← Løgtingsmál

52-002/2024

Hvítvask í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. aug. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
002.24 Svar frá H. Hoydal til L. Weihe - Hvítvask í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Svar
upp á
§ 52 a-fyrispurning nr. 52-002/24 frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um hvítvask í Føroyum
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu nógv mál um hvítvask hava føroysku peningastovnarnir fráboðað til løgregluna
seinastu 5 árini?
2. Í hvørjum vinnugreinum í Føroyum verður hvítvask fráboðað?
3. Hvussu mong av hesum málum eru blivin kannað nærri av løgregluni, og hvussu nógv eru
endað við sakarmáli?
4. Hvussu long er viðgerðartíðin av føroyskum fráboðanum um hvítvask hjá løgregluni?
5. Hvussu long er viðgerðartíðin av donskum fráboðanum um hvítvask?
Til nr. 1-5
Fyritøkur og persónar, sum eru fevnd av hvítvasklóggávuni á yvirtiknum málsøkjum og á ikki
yvirtiknum málsøkjum, skulu beinanvegin fráboða Hvidvasksekretariatet, um fyritøkan ella
persónurin veit, hevur illgruna um ella hevur rímuliga orsøk til at halda, at ein transaktión,
fíggjarmiðlar ella virksemi hava ella hava havt samband við hvítvasking ella fígging av yvirgangi.
Hvidvasksekretariatet er partur av National Enhed for Særlig Kriminalitet hjá donsku løgregluni.
Fyri at kunna svara spurningunum er tí neyðugt at fáa upplýsingar frá nevndu myndugleikum.
Tað hevur ikki borið til hjá danska Løgmálaráðnum at útvega Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
upplýsingarnar innan freistina fyri, nær svarið uppá § 52 a-fyrispurningin skuldi vera Løgtinginum í
hendi.
Tá upplýsingarnar eru komnar frá danska Løgmálaráðnum verða tær sendar Løgtinginum.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. august 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
002.24 Spm. til H. Hoydal frá L. Weihe - Hvítvask í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Hvítvask í Føroyum
Spurningar:
1. Hvussu nógv mál um hvítvask hava føroysku peningastovnarnir fráboðað til
løgregluna seinastu 5 árini?
2. Í hvørjum vinnugreinum í Føroyum verður hvítvask fráboðað?
3. Hvussu mong av hesum málum eru blivin kannað nærri av løgregluni, og
hvussu nógv eru endað við sakarmáli?
4. Hvussu long er viðgerðartíðin av føroyskum fráboðanum um hvítvask hjá
løgregluni?
5. Hvussu long er viðgerðartíðin av donskum fráboðanum um hvítvask?
Viðmerkingar:
ES-fyriskipanir um hvítvask verða javnan settar í gildi í Føroyum – bæði á yvirtiknum
og ikki yvirtiknum málsøki. Seinast á vári í 2023.
Hvidvasksekretariatet, sum er partur av National Enhed for Særlig Kriminalitet hjá
donsku løgregluni, almannakunngjørdi í januar 2023 eina váðameting fyri hvítvask í
Føroyum. Í váðametingini varð sagt, at tað verður mett at vera stórur vandi fyri, at
Føroyar verða brúktar í sambandi við hvítvask.
Danska fíggjareftirlitið hevur eisini biðið føroyskar peningastovnar um at kanna
mannagongdir og innanhýsis eftirlit fyri at fyribyrgja hvítvask og fígging av
yvirgangi.
Áhugavert hevði verið at vitað, júst hvussu stórur trupulleikin við hvítvaski er í
Føroyum, innan hvørjar vinnugeirar fráboðanirnar koma, og hvussu hesar verða
handfarnar av donsku myndugleikunum. Tí hesir spurningar.
Á Løgtingi, 2. august 2024
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --