← Løgtingsmál

52-014/2024

Ólógliga kravda heilsutrygdargjaldið til útisiglarar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
014.24 Svar frá M. Stórá til J. Vestergaard - Ólógliga kravda heilsutrygdargjaldið til útisiglarar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 10. september 2024
HMR j. nr. 24/19739-2
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-014/2024 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi ólógliga kravda
heilsutrygdargjaldinum til útisiglarar
Spurningar:
1. Hví verður hildið fram við at innkrevja “ikki goldið” heilsutrygdargjald frá útisiglarum ?
2. Hví verður ólógliga innkravda heilsutrygdargjaldið ikki útgoldið beinavegin ?
3. Hvussu nógvar eyka útreiðslur í rentum hevur landskassin fingið, síðan ávikavist
kærunevndin tók avgerð, Føroya Rættur segði dóm, Landsrætturin segði dóm, og tað var
greitt, at tað ikki slapst í Hægsta Rætt?
4. Hví verða avgerðir hjá kærunevndini ikki virdar?
5. Er tað rímiligt at borgarar, sum av órøttum eru kravdir eftir heilsutrygdargjaldi, sjálvir skulu
søkja um at fáa gjaldið aftur?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Tann 1. juli í ár fekk Heilsutrygd heimild til at gera undantak í gjaldsskylduni, tá fólk søkja um
hetta, vísandi til Norðurlendsku konventiónina um sosiala trygd. Undantakið kann veitast fyri 2024
og frameftir.
Sum áður fráboðað, m.a. í svari til § 52 a fyrispurning á Løgtingið í august í ár, so verður arbeitt við
eini skipan í sambandi við afturbering av innkravdum heilsutrygdargjaldi. Hetta arbeiðið er rættiliga
umfatandi. Eftir ætlan verður lógaruppskot til broyting í heilsutrygdarlógini, sum skal áseta reglur
fyri slík endurgjøld, lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetu.
Talan er um neyðugt arbeiði, tí tað ber ikki til at staðfesta, hvør hevur rætt til undantak frá at gjalda
heilsutrygdargjald uttan skjalprógv. Heilsutrygd veit ikki, hvør hevur rætt til at fáa afturgoldið
heilsutrygdargjald. Til hetta krevst, at persónurin sjálvur upplýsir, nær hann hevur arbeitt

-- 1 of 2 --

uttanlands, og hvørt persónurin hevur rindað sosialt tryggingargjald har. Áðrenn Heilsutrygd veit
hetta, kann Heilsutrygd ikki vita, hvat fyri endurgjald persónurin hevur rætt til.
TAKS hevur upplýst, at TAKS, sum innheintingarmyndugleiki, ikki kann steðgað innheinting, fyrr
enn TAKS hevur fingið upplýst, hvør persónur hevur rætt til undantak. Á sama hátt kann TAKS ei
heldur gjalda út aftur goldið heilsutrygdargjald, fyrr enn stovnurin hevur fingið upplýst, hvør
persónur skal hava afturgoldið og fyri hvat tíðarskeið.
Til spurning 3
TAKS hevur upplýst, at Landskassin ikki enn hevur havt nakrar rentuútreiðslur av ov nógv
goldnum heilsutrygdargjaldi.
Ongin áseting er í galdandi løgtingslóg um almenna heilsutrygd, at persónar, sum hava rindað av
órøttum, hava rætt til rentur.
Til spurning 4
Talan var um ógreiðar heimildir og ósemju um tulking. Lóg um almenna heilsutrygd gav ikki
stovninum Heilsutrygd nakra heimild til at gera undantak frá gjaldsskylduni. Samstundis var
tulkingin av konventiónini og Heimastýrislógini mett at vera ivasom. Tí vóru nøkur prinsippmál
roynd í rættinum.
Síðani er heilsutrygdarlógin broytt soleiðis, at heimildin til at geva undantak er greið.
Til spurning 5
Sum omanfyri nevnt ber illa til at staðfesta, hvør hevur rætt til undantak frá at gjalda
heilsutrygdargjald uttan skjalprógv. Um persónar søkja um undantak, ber til at viðgera málið hjá
teimum; harundir hvar tey hava arbeitt og nær, og hvussu skattaviðurskiftini hava verið.
Heilsumálaráðið, 10. september 2024
Margit Stórá
Landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
014.24 Spm. til M. Stórá frá J. Vestergaard - Ólógliga kravda heilsutrygdargjaldið til útisiglarar yvirskrift.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Ólógliga kravda heilsutrygdargjaldið til útisiglarar
Spurningar:
1. Hví verður hildið fram við at innkrevja “ikki goldið” heilsutrygdargjald frá
útisiglarum ?
2. Hví verður ólógliga innkravda heilsutrygdargjaldið ikki útgoldið beinavegin ?
3. Hvussu nógvar eyka útreiðslur í rentum hevur landskassin fingið, síðan
ávikavist kærunevndin tók avgerð, Føroya Rættur segði dóm, Landsrætturin
segði dóm, og tað var greitt, at tað ikki slapst í Hægsta Rætt ?
4. Hví verða avgerðir hjá kærunevndini ikki virdar?
5. Er tað rímiligt at borgarar, sum av órøttum eru kravdir eftir
heilsutrygdargjaldi, sjálvir skulu søkja um at fáa gjaldið aftur?
Viðmerkingar:
Heilsutrygdargjaldið til útisiglarar er kravt inn av órøttum. Tað er staðfest í
rættarskipanini. Tó verður tað framvegis hildið fram at krevja inn “ikki goldið”
heilsutrygdargjald umvegis Gældsstyrelsen í Danmark.
Hetta hevur við sær, at fleiri borgarar skulu møta í rættinum – hóast hetta gjaldið er
kravt inn av órøttum. Fleiri teirra umhugsa tí at krevja endurgjald fyri mista arbeiðstíð
v.m.
Um vanligt var, rindaði myndugleikin borgaranum endurgjaldið/skuldina, tá
rættarskipanin hevði talað. Tað er framvegis ikki gjørt, og tískil fær landskassin eyka
rentuútreiðslur hvønn dag.
Tí hevði verið áhugavert at vitað, hvussu nógvar eyka útreiðslur landskassin hevur
fingið frá tíðarskeiðinum, tá borgarin fekk viðhald í kærunevndini, til dagin í dag.
Kæruskipanin er góð, og er hon til at hjálpa borgarum og avlasta rættarskipanina. Men
um almennir myndugleikar ikki virða avgerðir, sum kærunevndirnar taka, máar tað
grundarlagið undan skipanini.
Tað frættist, at ætlanin er, at borgararnir sjálvir skulu krevja ólógliga innkravda gjaldið
aftur. Tá myndugleikin krevur borgarar í rættin – eftir ólógliga inngjaldinum – hevur
myndugleikin yvirlit yvir, hvat hann skyldar borgarunum. Tískil skuldi tað verið einfalt
at rinda heilsutrygdargjaldið aftur.
Á Løgtingi, 29. august 2024
Jacob Vestergaard

-- 1 of 1 --