← Løgtingsmál

52-139/2023

Starvsfólka- og leiðsluviðurskifti á Skálagarði

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jul. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
24-15879 - Svar upp á § 52 a fyrispurning um starvsfólka- og leiðsluviðurskifti á Skálagarði.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Løgtingið 27. juni 2024
Tinghúsvegur 1-3 J.nr: 24/15879-3
110 Tórshavn Tygara skriv:
Viðgjørt:
Nr. 52-139/2023
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-139/2023 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið
Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um starvsfólka- og leiðsluviðurskifti á Skálagarði
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru starvsfólk úr øðrum londum komin at arbeiða á Skálagarði hesar seinastu
vikurnar?
2. Er tað rætt, at partur av Skálagarði verður brúktur til íbúð til arbeiðsfólk, sum eru
komin úr øðrum londum at arbeiða á Skálagarði?
3. Nær kann væntast, at ósemjan millum leiðaran á Skálagarði og Almannaverkið verður
loyst, soleiðis at búfólk og starvsfólk á stovninum fáa ein tryggan og virðiligan
gerandisdag aftur?
Til nr. 1:
Tann 17. juni 2024 byrjaðu trý donsk starvsfólk frá donskum vikarbureau á Skálagarði,
Setanin er fyribils í 14 dagar.
Tað er ein stór avbjóðing at fáa skikkaði starvsfólk í øll størv, bæði á Skálagarði og í restina
av Trivnaðardeplinum undir Almannaverkinum – serliga á teimum økjum har kapping er um
starvsfólk. Hetta sæst innan flest allar geirar.
Summarið er serliga avbjóðandi, av tí at starvsfólk skulu halda summarfrítíð. Hetta er einki
serdømi, hvørki fyri Skálagarð ella fyri aðrar stovnar undir Almannaverkinum. Hetta var
eisini støðan síðsta summar.
Til nr. 2:
Enn er ikki fult virksemi á Skálagarði, av tí at tað er trupult at fáa skikkaði starvsfólk í øll
størv. Av hesi orsøk er einki virksemi á ovastu hæddini. Ovasta hæddin fevnir um kømur við
vesi og felags alrúmi. Starvsfólkini húsast á hesi hæddini.
Tá stutt er millum vaktir er ikki óvanligt, at starvsfólk sova í tómu kømrunum. Soleiðis hevur
eisini verið, áðrenn danskir vikarar vórðu settir at avloysa í summarfrítíðini.
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Til nr. 3:
Almannaverkið roynir altíð at tryggja at gerandisdagurin á einum stovni er tryggur og
virðiligur hjá búfólkum og starvsfólkum. Eg kann leggja afturat, at leiðsla er á Skálagarði,
meðan verandi leiðari er burturstødd, og at leiðslan tekur hond um borgararnar, um hesir føla
seg ótryggir.
Tað ber í verandi løtu ikki til at siga endaliga, nær ósemjan millum leiðaran á Skálagarði og
Almannaverkið verður loyst. Samskifti er millum partarnar og hoyringarfreistir skulu haldast.
Miðað verður eftir at avgreiða málið sum skjótast og uttan ógrundaðan steðg.
Starvsfólkini, sum eru sett á Skálagarði, eru fakliga dugnalig og brenna fyri at geva
borgarunum á Skálagarði eina góða tænastu. Starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við leiðsluni
á Skálagarði fyri at skipa Skálagarð og at tryggja, at búfólkini fáa ein tryggan og virðiligan
gerandisdag.
Tórshavn, 27. juni 2024
Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna
Síða 2 av 2

-- 2 of 2 --
139.23 spm til S. Stenberg frá E. M. Gunnleygsdóttur - Starvsfólka- og leiðsluviðurskifti á Skálagarði.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Starvsfólka- og leiðsluviðurskifti á Skálagarði
Spurningar:
1. Eru starvsfólk úr øðrum londum komin at arbeiða á Skálagarði hesar seinastu
vikurnar?
2. Er tað rætt, at partur av Skálagarði verður brúktur til íbúð til arbeiðsfólk, sum
eru komin úr øðrum londum at arbeiða á Skálagarði?
3. Nær kann væntast, at ósemjan millum leiðaran á Skálagarði og Almannaverkið
verður loyst, soleiðis at búfólk og starvsfólk á stovninum fáa ein tryggan og
virðiligan gerandisdag aftur?
Viðmerkingar:
Tað var ein stórur dagur, tá skjøtul bleiv settur á Skálagarð. Sjálv var eg
landsstýriskvinna tá, og var stjórin á almannaverkinum ein eldsál fyri at fáa Skálagarð
til veruleika. Og enn størri dagur tá núverandi landsstýriskvinna í almanna- og
mentamálum opnaði heimið. Tí nú kundu fólk undir 67 ár við seinheilaskaða loksins
fáa tilboðið roknað júst til teirra tørv. Hetta sum tey so leingi høvdu bíðað eftir. Tí er
tað sera áhugavert at fáa at vita, hvussu gongur við Skálagarði, og um hann livir upp
til endamálið.
Og nú frættist manna millum, at arbeiðsfólk seinastu vikurnar eru komin úr øðrum
londum at arbeiða á Skálagarði, og at hesi arbeiðsfólkini eisini búgva á Skálagarði. Tí
síggi eg tað sum alneyðugt og áhugavert at fáa at vita, hvussu arbeiðs- og
starvsfólkaviðurskiftini eru á Skálagarði, tí uppruna endamálið við Skálagarði var
bútilboð til fólk undir 67 ár við seinheilaskaða, og ikki til tey, sum arbeiða á
Skálagarði.
Sum skilst eru onkrar ósemjur millum leiðaran á Skálagarði og Almannaverki í løtuni.
Brúkarar og tey, sum búgva á Skálagarði, rópa varskó á sosialum miðlum um at fáa
ein vanligan gerandisdag aftur, og at leiðarin skal koma til arbeiðis sum skjótast, tí
íkomna støðan er ikki virðilig. Tí er eisini átrokandi, at ósemjan verður loyst, soleiðis
at tey, sum búgva á Skálagarði, fáa ein vanligan dag aftur. Havandi í huga, at hetta er
teirra heim.
Á Løgtingi, 20. juni 2024
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

-- 1 of 1 --