52-007/2024
Børn, ung og vaksin, sum Almannaverkið sendir av landinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
007.24 Svar frá S. Stenberg til L. Weihe - Børn, ung og vaksin, sum Almannaverkið sendur av landinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagf.: 16. august 2024 Mál: 24/18305 Viðgjørt: Nr. 52-007/2024 Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-007/2024 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um Børn, ung og vaksin, sum Almannaverkið sendir av landinum Spurningar: 1. Hvussu nógvir borgarar, sum koma undir ábyrgdarøkið hjá landsstýriskvinnuni, eru send av landinum seinastu 5 árini? 2. Hvussu nógv eru farin “sjálvboðið” á t.d. eftirskúla ella annan bústovn í Danmark? 3. Hvussu nógv hevur hetta kostað hesi 5 árini? 4. Hvussu tryggja vit okkum, at vit frameftir kunnu veita neyðugu viðgerð og hjálp í Føroyum við neyðugum samstarvi millum ábyrgdarøkini? Svar til spurning 1 og 3. Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur Í tíðarskeiðinum 2019 til 2023 hava 9 borgarar fingið pláss á bú- og viðgerðarstovni í Danmark sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (forsorgarlógini áðrenn 2021). Sí talvuna niðanfyri. Flutt í árinum Ár 2019 2020 2021 2022 2023 Tal 2 2 3 0 2 Í sama tíðarskeiði hava samanlagt 10 borgarar verið á bú- og viðgerðarstovni í Danmark. Samlaði kostnaðurin er 48.347 tkr. Sí talvuna niðanfyri. Samanlagt á bú- og viðgerðarstovni í Danmark* Ár 2019 2020 2021 2022 2023 Tal 3 4 7 7 7 Landið rindar í tkr. 3.570 6.313 11.660 8.821 17.983 *Uppihaldið hjá hvørjum borgara gongur í flestu førum yvir um ár. Talvan vísir hvussu nógvir borgarar fáa tænastu í Danmark býtt yvir ár. -- 1 of 3 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Síða 2 av 3 Pr. 14 august 2024 eru 6 borgarar á bú- og viðgerðarstovni í Danmark sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Afturat hesum eru 5 eldri borgarar, sum hava varandi bútilboð í Danmark, og sum ikki eru við í hesi uppgerð. Hesir borgarar fóru niður til Danmarkar fyri nógvum árum síðan og hava ikki ynskt at komið heimaftur til Føroyar. Svar til spurning 2 og 3. Løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk Í tíðarskeiðinum 2019 til 2023 hava 7 ungdómar sjálvbodnir fingið pláss á ymiskum skúlum/háskúlum í Danmark. Samlaði. Sí talvuna niðanfyri. Flutt í árinum Ár 2019 2020 2021 2022 2023 Tal 1 0 1 4 1 Í sama tíðarskeiði hava 15 borgarar verið á ymiskum skúlum/háskúlum í Danmark. Samlaði kostnaðurin er 3.201 tkr. Sí talvuna niðanfyri. Samanlagt í arbeiðsbúgving ella há-/skúla í Danmark* Í arbeiðsbúgving/háskúla uttanlands 2019 2020 2021 2022 2023 Tal 7 1 2 5 5 Landið rindar í tkr. 848 523 107 704 1.019 *Uppihaldið hjá hvørjum borgara gongur í flestu førum yvir um ár. Talvan vísir hvussu nógvir borgarar fáa tænastu í Danmark býtt yvir ár. Pr. 14 august 2024 eru 3 borgarar á skúlum/háskúlum í Danmark sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Svar til spurning 4 Tað er eitt av aðalmálunum at veita hóskandi tilboð í Føroyum soleiðis, at vit ikki noyðast at veita tænastuna uttanlands. Í mun til tilboð sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, er heimild í lógini til í serligum førum at veita borgarum, ið hava autismu ella somu eyðkenni og líknandi avbjóðingar í mun til útbúgving, sum tey, ið hava autismu, stuðul til førleikagevandi útbúgving uttanlands, um so er, at tað ikki finst hóskandi tilboð í Føroyum. Eisini er heimild í lógini til heilt ella lutvíst at veita fyriskipan til fólk við sjónbreki og hoyribreki í øðrum landi, um egnað fyriskipan ikki er í Føroyum. Í mun til tilboð sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, er heimild í lógini at gera avtalu við veitara uttanlands, tá nøktandi tilboð ikki kann veitast í Føroyum. Tá tænasta verður veitt uttanlands er ofta talan um slíkar avbjóðingar, ið krevja servitan og royndir, sum vit ikki hava í Føroyum. Sama avbjóðing sæst eisini í donskum kommunum, har -- 2 of 