← Løgtingsmál

52-001/2024

Miðfyrisitingin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. aug. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
001.24 Svar frá A. V. Johannesen til B. S. Nielsen - Miðfyrisitingin 2019-2023.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 001/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um miðfyrisitingina
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvør er árligi kostnaðurin av aðalráðunum árini 2019 – 2023?
Svar:
Sum spyrjarin vísir á, er hesin fyrispurningurin uppfylging uppá spurning 52-133/2023, tá eg í svarinum
vísti á gongdina í ársverkum. Hetta gjørdi eg, tí eg haldi at ársverk er rættasti mátin at vísa á, hvørt
miðfyrisitingin er vaksin ella ikki, tí ársverkini ikki eru ávirkaði av lønarvøkstri ella prísvøkstri. Lønar- og
prísvøksturin er ymiskur frá ár til ár. Serliga í 2023 vóru lønarhækkingarnar høgar.
Ársverkini í miðfyrisitingini 2019 – 2023 og býtt út á høvuðskontur í løgtingsfíggjarlógini eru:
Høvuðskonta Heiti 2019 2020 2021 2022 2023
11102 Løgmansskrivstovan (Rakstrarj.) 21,15 21,12 17,62 17,18 10,69
11103 Fíggjarmálaráðið (Rakstrarj.) 14,33 16,88 16,41 17,3 14,49
11105 Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið (Rakstrarj.) 16,39 16,15 15,87 15,32 16,85
11106 Uttanríkis- og vinnumálaráðið (Rakstrarj.) 0 17,18 19,43 18,64 21,72
11109 Barna- og útbúgvingarmálaráðið (Rakstrarj.) 24,04 25,57 27,12 27,28 12,99
23102 Undirkonto 20 Undirvísingarstýrið í 2020 -11,09 0 0 0 0
11124 Heilsumálaráðið (Rakstrarj.) 19,29 16,26 16,25 16,46 16,76
11126 Almanna- og mentamálaráðið (Rakstrarj.) 15,69 16,36 15,06 16,18 16,31
11128 Løgmálaráðið (Rakstrarj.) 0 0 0 0 8,18
11159 Uttanríkis- og vinnumálaráðið (Rakstrarj.) 21,15 0 0 0 0
11160 Samferðslumálaráðið (Rakstrarj.) 6,43 0 0 0 0
11165 Umhvørvismálaráðið (Rakstrarj.) 0,28 0 0 0 9,6
Tilsamans (ársverk) 127,66 129,52 127,76 128,36 127,56
Kelda: Løndátavøruhúsið – bókingardagfesting.
Viðm. Leigunevndin lá undir høvuðskonto 11126 til 2022, tá hon varð flutt til høvuðskonto 11165. Í Løndátavøruhúsinum
eru 0,28 ársverk feilskrásett undir 11165 í 2019, sum eiga vera undir 11126.

