldur til, er
grein 20 í lóg um verju av havumhvørvinum. Sambært serligu viðmerkingunum til grein 20 í
lógini, so er ásetingin ætlað at gera “tað møguligt at seta í gildi reglur, sum ikki beinleiðis koma
undir hinar partarnar í lógini, men sum koma undir endamál lógarinnar.” Endamál lógarinnar er
sambært grein 1 í lógini “at varðveita vistskipanir og djóra- og plantulív” og at “varðveita eitt
reint og ríkt hav og at fyribyrgja og avmarka dálking av havi, strond og luft og aðra ávirkan á
náttúru og umhvørvi frá virksemi, ið kann.... hótta vistskipanir og livandi tilfeingi í havinum
ella... skaða náttúru- og mentanarvirði á og í havinum, fram við strendurnar og á havbotninum.”
Eisini er staðfest í grein 2 í lógini og serligu viðmerkingunum til ásetingina, at lógin er galdandi
fyri “skip, bátar, prámar, flótandi ella støðufastar havstøðir, flogfør, umframt annan flótandi ella
fastan útbúnað, sum t.d. vind- ella streymorkuverk á sjónum.” Tað er eisini nágreinað í
lógarviðmerkingunum, at lógin ikki bara er galdandi fyri vinnuliga sigling, men eisini fyri
frítíðarfør. Frítíðarfør kunnu eitt nú vera motorriknir bátar, seglbátar, vatnskutarar o.a.
Av tí at havumhvørvisverndarlógin er ein rammulóg, er tað natúrligt at hava eina áseting, sum
grein 20 í lógini, ið gevur landsstýrinum heimild at áseta reglur á økjum, sum koma inn undir
endamál lógarinnar. Sigling við vinnuligum førum eins og frítíðarførum fram við landi, har
fuglur heldur til, rúmast skilliga innanfyri endamál lógarinnar og hennara verndaráhugamál. Tí
verður mett, at tað er greið heimild at áseta reglur um sigling fram við landi til frama fyri
fuglalívið á landi og sjógvi.
Til spurning 2
Fuglafrøðiliga og vísindaliga grundarlagið fyri kunngerðini er fyrst og fremst tað stóra arbeiði,
sum Ramsar-nevndirnar í Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi hava gjørt síðstu 12 árini. Í Ramsar-
nevndunum sita fólk við fuglafrøðiligum og vísindaligum førleikum umframt serkøn fólk á
staðnum, sum varða av fuglabjørgum og høgunum í nevndu oyggjum. Hesar nevndir hava
eygleitt, umrøtt og skjalfest, hvussu fuglastovnarnir eru fyri og mett um, hvørjar hóttanir eru í
økinum.
Tríggjar eyðkendar hóttanir fyri fuglalívið ganga aftur: rotta, órógvandi gongd í haga og
órógvandi sigling við skjóttgangandi bátum nær landi. Hesar hóttanir mugu sigast at vera
algongdar kring oyggjarnar, óansæð um talan er um tilnevnda Ramsar-oyggj ella ikki og er hetta
tí eisini grundarlagið, sum er brúkt fyri at víðka verndina til frama fyri fuglin kring alt landið.
Tað er serliga í tíðarskeiðinum, tá fuglurin reiðrast og hevur pisur, at tørvur er á víðkaðari verju.
Tað er eisini tí, at ítøkiligar avmarkingar bara eru settar fyri sigling í tíðarskeiðinum 15. apríl til
31. august.

-- 2 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
3/3
Til spurning 3
Ein skjóttgangandi ella larmandi bátur kann vera nóg mikið til at órógva fuglin í tíðarskeiðinum,
tá hann hevur størstan tørv á verju. “Betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin”, sigur orðatakið og
innan náttúru- og umhvørvisvernd er fyrivarnisreglan galdandi. Tí eru reglur ásettar um
hámarksferð fyri sigling fram við landi og fyri annan larmandi atburð við siglandi førum undir
landi í tíðarskeiðinum 15. apríl til 31. august.
Aftaná meira enn 10 ára royndir við yvirvøku og umsiting av fuglastovnunum í Ramsar-
oyggjunum verður mett, at tað gagnar fuglastovnunum at víðka galdandi siglingarreglur til alt
landið, har fuglur heldur til.
Til spurning 4
Verndarreglurnar eru ikki nøkur forðing fyri vinnuligum virksemi á sjónum í tí økinum, sum er
fevnt av reglunum. Sigling inn og út úr havnum í økjum, sum eru fevnd av avmarkingum um
hámarksferð, verður ikki ávirkað og hædd er eisini tikið fyri, at loyvt er at sigla skjótari í
sambandi við grindarakstur og um neyðstøða er. Harumframt er rutusigling eftir almennari
ferðaætlan heldur ikki fevnt av reglunum.
Verndarreglurnar verða sum omanfyri nevnt ikki mettar at vera ein forðing fyri vinnuligari
sigling. Í mun til vinnuliga sigling við ferðafólkum ella fyri frítíðarsiglarar kunnu reglurnar
øvugt sigast at vera ein fortreyt fyri, at tað framvegis er eitt lívfrøðiligt grundarlag at sigla við
ferðafólkum fram við fuglabjørgum og at tað økir um rekreativu virðini, at frítíðarsiglarar kunnu
eygleiða fuglalívið fram við landi. Vísast skal tó á, at kunngerðin hevur verið í hoyring hjá
áhugapørtum í vinnuni, og viðkomandi viðmerkingar frá hesum pørtum verða tiknar við í
endaligu kunngerðina.
Til spurning 5
Mett verður, at landsstýriskvinnan longu í lógini um havumhvørvisvernd hevur fingið nøktandi
heimild frá Løgtinginum til at verja fuglastovnarnar móti neiligari ávirkan frá sigling og
larmandi virksemi undir landi. Tí verða galdandi reglur um avmarkingar í sigling framvið landi,
sum higartil bara hava verið galdandi fyri Ramsar-oyggjarnar, víðkaðar til at galda fyri alt landið
allar árstíðir men serliga í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august fyri at verja fuglin, sum
reiðrast og hevur pisur at fóðra.
Vegna Umhvørvismálaráðið
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
015.24 Spm. til I. D. Strøm frá Á. Skaale - Friðing út á 500 metrar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Friðing út á 500 metrar
Spurningar:
1) Er uppskotið til kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur heldur til,
grundað á røttu lógarheimildina?
2) Hvat er sum heild fuglafrøðiliga/vísindaliga grundarlagið fyri átøkunum í
kunngerðini?
3) Er tað einans ferð - og ikki onnur viðurskifti og umstøður – so sum talið av
bátum, sum ger órógvar fuglalívið?
4) Hvørja ávirkan hava so víðfevndar friðingar fyri tey, sum hava vinnuligt
virksemi við ferðafólkum?
5) Ætlar landsstýriskvinnan at leggja so víttfevnandi friðingar fyri Løgtingið,
áðrenn tær verða settar í verk?
Viðmerkingar:
Landsstýriskvinnan hevur gjørt uppskot til kunngerð, sum víðkar friðingarnar, sum
vórðu gjørdar rundan um ramsar-økini við Føroyar.
Lógarheimildin, sum hesar friðingar eru grundaðar á, tykist í høvuðsheitum at vera
ætlað til regulering í sambandi við oljuvinnu. Tískil metir undirritaði, at tað er eitt sera
víðfevnt tiltak at gera generellar friðingar, sum eru grundaðar á eina lógarheimild, sum
upprunaliga tykist at hava annað høvuðsendamál.
Harafturat eru fleiri onnur atlit, sum eiga at verða tikin við, tá generellar ásetingar verða
gjørdar. Serliga um lógarheimildin, sum friðingarnar eru grundaðar á, eru ivasom.
Spurningurin er tí, um hetta átti at verið lagt fyri Løgtingið.
Orsakað av ivamálunum, sum hendan kunngerðin er grundað á, setur undirritaði hesar
spurningar.
Á Løgtingi, 29. august 2024
Árni Skaale

-- 1 of 1 --