52-006/2024
Børn, ung og vaksin, sum psykiatriin sendir av landinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. aug. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
006.24 Svar frá M. Stórá til L. Weihe - Børn, ung og vaksin, sum psykiatriin sendir av landinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 19. august 2024 HMR J. nr. 24/18239-12 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á fyrispurning nr. 52-006/2024 eftir § 52a í tingskipanini um børn, ung og vaksin, sum psykiatriin sendur av landinum, frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvir borgarar, bæði yvir og undir 18 ár, sum koma undir ábyrgdarøkið hjá landsstýriskvinnuni í psykiatriini, eru fluttir av landinum seinastu 5 árini? 2. Hvussu nógv eru farin “sjálvboðið” á t.d. eftirskúla ella annan viðgerðarstovn í Danmark? 3. Hvussu nógv hevur hetta kostað? 4. Hvussu tryggja vit okkum, at vit frameftir kunnu veita neyðugu viðgerð og hjálp í Føroyum við neyðugum samstarvi millum ábyrgdarøkini? Til spurning 1: Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur Psykiatriski depilin ávíst 18 fólk yvir 18 ár til kanning ella viðgerð uttanlands frá 2019 til og við 2024. Barna- og ungdómspsykiatriin hevur í sama tíðarskeiðið ávíst 11 børn og ung til kanningar ella viðgerð uttanlands. Sjúkrahúsverkið ella Heilsumálaráðið eru ikki vitandi um, hvussu nógvir borgarar eru fluttir av landinum seinastu 5 árini. Talan er um sjúklingar, ið hava tørv á høgt spesialiseraðari viðgerð á eini døgndeild fyri børn og ung undir Region Hovedstaden. Tað, at sjúklingar verða sendir til spesialiseraðar viðgerðir í Danmark, er tí, at vit ikki hava møguleika at vera høgt spesialiseraði innan øll økir í Føroyum. Í Danmark er vanligt, at tey smærru sjúkrahúsini senda meira spesialiseraðar sjúkugongdir til tey størru meira spesialiseraðu sjúkrahúsini. Týdningarmikið er at tryggja, at allir sjúklingar fáa røttu viðgerð, og í einstøkum førum er neyðugt at senda sjúklingar til viðgerð í Danmark. Til samanberingar verða eisini fleiri børn árliga send til kanningar ella viðgerðar í Danmark fyri likamligar sjúkur, sum krevja hægri spesialisering, enn vit hava í -- 1 of 2 -- Føroyum. Í alt 178 børn ella ung vóru ávíst uttanlands til kanningar ella viðgerð í 2020; 188 í 2021; 201 í 2022 og 195 í 2023. (í hesum tølum eru tey børnini/ungu, sum Barna- og ungdómspsykiatriin hevur ávíst tald við). Barna- og ungdómspsykiatriin leggur dent á, at tá ið børn og ung verða send til Danmarkar, verða tey send í styttri tíðarskeið til viðgerð, sum verður endað, tá barnið ella tann ungi, ikki longur hevur tørv á at vera innlagdur alt døgnið í psykiatriini. Til spurning 2 og 3: Sjúkrahúsverkið hevur ikki vitan um, hvussu nógv “sjálvboðið” eru farin á t.d. eftirskúla ella annan viðgerðarstovn í Danmark. Av tí, at Sjúkrahúsverkið ikki er vitandi um, hvussu nógv “sjálvboðið” eru farin á t.d. eftirskúla ella annan viðgerðarstovn í Danmark, er Sjúkrahúsverkið heldur ikki vitandi um kostnaðin í hesum sambandi. Til ber tó at upplýsa, at Sjúkrahúsverkið hevur í 2021 rindað áleið 2 mió. kr. til Region H - Psykiatri, í 2022 var upphæddin 1,6 mió kr. og í 2023 6 mió. kr. Harumframt koma ferðaútreiðslur, uppihald á Sjúklingahotellinum Tórshavn, og útreiðslur fyri kanningar ella viðgerðir, sum verða framdar á øðrum støðum enn Region H – Psykiatri. Til spurning 4: Barna- og ungdómspsykiatriin metir ikki, at tað er realistiskt, at allir sjúklingar kunnu fáa røttu viðgerð í Føroyum, tí tað krevur eina høga spesialisering innan øll økir og sjúkugongdir. Eitt tiltak, ið kann setast í verk fyri at veita meira spesialiseraða viðgerð og hjálp í Føroyum, er at økja um manningina av serlæknum og sersálarfrøðingum. Trupult er tó at fáa fatur á hesum serfrøðingum. Fyri at gera tað meira dragandi hjá hesum serfrøðingum at koma til Føroya, verður arbeitt við at skipa Sjúkrahúsverkið sum eitt universitetssjúkrahús. Eitt universitetssjúkrahús er millum annað við til at fáa fatur á teimum dugnaligastu og royndu heilsustarvsfólkunum. Heilsumálaráðið, 19. august 2024 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
006.24 Spm. til M. Stórá frá L. Weihe - Børn, ung og vaksin, sum psykiatriin sendir av landinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Børn, ung og vaksin, sum psykiatriin sendir av landinum Spurningar: 1. Hvussu nógvir borgarar, bæði yvir og undir 18 ár, sum koma undir ábyrgdarøkið hjá landsstýriskvinnuni í psykiatriini, eru fluttir av landinum seinastu 5 árini? 2. Hvussu nógv eru farin “sjálvboðið” á t.d. eftirskúla ella annan viðgerðarstovn í Danmark? 3. Hvussu nógv hevur hetta kostað? 4. Hvussu tryggja vit okkum, at vit frameftir kunnu veita neyðugu viðgerð og hjálp í Føroyum við neyðugum samstarvi millum ábyrgdarøkini? Viðmerkingar: Á hvørjum ári verða føroysk børn og ung send til Danmarkar á stovn av føroyskum myndugleikum, tí vit ikki hava nøktandi tilboð til tey í Føroyum. Hetta eru børn, sum hava stórar og samansettar avbjóðingar. Heldur enn at lofta teimum og hjálpa teimum í teirra heimliga umhvørvi, verða tey send til eitt fremmant land við einum fremmandum máli og fremmandari mentan. Langt burturi frá familju, næstringum og øllum tí, sum er kent. Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast og má sjálvandi steðgast. Tað er eisini torført at fáa neyvt innlit í, hvussu nógv børn og ung verða send av landinum, tí summi fara “sjálvboðið”, summi verða flutt til Danmarkar av barnaverndartænastunum, summi umvegis heilsuverkið og uppaftur onnur umvegis Almannaverkið. Sum skilst verða summi børn og ung send meira ella minni “sjálvboðið” av landinum á t.d. eftirskúla ella annan stovn. Eisini ber illa til at vita, hvørt summi verða send av landinum av kommunala myndugleikanum og ikki einans eftir avgerð hjá Føroya Kærustovni, fyrrverandi høvuðsbarnaverndarnevndini. Av tí sama er eisini trupult at lýsa, hvat skal gerast fyri at steðga hesum og gera sær eina meting av, hvussu nógv hetta kostar landinum í krónum og oyrum. Tí verða hesir spurningar settir teimum landsstýrisfólkunum, sum varða av hesum børnum, ungu og vaksnu: landsstýrisfólkini í barnamálum, almannamálum og heilsumálum. Á Løgtingi, 5. august 2024 Liljan Weihe -- 1 of 1 --