-- 1 of 3 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Sum sæst í talvuni omanfyri, er miðfyrisitingin hvørki vaksin ella minkað í tíðarskeiðinum 2019 – 2023.
Um vit skulu hyggja at kostnaðinum, er neyðugt at taka hædd fyri lønarvøkstrinum, av tí at
lønarútreiðslurnar eru góðar 75% av samlaðu útreiðslunum til miðfyrisitingina.
Lønarútreiðslurnar hjá aðalráðunum 2019 – 2023 eru hesar:
Høvuðskonta Heiti 2019 2020 2021 2022 2023
11102 Løgmansskrivstovan (Rakstrarj.) 11.962 12.398 11.584 11.410 7.678
11103 Fíggjarmálaráðið (Rakstrarj.) 9.718 11.533 11.791 12.223 10.409
11105 Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið (Rakstrarj.) 10.610 10.786 10.543 10.240 11.862
11106 Uttanríkis- og vinnumálaráðið (Rakstrarj.) 0 11.245 12.089 12.747 15.608
11109 Barna- og útbúgvingarmálaráðið (Rakstrarj.) 14.845 16.595 18.094 18.799 8.669
23102 Undirkonto 20 Undirvísingarstýrið í 2020 -6.910
11124 Heilsumálaráðið (Rakstrarj.) 10.816 9.043 9.442 9.700 10.373
11126 Almanna- og mentamálaráðið (Rakstrarj.) 9.541 9.961 9.911 10.492 11.366
11128 Løgmálaráðið (Rakstrarj.) 0 0 0 0 5.513
11159 Uttanríkis- og vinnumálaráðið (Rakstrarj.) 13.799 0 0 0 0
11160 Samferðslumálaráðið (Rakstrarj.) 3.669 0 0 0 0
11165 Umhvørvismálaráðið (Rakstrarj.) 0 0 0 0 7.009
Tilsamans (tús. kr.) 78.050 81.561 83.454 85.611 88.487
Kelda: Búskaparskipan Landsins.
Samlaði vøksturin árini 2019 – 2023, tá einans verður hugt eftir lønarútreiðslum er 13,4%, sum svarar væl
við vøksturin í sáttmálaásettu lønunum. Eitt nú er lønin eftir sáttmálanum hjá Akademikarafelagnum
vaksin 13,2% sama tíðarskeiði.
Um hugt verður eftir samlaða kostnaðinum av aðalráðunum 2019 – 2023, er kostnaðurin hesin:
Høvuðskonta Heiti 2019 2020 2021 2022 2023
11102 Løgmansskrivstovan (Rakstrarj.) 14.945 15.053 15.552 15.239 12.099
11103 Fíggjarmálaráðið (Rakstrarj.) 11.880 13.598 14.628 14.301 12.115
11105 Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið (Rakstrarj.) 16.004 14.645 14.188 14.255 17.528
11106 Uttanríkis- og vinnumálaráðið (Rakstrarj.)*** 19.126 14.412 14.585 15.001 19.914
11109 Barna- og útbúgvingarmálaráðið (Rakstrarj.)* 19.015 23.867 24.352 25.441 12.086
Undirvísingarstýrið (høvuðskonta 23.1.02)
undirkonto 20 tikin úr** -9.413
11124 Heilsumálaráðið (Rakstrarj.) 13.510 11.236 11.406 12.372 12.731
11126 Almanna- og mentamálaráðið (Rakstrarj.) 13.566 14.223 13.589 14.380 15.808
11128 Løgmálaráðið (Rakstrarj.) 0 0 0 0 7.157
11160 Samferðslumálaráðið (Rakstrarj.) 4.684 0 0 0 0
11165 Umhvørvismálaráðið (Rakstrarj.) 0 0 0 0 8.478
Tilsamans (tús. kr.) 103.317 107.034 108.300 110.989 117.916
* Yrkisdepilin tikin úr.

-- 2 of 3 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
** Játtan til undirkonto í 2020 er brúkt at trekkja úr í 2019.
*** Høvuðskonto 11.1.59 flutt til 11.1.06 Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Kelda: Búskaparskipan Landsins.
Hetta svarar til ein samlaðan vøkstur árini 2019 – 2023 á 14,1%, sum er eitt sindur meira enn vøksturin í
lønarútreiðslum. Her skal havast í huga, at prísvøksturin sama tíðarskeiði hevur verið 17,7%.
At enda vil eg vísa á, at útreiðslurnar til miðfyrisitingina eru minkandi í mun til samlaðu rakstrarútreiðslur
landskassan. Í 2019 var kostnaðurin av miðfyrisitingini 2,08% av samlaðu rakstrarútreiðslum
landskassans, og í 2023 var kostnaðurin av miðfyrisitingini minkaður til 1,86% av samlaðu
rakstrarútreiðslum landskassans.
Í Tinganesi, 22. august 2024
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 3 of 3 --
001.24 Spm. til. A. V. Johannesen frá B. S. Nielsen - Miðfyrisitingin 2019-2023.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. aug. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Miðfyrisitingin
Spurningar:
1. Hvør er árligi kostnaðurin av aðalráðunum árini 2019 – 2023?
Viðmerkingar:
Hetta er ein uppfylging uppá spurning 52-133/2023, ið eg setti í juni í ár, har løgmaður
ikki svaraði, hvør árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini er í krónum.
Hóast haldførið var høvuðstema, tá CEF-samgongan varð skipað, byrjaði
samgonguskeiðið við at økja talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum úr sjey upp í
níggju, og nógv bleiv gjørt burturúr, at hetta var fíggjarliga skynsamt og fór ikki at
krevja fleiri starvsfólk í miðfyrisitingini.
Sjálvur segði løgmaður, at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri
almennar skattakrónur.
Nú hálvtannað ár er liðið, hava verið lýsingar til fleiri nýggj størv í miðfyrisitingini, og
tríggir nýggir aðalstjórar eru settir. Tí ynskist at fáa upplýst, hvør árligi kostnaðurin av
aðalráðunum er fyri árini 2019 – 2023.
Á Løgtingi, 1. august 2024
Bárður á Steig Nielsen

-- 1 of 1 --