52-003/2024
Søla av almennum bygningum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. aug. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
003.24 Svar frá D. Holm til H. Jensen - Søla av almennum bygningum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 15. august 2024 Mál: 24/18176-2 Tygara skriv: 52-003/2024 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-003/2024 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um sølu av almennum bygningum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu gongur við arbeiðinum at fyrireika sølu av almennum bygningum? 2. Verður arbeitt við at skipa sølu av almennum bygningum á øðrvísi hátt og samskipa átakið? 3. Hvussu nógvir bygningar, og hvussu nógvir fermetrar verða ætlandi seldir í 2024? Svar til spurning 1 Landsverk varðar av landsins bygningum, sum eru umleið 200 í tali, og sum samanlagt fevna um eini 260 túsund fermetrar. Fermetratalið økist støðugt, so hvørt nýggir bygningar verða bygdir, til dømis til Sjúkrahúsverkið, til bústovnar innan almannamál og til skúlaverkið. Eisini økist talið av leigumálum. Landsverk metir um, hvørjar ognir kunnu seljast, og samskiftir javnan við stjórnarráð um sølu av bygningum. Nakrir fáir bygningar eru seldir, sum Landsverk varðar av. Tað eru vanliga bygningar, har alment virksemi verður flutt úr gomlum bygningum og í nýggjar bygningar, og bygningar og høli eru í ringum standi ella hava verið ónýtt í drúgva tíð. Tá verður mett rættast at selja. Játtanin til at selja landsins bygningar er ein fíggjarlig heimild til at kunna selja, men ein møgulig søla verður bert framd í semju millum Landsverk og avvarðandi landsstýrisfólk. Ofta er ikki undirtøka fyri at selja, tá tað kemur til stykkis, tí hugskot eru frammi um at brúka hølini til onnur endamál. Havandi í huga, hvussu nógvar bygningar landið leigar, kundu bygningarnir verið brúktir til annað virksemi hjá landinum heldur enn at selja, men tá er vanliga neyðugt at dagføra og -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 umbyggja slíkar bygningar, fyri at kunna hýsa nýggjum virksemi. Ov lítið verður játtað til at viðlíkahalda og til at umvæla landsins bygningar, og eftirsleipið økist støðugt. Harafturat hevur søla av almennum ognum við sær, at ongar útreiðslur vera av at røkja og viðlíkahalda longur, og onnur kunnu fáa gagn av bygningunum. Svar til spurning 2 Tað verður ikki arbeitt beinleiðis við at skipa sølu av almennum bygningum á øðrvísi hátt enn nú. Viðmerkjast skal, at Landsverk og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið samskifta um, hvussu leigumál og bygningar kunnu fyrisitast skynsamari. Svar til spurning 3 Tveir bygningar eru seldir í 2024. Hesir eru Oman Reyðhús nr. 4 og 6 í Klaksvík við eini bruttogólvvídd á 168 fermetrar hvør. Roknað verður ikki við, at fleiri bygningar verða seldir í ár. Dennis Holm landsstýrismaður -- 2 of 2 --
003.24 Spm. til D. Holm frá H. Jensen - Søla av almennum bygningum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 2. aug. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Søla av almennum bygningum Spurningar: 1. Hvussu gongur við arbeiðinum at fyrireika sølu av almennum bygningum? 2. Verður arbeitt við at skipa sølu av almennum bygningum á øðrvísi hátt og samskipa átakið? 3. Hvussu nógvir bygningar, og hvussu nógvir fermetrar verða ætlandi seldir í 2024? Viðmerkingar: Landið eigur nógvar bygningar kring landið við nógvum týdningarmiklum virksemi. Landið leigar seg eisini í fleiri førum inn í bygningar kring landið, og tað kunnu vera góðar orsøkir til tess. Undir fíggjarlógarviðgerðum kemur javnan fram, at fleiri av landsins bygningum tó heilt víst kundu verið seldir. Tó er ein avbjóðing kanska, at hvørt landsstýrisfólk sær ræður yvir bygningunum á sínum øki, og tað ger tað helst ikki lættari at hava eina samskipaða kós fyri landsins bygningar. Hetta kann vera ein orsøk til, at tað virkar, sum bygningar treyðugt verða seldir, hóast teir kanska falla í órøkt og ikki hýsa virksemi av týdningi. Tað er óivað tørvur á javnan at gera upp, um allir bygningar, sum landið eigur, framvegis skulu vera landsins ogn. Vit vita, at viðlíkahald av almennum bygningum er ein stór avbjóðing, har tørvur er á munandi játtan fyri at koma runt fyri at tryggja, at landsins ognir eru í nøktandi standi. Eisini er neyðugt at gera upp, í hvønn mun summir bygningar eiga at verða seldir, tí privatpersónar, vinnan, feløg ella kommunur hava størri tørv á teimum til bústað ella til sítt virksemi, og teir harvið kunnu gera størri gagn, samstundis sum fermetratalið, sum landið skal halda viðlíka, minkar. Hetta evni er lítið frammi, hóast týdningarmikið, og til fíggjarlógarviðgerðina í desember 2023 skrivaði Fíggjarnevndin í sínum áliti: «Inntøkujáttanin verður hækkað við 6 mió. kr. til at selja bygningar fyri, sum ikki er neyðugt at eiga.» Av hesum orsøkum verða spurningarnir settir. Á Løgtingi, 2. august 2024 Hanna Jensen -- 1 of 1 --