← Løgtingsmál

52-013/2024

Koyrikort til 17 ára gomul

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Tikið aftur · Svarfreist 4. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjal (1)
013.24 Spm. til D. Holm frá E. M. Gunnleygsdóttir - Koyrikort til 17 ára gomul.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum
Evni: Koyrikort til 17 ára gomul
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at seta aldurmarkið til koyrikort
til persónbil niður til 17 ár sum eina royndarskipan við ávísum treytum ?
Viðmerkingar:
Tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at danska stjórnin hevur ætlanir um at seta
aldursmarkið til koyrikort til persónbil niður til 17 ár. Hetta fer millum annað gera tað
lættari hjá teim ungu í útjaðaranum at passa skúla, lærupláss, arbeiði o.a. Hetta fer at
gera dagligdagin hjá teimum lættari. Danska stjórnin vil vísa teimum ungu størri álit
og geva teimum størri frælsi undir ábyrgd. Tað skal vera nulltoleransa í sambandi við
møguliga promillukoyring, og harðari treytir skulu kunna setast teim 17 ára gomlu í
sambandi við ferðslulógarbrot.
Spurningurin er, um vit í Føroyum ikki eisini áttu at sett aldursmarkið niður til 17 ár
at fáa koyrikort. Hetta hevði m.a. hjálpt okkara ungu lættari at koma til og frá skúla og
læruplássum. Her verður serliga hugsað um tey ungu úti á bygd, sum fáa frælsi til at
koyra sjálvi, tá tað mangan kann vera drúgt at bíða eftir almennu ferðsluni, sum í
mongum førum ikki passar til teirra dagligdag.
Undirritaða setir fyrispurningin við atlitinum at fáa eitt kjak um málið í fyrsta umfari,
og vita um landsstýrismaðurin er sinnaður at seta aldursmarkið niður til 17 ár fyri at
fáa koyrikort.
Veit, at røddir eru frammi um, at tað er so stórur munur á at vera 17 ár og at vera 18
ár. Og tískil ov ungur at koyra bil sum 17 ára gamal. Samstundis vísa kanningar, at
ung fremja minni harðskap og drekka minni í dag enn fyrr (kanning í DK).
Viðmerkjast skal, at longu í dag kann mann fáa koyrikort sum 17 ára gamal í fleiri
grannalondum
Á Løgtingi, 23. august 2024
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

-- 1 of 1 --