← Løgtingsmál

52-005/2024

Orkudrykkir til børn og ung

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. aug. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
005.24 Svar frá M. Stórá til S. K. Poulsen - Orkudrykkir.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf.. 14. august 2024
HMR J. nr. 24/18183
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-005/2024 eftir § 52a í tingskipanini um orkudrykkir til børn
og ung frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Metir landsstýriskvinnan, at tað er skilagott, at børn og ung drekka
orkudrykkir?
2. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at verja børn og ung ímóti
orkudrykkjum?
3. Hvat heldur landsstýriskvinnan um at seta forboð fyri sølu av orkudrykkjum til
børn og ung undir 18 ár?
4. Hvat heldur landsstýriskvinnan um at seta forboð fyri sølu av orkudrykkjum til
børn og ung undir 16 ár?
Til spurning 1 og 2:
Landsstýriskvinnan í heilsumálum metir ikki, at tað er skilagott, at børn og ung drekka
orkudrykkir. Høvuðsorsøkin er høga koffeininnihaldið í orkudrykkjum. Lutfalsliga lága
vektin hjá børnum og ungum og hálvliturs eindirnar av orkudrykkjum, ið er vanliga
støddin, hevur við sær, at børn og ung skjótt fáa meira koffein í kroppin, enn tað, ið
verður mett at vera trygt. Ovurnýtsla av koffeini kann hava beinleiðis neilig árin á
heilsuna og menningina hjá serliga børnum og ungum, og hon kann vera vandamikil.
Í desember 2014 lat Fólkaheilsuráðið tilmæli um orkudrykkir til táverandi
landsstýrismann í heilsumálum. Tilmælini vóru, at orkudrykkir, sum innihalda
miðnervalagsstimbrandi evni, so sum koffein, eiga at standa fyri seg í føroyskum
handlum. Tað eigur at verða skeltað væl og virðiliga, at hesir drykkir innihalda
stimbrandi evni, ið kunnu vera heilsuskaðilig í stórum nøgdum, serliga saman við
rúsdrekka. Mælt varð frá, at børn undir 18 ár drekka hesar drykkir, og at foreldur eiga
at halda eyga við, at børn teirra ikki drekka orkudrykkir. Grundin er bæði, at hetta kann
broyta svøvnlagið hjá børnunum og at stórar nøgdir, serliga saman við alkoholi, kunnu
vera beinleiðis vandamiklar fyri hjarta-æðralagið.
Heilsustýrið hevur boðað landsstýriskvinnuni frá, at Heilsustýrið stendur við hesi
tilmæli, sum verða dagførd í næstum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan legði í 2017 kunning út á heimasíðu sína um, at
orkudrykkir ikki eru ætlaðir børnum at drekka. Í kunningarskrivinum verður m.a. sagt,

-- 1 of 2 --

at eitt barn, ið vigar 40 kg. (uml. 11 ár), ikki eigur at fáa meira enn 100 mg av koffein
um dagin. Ein orkudrykkur á 0,5 l inniheldur vanliga 160 mg koffein. Heilsufrøðiliga
starvsstovan mælir tí børnum frá at drekka orkudrykkir, á sama hátt sum matvørustýrið
í Danmark.
Fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum, metir landsstýriskvinnan, at
ávaringarteksturin á orkudrykkjum týðiliga og greitt eigur at vísa, at talan er um ein
stimbrandi drykk, sum kann ávirka sinn og likam, og ikki ein leskidrykk, ei heldur
ítróttadrykk. Harumframt eru fleiri átøk, ið eiga at verða sett í verk fyri at verja børn og
ung ímóti orkudrykkjum.
Landsstýriskvinnan ynskir at taka málið upp politiskt, fyri at umrøða hvørji átøk kunnu
setast í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum. Nú er tað soleiðis, at
orkudrykkir koma partvíst undir matvørur, ið er málsøkið hjá landsstýrismanninum í
uttanríkis- og vinnumálum og partvíst undir fólkaheilsu, sum er málsøkið hjá
landsstýriskvinnuni í heilsumálum. Tað vil siga, at hetta er eitt mál, ið eigur at verða
tikið upp í samstarvi ímillum hesi bæði ráðini og avvarðandi stovnar teirra.
Svar til spurning 3 og 4:
Um forboð skal setast fyri sølu av orkudrykkjum til børn og ung undir 18 ár ella børn
og ung undir 16 ár, eigur hetta at verða gjørt við heimild í matvørulógini.
Landsstýriskvinnan ynskir at fara í samskifti við landsstýrismannin í uttanríkis- og
vinnumálum, um hvørji átøk skulu setast í verk fyri at verja børn og ung ímóti
orkudrykkjum.
Heilsumálaráðið, 14. august 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
005.24 Spm. til M. Stórá frá S. K. Poulsen - Orkudrykkir.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Orkudrykkir til børn og ung
Spurningar:
1. Metir landsstýriskvinnan, at tað er skilagott, at børn og ung drekka
orkudrykkir?
2. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at verja børn og ung ímóti
orkudrykkjum?
3. Hvat heldur landsstýriskvinnan um at seta forboð fyri sølu av orkudrykkjum til
børn og ung undir 18 ár?
4. Hvat heldur landsstýriskvinnan um at seta forboð fyri sølu av orkudrykkjum til
børn og ung undir 16 ár?
Viðmerkingar:
Orkudrykkir eru komnir í andglettin í fleiri londum í Evropa. Pólland, Estland,
Rumenia, Litava og Lettland eru nøkur lond, sum hava bannað orkudrykkjum til børn
undir 18 ár. Í mai mánaði í ár viðtók Noreg, at børn undir 16 ár ikki skulu kunna
keypa orkudrykkir. Stóra Bretland og Ungarn arbeiða eisini við hesum málinum.
Nøkur av hjáárinunum av at drekka ov nógvar orkudrykkir eru høvuðpína, magapína,
hjartabankan, ringur svøvnur, ekki og stress. Orsøkin er stóra innihaldið av koffein í
orkudrykkjunum samanborið við vanliga sodavatn. Kroppurin hjá einum barni er væl
minni enn hjá einum vaksnum og tolir tí ikki líka stórar mongdir av koffein.
Eitt nú danski læknin Thomas Krusenstjerna-Hafstrøm, sum arbeiðir á Aarhus
Universitetshospitals børne- og ungeafdeling, skilir ikki, at danir ikki hava gjørt nakað
við hendan trupulleikan. Hann vísur á, at vit ikki kenna langtíðar hjáárini av at drekka
nógvar orkudrykkir (inntaka nógv koffein) í meðan ein stendur í vøkstri.
Fyrispurningurin verður settur fyri at vita, um landsstýriskvinnan ætlar at gera nakað
við hetta málið í Føroyum.
Á Løgtingi, 2. august 2024
Steffan Klein Poulsen

-- 1 of 1 --