← Løgtingsmál

52-012/2024

Vakmyndatól

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. sep. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
012.24 Svar frá B. K. Petersen til H. Abrahamsen - Vakmyndatól.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. sep. 2024

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
012.24 Spm. til B. K. Petersen frá H. Abrahamsen - Vakmyndatól.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Vakmyndatól
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja løgtingssamtyktini um at loyva kommunum
at seta upp vakmyndatól (tingmál nr. 69/2023)?
2. Um landsstýrismaðurin ætlar at fylgja løgtingssamtyktini, nær kann so roknast
við, at lógaruppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið?
Viðmerkingar:
Løgtingið samtykti við stórum meiriluta tann 16. mai í ár eitt uppskot frá
Sambandsflokkinum um at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið
lógaruppskot um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum
støðum í býarlívinum. 23 atkvøður vóru fyri uppskotinum og tvær ímóti.
Men í samrøðu við Sosialin tann 9. august í ár verður landsstýrismaðurin endurgivin
fyri at siga, at tað hevur ikki skund at avgreiða hetta málið, og sambært blaðnum sær
landsstýrismaðurin fyri sær aðrar loysnir enn tær, sum Løgtingið hevur samtykt.
Um so er, at landsstýrismaðurin ikki ætlar at fylgja løgtingssamtyktini, men heldur
velur at ganga sínar egnu leiðir, er best at hann boðar frá hesum beinanvegin, soleiðis
at onnur kunnu gera lógaruppskot um hetta og leggja tað fyri Løgtingið. Tí verður
hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi tann 23. august 2024
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

-- 1 of 1 --