← Løgtingsmál

52-010/2024

Revsiváttan fyri útlendska arbeiðsmegi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. aug. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
010.24 Svar frá B. K. Petersen til B. Johannesen - Revsiváttan fyri útlendska arbeiðsmegi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
010.24 Spm. til B. K. Petersen frá B. Johannesen - Revsiváttan fyri útlendska arbeiðsmegi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Revsiváttan fyri útlendska arbeiðsmegi
Spurningar:
1. Hvat skal til, fyri at útlendingar, ið koma higar umvegis arbeiðsloyvi og Fast-
Track, skulu útvega revsiváttan, tá søkt verður um arbeiðsloyvi?
2. Er landsstýrismaðurin sinnaður at broyta treytirnar soleiðis, at útvegast skal
revsiváttan?
Viðmerkingar:
So hvørt sum virksemið í landinum er økt, veksur eisini tørvurin á arbeiðsmegi. Tí hava
vit sett eitt nú fast-track skipanina í verk. Hetta hevur hjálpt einum stórum parti av
vinnulívinum at fáa fatur á arbeiðsmegi.
Tó hevur tað eisini verið ein baksíða. Sum miðlar hava víst á, eitt nú Frihedsbrevet.fo,
eru útlendingar komnir higar at arbeiða, sum hava eina kriminella fortíð í
heimlandinum.
Tað er gott, at møguleiki er at fáa skikkaða og góða arbeiðsmegi, men endamálið má
aldrin vera, at tað skulu innflytast dømdir brotsmenn til Føroya.
Í dag er onki krav um, at ein revsiváttan skal útvegast, sum kann forða fyri, at dømdir
brotsmenn koma higar at arbeiða.
Vit eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, ið hevur nógv at verja. Tí mugu vit vera á
varðhaldi.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 6. august 2024
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --