52-009/2024
Bandasavnið hjá Kringvarpinum og aðrar gamlar upptøkur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. aug. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
009.24 Svar frá S. Stenberg til H. Abrahamsen - Bandasavnið hjá Kringvarpinum og aðrar upptøkur.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagf.: 16. august 2024 Mál: 24/18303 Nr. 52-009/2024 Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-009/2024 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um Bandasavnið hjá Kringvarpinum og aðrar gamlar upptøkur Spurningar: 1. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum kann gerast atkomuligt hjá almenninginum ? 2. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at aðrar gamlar upptøkur, so sum tónleikaupptøkur, kunnu verða atkomuligar hjá almenninginum? 3. Verður arbeitt við at gera hesi søvn atkomulig? 4. Um arbeitt verður við hesum, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður liðugt? Svar til spurning 1: Arbeiðið at gera søvnini atkomulig fyri almenninginum er í gongd. Samlaðu søvnini hjá Kringvarpinum eru nógv størri enn tað, ið er fevnt av Savnsgull- verkætlanini. Savnsgull fevndi um talgilding av tilfari í savninum hjá Kringvarpi Føroya frá ár 1957 til stutt eftir aldarskiftið. Talan var um á leið 500.000 pappírsskjøl, 30.000 ljóðbond og 13.000 videobond. Samlaða savnið í Kringvarpinum er umleið tríggjar ferðir so stórt. Arbeiðið við atkomuligheit fevnir um alt tilfarið, og tað hongur tætt saman við framleiðsluskipanunum og talgildu menningini av stovninum annars. Nógv arbeiði og nógv skráseting skal gerast við sjálvt tilfarið, áðrenn bandasavnið kann gerast alment. Hetta er eisini galdandi fyri talgilda tilfarið frá Savnsgulli. Metingin hjá Kringvarpinum er, at hetta arbeiðið er líka umfatandi sum upprunaliga Savnsgull- verkætlanin. Arbeiðið við skráseting fevnir eitt nú um at gjøgnumganga og gera røtt heiti og leitiorð, so tilfarið ómakaleyst kann leitast fram í savninum. Sum er, verður tilfar úr savninum gjørt atkomuligt, so hvørt sum tað verður brúkt, til dømis tá ið onkur gomul upptøka skal sendast. Tilfarið má – sambært omanfyristandandi – arbeiðast til, og hetta tekur tíð og orku. Dømi um slíkt tilfar er tað, ið finst á VIT-appini. Stórur partur av tí sjónvarpstilfari, ið er framleitt til børn, er gjørt atkomuligt her. Kringvarpið arbeiðir sostatt við at gera savnstilfar so atkomuligt, sum til ber. Hetta merkir, at heimasíðan verður ment til eisini at fevna um eina savnsfunktión, so føroyingar kunnu leita fram eina størri nøgd av tilfari har. -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Síða 2 av 2 Svar til spurning 2: Sum Kringvarpið hevur upplýst fyri mær, er tað tøkniliga sæð ongin munur á tónleiki og øðrum tilfari í savninum. Sambært Kringvarpinum er munurin, at Kringvarpið í flestu førum eigur ikki upptøkurnar, og kann tí ikki sjálvt taka støðu til atkomuligheit í einari savnsskipan. Sum er, hevur Kringvarpið ikki rættindi til at lata fólk finna fram tónleik og spæla ella taka niður. Svar til spurning 3: Ja, tað verður arbeitt við at gera søvnini atkomulig. Hetta verður gjørt so líðandi, sum tilfarið er arbeitt ígjøgnum, og upphavsrættarlig viðurskifti eru fingin upp á pláss. Svar til spurning 4: Sambært Kringvarpinum verður arbeiðið við at dagføra søvnini ætlandi liðugt um 2028/29. Fyrsta stig er at uppstiga verandi søvn, so tey eru flættað saman við framleiðsluskipanunum. Hetta arbeiðið er longu í gongd fyri hvørt serstakt miðlaøki – útvarp, sjónvarp og heimasíðu – og hvørt av hesum hevur fleiri undirøki, ið hava sína serstøku verkætlan og tíðarætlan. Alt veldst tó um arbeiðsorkuna. Um ikki serlig fígging fylgir við, fer hetta at taka longri tíð. Ein leyslig meting hjá Kringvarpinum er, at arbeiðið kostar 4 mió. kr. um árið í 5 ár. Tórshavn, 16. august 2024 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
009.24 Spm. til S. Stenberg frá H. Abrahamsen - Bandasavnið hjá Kringvarpinum og aðrar upptøkur.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Bandasavnið hjá Kringvarpinum og aðrar gamlar upptøkur Spurningar: 1. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum kann gerast atkomuligt hjá almenninginum ? 2. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at aðrar gamlar upptøkur, so sum tónleikaupptøkur, kunnu verða atkomuligar hjá almenninginum? 3. Verður arbeitt við at gera hesi søvn atkomulig? 4. Um arbeitt verður við hesum, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður liðugt? Viðmerkingar: Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum. Hetta arbeiðið er nú liðugt, men enn manglar seinasta stigið, sum er at gera upptøkurnar atkomuligar hjá øllum brúkarum. Talan er um stórt mentanarligt virði, sum er savnað og talgilt, og tí eigur seinasta stigið eisini at verða tikið, so at allir føroyingar kunnu fáa gleði av tí. Eisini eru nógvar virðismiklar tónleikaútgávur gjørdar gjøgnum tíðina, sum ikki longur kunnu keypast. Við nútíðartøkni hevði borið væl til at savnað og talgilt hesar, og saman við savninum hjá Kringvarpinum at gjørt tær atkomuligar hjá øllum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, tann 6. august 2024 Helgi Abrahamsen løgtingsmaður -- 1 of 1 --