52-140/2023
Laksaroyndir í føroyskum sjóøki
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. jul. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
140.23 Svar frá H.Hoydal til E.H.N -Laksaroyndir í føroyskum sjóøki.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. jul. 2024
Sjá útdrigin tekst
1 / 1 Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Tórshavn, 2. juli 2024 Journal nr.: 24/16103 Svar upp á fyrispurning frá Eyðdis Hartmann Niclassen, løgtingskvinnu, um laksaroyndir í føroyskum sjóøki, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr. 52-140/2023 Fyrispurningur 1. Hevur landsstýrismaðurin sett í verk royndir, saman við Havstovuni, at fáa til vega upplýsingar og vitan um laksin í føroyskum sjóøki? 2. Nær væntar landsstýrismaðurin at kanningar fara í gongd? 3. Kann landsstýrismaðurin meta um, nær eitt úrslit verður tøkt? Spurningarnir verða svaraðir undir einum Í svari til Johan Dahl, SS-012/2023, varð m.a. sagt, at av tí at villur laksur ikki er ein felags stovnur, men heldur er laksur, sum stavar úr ymisku áunum, sum renna út í Norðuratlantshavið, so kann verða torført at gera eina stovnsmeting. Vísandi til SS-012/2023 eru ikki ítøkiligar ætlanir um at fara undir tílíkt royndarvirksemi. Hinvegin kann nevnast, at landsstýrismaðurin hevur boðið umboðum frá Føroya Sílaveiðifelag at koma á fund at greiða frá verkætlan, sum er í umbúna. Verkætlanin hevur til endamáls at endurreisa villlaksin í Føroyum. Føroya Sílaveiðifelag arbeiðir fyri at skapa trivnaðarvirksemi í føroysku náttúruni og at varðveita og nøra um føroysku sílini og villlaksin. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 2. juli 2024 Høgni Hoydal landsstýrismaður -- 1 of 1 --
140.23 spm til D.Holm frá E.H.N -Laksaroyndir í føroyskum sjóøki.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. jun. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Laksaroyndir í føroyskum sjóøki Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin sett í verk royndir, saman við Havstovuni, at fáa til vega upplýsingar og vitan um laksin í føroyskum sjóøki? 2. Nær væntar landsstýrismaðurin at kanningar fara í gongd? 3. Kann landsstýrismaðurin meta um, nær eitt úrslit verður tøkt? Viðmerkingar: Herfyri var júst evnið um at gera laksaroyndir í føroyskum sjóøki til umrøðu í Løgtinginum, og man var samdur um at slík vitan um laksin er bæði neyðug og áhugaverd og hevði gjørt okkum betri før fyri at lagt til rættis fiskarí og atknýtt vinnuligt virksemi. Tí er endamálið við hesum fyrispurninginum at útvega meira vitan um, í hvønn mun laksur er á landgrunninum, hvussu stórar nøgdirnar eru, og hvar hann møguliga heldur mest til o.a. At dyrgja eftir laksi við bátum er ein væl umtókt upplivingarvinna, sum er sera inntøkugevandi í øðrum londum, sum fáast við hesa vinnu. Tí verður mett, at henda vinnan kann gerast ein spennandi vinna fyri okkum sjálvi og somuleiðis gerast eitt eyka bein hjá føroysku ferðavinnuni. Málbólkurin av ferðafólkum, sum ferðast runt eftir laksafiskiskapi, rindar fegin fyri slíka uppliving, og vit í Føroyum fáa ein serligan málbólk afturat, sum vil leiga bátar, umframt hevur brúk fyri vanligum uppihaldi og nýtir okkara matstovuvirksemi, ferðaseðlar og mangt annað. Tað er nógv, sum bendir á, at stórir vinnumøguleikar eru innan laksafiskarí í føroyskum sjóøki, og í hesum sambandi eiga nakrir kappingarførir vinnukarmar at verða skaptir av politisku skipanini, grundaðir á holla vitan um laksin. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 21. juni 2024 Eyðdis Hartmann Niclasen -- 1 of 1 --