52-141/2023
Gongubreytir við Gøtugjógv
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Svar latin inn · Svarfreist 3. jul. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
141.23 svar frá D.Holm til H.Jensen - Gongubreytir við Gøtugjógv.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. jul. 2024
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 4. juli 2024 Mál: 24/15950 Tygara skriv: 52-141/2023 AE Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-141/2023 frá Hannu Jensen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um gongubreytir við Gøtugjógv Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu gongur við at fyrireika arbeiðið at gera nýggjar gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv? 2. Nær verða gongubreytirnar gjørdar? 3. Verða ferðslutálmandi átøk fyrireikað at fremja í næstum? Svar til spurning 1 og 2 Tað er nógv og tung bilferðsla gjøgnum Gøtugjógv, og tað er nærum eingin skilnaður millum bilferðsluna og ábæru ferðsluna (fólk til gongu) á staðnum. Millum annað er dagstovnur og skúli omanfyri vegin, so ferðandi til gongu úr Norðagøtu og Syðrugøtu mugu fara yvirum vegin fyri at koma til og frá skúla og dagstovni. Arbeitt verður tí við málinum um at betra ferðsluviðurskiftini á staðnum. Ætlanin hevur verið at betra gongubreytina, og at seta upp kantsteinar millum vegin og gongubreytina. Landsverk og Eysturkommuna samstarva nú um aðra loysn. Ætlanin er, at ábæra ferðslan verður førd burtur frá vegnum umvegis eina undirføring, sum er ætlað fólki til gongu. Eftir ætlan verður ein heingibrúgv gjørd undir verandi brúgv um Gøtugjógv. Landsverk ger og rindar sjálva brúnna, meðan kommunan ger og rindar lendisarbeiðið og gøtur til brúnna. Hendan loysnin verður mett at vera væl betri og tryggari fyri ábæru ferðsluna, tí ábæra ferðslan verður førd burtur frá vegnum. Hetta er serliga viðkomandi fyri Gøtugjógv. Vónað verður at henda loysnin ber á mál. Um ikki, so verður farið aftur til loysnina við einans at skifta kansteinarnar og annað millum vegin og gongubreytina, sum er ein møguleiki, sum fyrr hevur verið frammi. Svar til spurning 3 Tørvurin á ferðslutálmandi átøkum er alt eftir, hvør loysn verður framd. Við einari undirføring, har ábæra ferðslan verður hildin heilt burtur frá bilferðsluni, er tørvurin á ferðslutálmandi átøkum avmarkaður. Dennis Holm landsstýrismaður -- 1 of 1 --
141.23 spm til D.Holm frá H.Jensen - Gongubreytir við Gøtugjógv.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. jun. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Gongubreytir við Gøtugjógv Spurningar: 1. Hvussu gongur við at fyrireika arbeiðið at gera nýggjar gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv? 2. Nær verða gongubreytirnar gjørdar? 3. Verða ferðslutálmandi átøk fyrireikað at fremja í næstum? Viðmerkingar: Tá landsvegurin ígjøgnum Gøtugjógv seinast varð asfalteraður, vórðu gongubreytirnar og kantsteinar ikki gjørd samstundis, hetta hóast stórur tørvur er á at bøta verandi gongubreytir, sum nú eru ájavnar við vegin nógvastaðni á farleiðini. Trygdin hjá ábærari ferðslu á leiðini er ikki góð niðanfyri landsvegin frá útkoyringini úr Syðrugøtu og meginpartin av vegnum inntil fólk á súkklu, fólk til gongu ella við barnavogni kunnu fara omanum og taka kommunalu gøtuna oman til Norðragøtu. Omanfyri landsvegin er eisini stórur tørvur á at dagføra gongubreytina og gera liðugt og greitt markið til landsvegin frá útkoyringini úr Norðragøtu og yvir ímóti skúlanum. Trygdin er tað mest umráðandi, men hesin parturin hevur ómetaligan tørv á at verða snøggaður, sum ein landsvegur ígjøgnum bygt øki eigur at verða. Harumframt er neyðugt at arbeiða við trygdini, tá ábær ferðsla skal yvir um landsvegin við Gøtugjógv. Við Gøtugjógv er stórur dagstovnur, har børnini javnan fara um landsvegin við starvsfólkum í sambandi við túrar. Við Gøtugjógv hevur eisini skúli verið í meira enn mannaminni – elsti skúli, sum stendur uppi har, er bygdur í 1890, og tað eyðkennir ferðslumynstrið í bygdini, har næmingar ferðast til og frá dagliga. Og so er eisini vert at nevna, at Gøtu kirkja liggur omanfyri landsvegin miðskeiðis í bygdini, og nógv ferðsla er til og frá bæði til gongu og við bili, eins og øll jarðarferðarfylgi úr kirkjuni fara yvir um landsvegin. Losjan Glotti hevur nógv virksemi og onnur við, men øll hesi viðurskifti ákalla nøkur heilt serlig ferðslutálmandi átøk eins og átøk fyri ferðslutrygd, sum landið eigur at samstarva við kommunala myndugleikan á staðnum um at fáa framt sum skjótast. Á fíggjarlógini fyri 2024 vórðu játtaðar 2 mió. kr. til at gera gongubreytir, kantsteinar og ferðslutálmandi átøk við Gøtugjógv. Fyri at vita, hvussu gongur við hesum arbeiði, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 21. juni Hanna Jensen -- 1 of 1 --