52-008/2024
Børn og ung, sum verða send av landinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
008.24 Svar frá D. N. Joensen til L. Weihe - Børn og ung, sum land og kommunur senda av landinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 16. august 2024 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-80 110 Tórshavn Viðgjørt: Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-008/2024 frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um børn og ung, sum verða send av landinum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv børn og ung, sum koma undir ábyrgdarøkið hjá landsstýrismanninum, eru flutt av landinum seinastu 5 árini? 2. Hvussu nógv eru farin “sjálvboðið” á t.d. eftirskúla ella annan stovn í Danmark? 3. Hvussu nógv hevur hetta kostað? 4. Í hvønn mun senda kommunalu barnaverndartænasturnar børn og ung av landinum uttan um landsmyndugleikan? 5. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at vit frameftir taka okkum av okkara egnu borgarum? Svar Til 1 og 3: Í 2019 vóru tað 7 ungdómar, sum høvdu pláss á samdøgursstovni í Danmark sambært barnaverndarlógini. Eftirfylgjandi hevur talið verið 7 (í 2020), 5 (í 2021) 6 (í 2022) og í 2023 var talið 4. Viðmerkjast skal, at uppihaldið hjá hvørjum borgara í flestu førum gongur yvir um ár. Tann 14. august 2024 hava 2 børn pláss á samdøgursstovni í Danmark. Tað er Føroya Kærustovnur, áður Høvuðsbarnaverndarnevndin, ið tekur avgerð um pláss á samdøgursstovni sambært barnaverndarlógini. Almannaverkið umsitur játtanina. Til 2 og 4: Barnaverndartænastunar hava ikki hagtøl fyri, hvussu ofta tær hava játtað at gjalda heilt ella partvíst fyri uppihald á t.d. eftirskúla í Føroyum ella Danmark. Barnaverndartænasturnar hava møguleika at seta ymsar fyribyrgjandi fyriskipanir í verk í barnaverndarmálum, og eitt uppihald á eftirskúla uttanlands er ein partur av fyriskipanum, sum kunnu setast í verk sambært § 15 í barnaverndarlógini. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Slík fyriskipan kann bert verða sett í verk við samtykki frá foreldramyndugleika og barni, sum er fylt 15 ár. Hetta er ikki ein fyriskipan, sum verður ofta nýtt, men tað kunnu vera umstøður í heiminum, ella hjá barninum, sum eru orsøk til, at slík fyriskipan verður mett gagnlig fyri barnið. Talan er tískil ikki um, at ein trupulleiki verður fluttur av landinum, men heldur um, at børn, sum eru partur í einum barnaverndarmáli, eins og onnur børn, skulu hava møguleika fyri at fara á eftirskúla at menna seg persónliga. Talan er tí um ein møguleika og eitt tilboð. Til 5: Tað er eitt av aðalmálunum at veita hóskandi tilboð í Føroyum til børn og ung sambært barnaverndarlógini, soleiðis at vit ikki noyðast at veita tænastuna uttanlands, og tølini til spurning 1 og 3 geva eina ábending um, at vit í størri mun megna hetta í Føroyum nú enn fyri tíð síðani. Landsstýrismaðurin fegnast um, at vit tey seinastu 4 árini hava fingið tveir nýggjar samdøgursstovnar í Føroyum, ein samdøgursstovn til ung við etingarólagi, og ein stovn til ung, ið sjálvskaða seg. Hetta hevur havt við sær, at vit nú kunnu veita hesi tilboð í Føroyum heldur enn at veita tilboðið uttanlands. Orsøkin til, at vit veita tilboð uttanlands, er, tá tann ungi hevur so mikið umfatandi tørv, at vit ikki meta okkum at kunna veita nøktandi tænastu í Føroyum. Slíkar avbjóðingar krevja servitan og royndir, sum vit ikki hava. Sama avbjóðing sæst eisini í donskum kommunum, har kommunurnar keypa spesialiseraða tænastu frá hvørjum øðrum og frá regiónunum. Hetta tí, at tað krevur eina ávísa mongd av borgarum fyri at uppbyggja og halda við líka tað høga fakliga og spesialiseraða støði, ið krevst. Landsstýrismaðurin metir tað tó vera av stórum týdningi, at vit áhaldandi gera neyðugar íløgur innan barnaverndarøkið og stovnar innan hetta øki, soleiðis at vit fáa gagnnýtt ta vitan, vit longu nú hava, umframt at vit tryggja okkum ta servitan, vit ikki hava. Vinarliga Barna- og útbúgvingarmálaráðið Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
008.24 Spm. til D. N. Joensen frá L. Weihe - Børn og ung, sum land og kommunur senda av landinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Børn og ung, sum verða send av landinum Spurningar: 1. Hvussu nógv børn og ung, sum koma undir ábyrgdarøkið hjá landsstýrismanninum, eru flutt av landinum seinastu 5 árini? 2. Hvussu nógv eru farin “sjálvboðið” á t.d. eftirskúla ella annan stovn í Danmark? 3. Hvussu nógv hevur hetta kostað? 4. Í hvønn mun senda kommunalu barnaverndartænasturnar børn og ung av landinum uttan um landsmyndugleikan? 5. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at vit frameftir taka okkum av okkara egnu borgarum? Viðmerkingar: Á hvørjum ári verða føroysk børn og ung send til Danmarkar á stovn av føroyskum myndugleikum, tí vit ikki hava nøktandi tilboð til tey í Føroyum. Hetta eru børn, sum hava stórar og samansettar avbjóðingar. Heldur enn at lofta teimum og hjálpa teimum í teirra heimliga umhvørvi, verða tey send til eitt fremmant land, við einum fremmandum máli og fremmandari mentan. Langt burturi frá familju, næstringum og øllum tí, sum er kent. Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast og má sjálvandi steðgast. Tað er eisini torført at fáa neyvt innlit í, hvussu nógv børn og ung verða send av landinum, tí summi fara “sjálvboðið”, summi verða flutt til Danmarkar av barnaverndartænastunum, summi umvegis heilsuverkið og uppaftur onnur umvegis Almannaverkið. Sum skilst verða summi børn og ung send meira ella minni “sjálvboðið” av landinum á t.d. eftirskúla ella annan stovn. Eisini ber illa til at vita, hvørt summi verða send av landinum av kommunala myndugleikanum og ikki einans eftir avgerð hjá Føroya Kærustovni, fyrrverandi høvuðsbarnaverndini. Av tí sama er eisini trupult at lýsa, hvat skal gerast fyri at steðga hesum og gera sær eina meting av, hvussu nógv hetta kostar landinum í krónum og oyrum. Tí verða hesir spurningar settir teimum landsstýrisfólkunum, sum varða av hesum børnum og ungum: landsstýrisfólkini í barnamálum, almannamálum og heilsumálum. Á Løgtingi, 5. august 2024 Liljan Weihe -- 1 of 1 --