3 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Síða 3 av 3 kommunurnar keypa spesialiseraða tænastu frá hvørjum øðrum og frá regiónunum. Hetta tí, at tað krevur eina ávísa mongd av borgarum fyri at uppbyggja og halda við líka tað høga fakliga og spesialiseraða støðið, ið krevst. Síðan 2015 hevur Almannaverkið skipað 17 nýggj pláss á bú- og viðgerðarstovni í Føroyum sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, og hvørs endamál er at veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð til borgarar við samansettum og kompleksum avbjóðingum og sum eisini kunnu hava dóm. Eisini er samstarv skipað millum bú- og viðgerðarstovnar og Psykiatriska depilin, ið er avgerandi fyri at kunna veita neyðugu tænastuna í Føroyum. Hesar fyriskipanir eru við til at minka um tørvin á tænastum uttanlands. Ein ítøkilig avbjóðing, sum vit hava trupult við at loysa í Føroyum er, tá borgari hevur umfatandi rúsmisnýtslu og aðrar samansettar avbjóðingar. Almannaverkið metir, at eitt tvørfakligt viðgerðartilboð manglar til hendan málbólk í Føroyum. Umráðandi er at tænastan verður veitt samlað, har Almannaverkið veitir sosialnámsfrøðiliga viðgerð og har Heilsuverkið veitir psykiatriska viðgerð, avrúsing og rúsviðgerð. Ein avbjóðing, tá talan er um rúsmisnýtslu, er at veita hesum borgarum tak yvir høvdið. Tað er umráðandi at halda rúsmisnýtsluni burtur frá øðrum borgarum í bútilboði hjá Almannaverkinum, tí kann hesin málbólkur ikki integrerast í verandi bútilboð hjá Almannaverkinum. Onnur avbjóðing er, ikki at savna ov nógvar borgarar við somu avbjóðingum á sama staði, soleiðis at hesi hava neiliga ávirkan á hvønn annan. Hóast fleiri tilboð verða skipaði í Føroyum, kemst ikki undan, at einstakir borgarar hava ein tørv, ið krevur slíka spesialiseraða tænastu, at tænastan má keypa uttanlands. Tórshavn, 16. august 2024 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
007.24 Spm. til S. Stenberg frá L. Weihe - Børn, ung og vaksin, sum Almannaverkið sendur av landinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Børn, ung og vaksin, sum Almannaverkið sendir av landinum Spurningar: 1. Hvussu nógvir borgarar, sum koma undir ábyrgdarøkið hjá landsstýriskvinnuni, eru send av landinum seinastu 5 árini? 2. Hvussu nógv eru farin “sjálvboðið” á t.d. eftirskúla ella annan bústovn í Danmark? 3. Hvussu nógv hevur hetta kostað hesi 5 árini? 4. Hvussu tryggja vit okkum, at vit frameftir kunnu veita neyðugu viðgerð og hjálp í Føroyum við neyðugum samstarvi millum ábyrgdarøkini? Viðmerkingar: Á hvørjum ári verða føroysk børn og ung send til Danmarkar á stovn av føroyskum myndugleikum, tí vit ikki hava nøktandi tilboð til tey í Føroyum. Hetta eru børn, sum hava stórar og samansettar avbjóðingar. Heldur enn at lofta teimum og hjálpa teimum í teirra heimliga umhvørvi, verða tey send til eitt fremmant land, við einum fremmandum máli og fremmandari mentan. Langt burturi frá familju, næstringum og øllum tí, sum er kent. Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast og má sjálvandi steðgast. Tað er eisini torført at fáa neyvt innlit í, hvussu nógv børn og ung verða send av landinum, tí summi fara “sjálvboðið”, summi verða flutt til Danmarkar av barnaverndartænastunum, summi umvegis heilsuverkið og uppaftur onnur umvegis Almannaverkið. Sum skilst verða summi børn og ung send meira ella minni “sjálvboðið” av landinum á t.d. eftirskúla ella annan stovn. Eisini ber illa til at vita, hvørt summi verða send av landinum av kommunala myndugleikanum og ikki einans eftir avgerð hjá Føroya Kærustovni, fyrrverandi høvuðsbarnaverndarnevndini. Av tí sama er eisini trupult at lýsa, hvat skal gerast fyri at steðga hesum og gera sær eina meting av, hvussu nógv hetta kostar landinum í krónum og oyrum. Tí verða hesir spurningar settir teimum landsstýrisfólkunum, sum varða av hesum børnum, ungu og vaksnu: landsstýrisfólkini í barnamálum, almannamálum og heilsumálum. Á Løgtingi, 5. august 2024 Liljan Weihe -- 1 of 1 --