52-138/2023
Skálagarður
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jul. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
24-15875 - Svar upp á §52 a fyrispurning um Skálagarð.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. jun. 2024
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Løgtingið 27. juni 2024 Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 J.nr: 24/15875-5 110 Tórshavn Tygara skriv: Viðgjørt: . Nr. 52-138/2023 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-138/2023 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um Skálagarð Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar ætlanir hevur landstýriskvinnan við heiminum fyri seinheilaskadd, Skálagarði, í Klaksvík? 2. Hvussu nógv búfólk eru á heiminum dags dato? 3. Hvussu nógv av hesum hava fingið fastan bústað á heiminum? 4. Hvussu nógv búgva har í eitt longri tíðarskeið? 5. Hvussu nógv koma á heimið til umlætting í eitt styttri tíðarskeið? 6. Er nakar bíðilisti at sleppa á heimið og í so fall, hvussu langur er bíðilistin? Til nr. 1: Ætlanirnar fyri Skálagarði, ið er heim fyri seinheilaskadd í Klaksvík eru tær somu, sum tá Skálagarður lat upp fyri hálvum øðrum ári síðani, nevniliga at veita borgarum við seinheilaskaða vardan bústað, fyribils bústað og umlætting. Endamálið við vardum bústaði er at veita borgarum eitt heim, har viðkomandi kann liva eitt sjálvstøðugt, innihaldsríkt og virkið lív. Í arbeiðinum verður m.a. dentur lagdur á gerandisrehabilitering. Endamálið við fyribils bústaði er m.a. við rehabilitering at menna persónligar og sosialar førleikar hjá borgarum soleiðis, at borgarin kann megna at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum tilber. Endamálið við umlætting er at veita heimabúgvandi borgarum og avvarðandi umlætting. Í umlættingini er gerandisrehabilitering ein sjálvsagdur partur av tilboðnum. Til nr. 2: Í løtuni búgva 6 borgarar á Skálagarði Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Til nr. 3: Av teimum borgarum, sum búgva á Skálagarði, hava 4 borgarir fastan bústað. Til nr. 4: Fyribils bústaður kann veitast upp í hálvtannað ár. Og í løtuni hava tveir borgarar fyribils búpláss á Skálagarði. Til nr. 5: Pláss er á Skálagarði at veita trimum borgarum umlætting. Í løtuni er eingin borgari í umlætting, orsakað av manglandi starvsfólkaorku. Til nr. 6: Í løtuni eru tveir borgarar við seinheilaskaða á bíðilista til vardan bústað á Skálagarði, harumframt er ein borgari á veg á bíðilista til avklárandi fyriskipan í fyribils bústaði. Heimabúgvandi borgarar, ið tørva umlætting, eru ikki á bíðilistanum. Hesir borgarar koma til umlætting eftir ávísari skipan, tó eisini eftir um starvsfólk eru at røkja uppgávuna. Skálagarður hevur pláss fyri 15 borgarum. Áðrenn stovnurin lat upp, varð mett at hetta krevur 24 fulltíðarsett starvsfólk. Tað er vanligt at nýggj tilboð verða sett í verk so líðandi, og er hetta eisini tongt at møguleikanum at seta starvsfólk. Tað er eingin loyna, at tað er ein avbjóðing at útvega nøktandi fakligheit – serliga á teimum økjum har kapping er um starvsfólk. Hetta sæst innan flest allar geirar. At tað bert eru 6 fólk, sum fáa hjálp á Skálagarði, er sostatt tongt at avbjóðingini at fáa skikkaði starvsfólk. Tórshavn 27. juni 2024 Sirið Stenberg landsstýriskvinna Síða 2 av 2 -- 2 of 2 --
138.23 spm til S. Stenberg frá E. M. Gunnleygsdóttur - Skálagarður.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. jun. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Skálagarður Spurningar: 1. Hvørjar ætlanir hevur landstýriskvinnan við heiminum fyri seinheilaskadd, Skálagarði, í Klaksvík? 2. Hvussu nógv búfólk eru á heiminum dags dato? 3. Hvussu nógv av hesum hava fingið fastan bústað á heiminum? 4. Hvussu nógv búgva har í eitt longri tíðarskeið? 5. Hvussu nógv koma á heimið til umlætting í eitt styttri tíðarskeið? 6. Er nakar bíðilisti at sleppa á heimið og í so fall, hvussu langur er bíðilistin? Viðmerkingar: Tað var ein stórur dagur, tá skjøtul bleiv settur á Skálagarð. Sjálv var eg landsstýriskvinna tá, og var stjórin á almannaverkinum, Edvard Heen, ein eldsál fyri at fáa Skálagarð til veruleika. Og enn størri dagur tá núverandi landsstýriskvinna, Sirið Stenberg, opnaði heimið. Tí nú kundu fólk undir 67 ár við seinheilaskaða loksins fáa tilboðið roknað júst til teirra tørv. Hetta sum tey so leingi høvdu bíðað eftir. Vit minnast, áðrenn Skálagarður kom, hvussu mann dag og dagliga hoyrdi í fjølmiðlunum, at tilboð til fólk við seinheilaskaða manglaði. Liðugt viðgjørdir sjúklingar upptóku pláss á sjúkrahúsunum, tí tey høvdu ongastaðni at fara, tí onki tilboð var til hesi. Ja, tørvurin var ovurhondsstórur. Við Skálagarði lótu slóðbrótandi møguleikar seg upp, og lunnar vóru lagdir undir depilin til fólk við seinheilaskaða. Men øll avbjóðingin kundi ikki loysast við Skálagarði sæð í ljósinum av, at tað var brúk fyri enn fleiri bústøðum. Bíðilistin var so ómetaliga langur, samstundis sum vit vita, at tað leggjast fleiri fólk afturat á hvørjum ári, sum verða rakt av seinheilaskaða. Tí er tað sera áhugavert at fáa at vita, hvussu gongur við Skálagarði, og um hann livir upp til endamálið. Sum skilst standa enn fleiri íbúðir tómar. Tí síggi eg tað sum alneyðugt og áhugavert at fáa at vita, hvussu støðan er við Skálagarði í dag, og um ongin bíðilisti er meira. Á Løgtingi, 20. juni 2024 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur -- 1 of 1 --