52-137/2023
Screening av monnum fyri prostatakrabba
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2024 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
137.23 Svar frá M.Stórá til J. Dahl - Screening av monnum fyri prostatakrabba.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. jul. 2024
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 1. juli 2024 HMR j. nr. 24/15785-4 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-137/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um screening av monnum fyri prostatakrabba, frá Johan Dahl, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hevur landsstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at seta í verk tilboð um screening einaferð um árið av monnum frá 50-ára aldur fyri prostatakrabba? Um ja, nær er ætlanin at seta í verk skipan við screening? Um nei, hví verður screening ikki sett í verk? 2. Hvørjir heilsufakligir fyrimunir og vansar eru við at seta í verk tilboð um screening av monnum fyri prostatakrabba - hvørjar eru royndirnar í útlandinum? 3. Er ætlanin at lógaráseta møguleikar fyri screening av monnum fyri prostatakrabbamein, og er ætlanin at leggja fram lógaruppskot t.d. í komandi tingsetu? 4. Hvønn týdning hevur tað fyri eina evt. skipan til screening av monnum, at dygdargóðar og effektivar prostataskanningar nú kunnu gerast í Klaksvík við nýggja MR-skannaranum? 5. Hvørji krøv verða til umsitingarligar skipanir, og hvør verður tørvurin á læknum og øðrum starvsfólkum? 6. Hvat kostar ein screeningskipan til menn at seta í verk? 7. Hvørjar skipanir fyri screening av monnum fyri prostatakrabba eru í Norðanlondum? Svar: Til spurning 1 Í krabbameinætlanini verður tað, út frá verandi støðu, mælt frá at seta í verk landsfevnandi screening fyri prostatakrabba í Føroyum (s. 103). Landsstýriskvinnan hevur ei heldur fingið nakað tilmæli frá krabbameinsráðnum um at seta í verk tílíka screening. Landsstýriskvinnan hevur tí ongar ítøkiligar ætlanir um at seta í verk prostatascreening í Føroyum. Um tað koma altjóða faklig tilmæli, ið mæla til at seta tílíka screening í verk, verður málið sjálvandi tikið upp til støðutakan. Til spurning 2 Heilsufakligu fyrimunirnir eru, sum við øllum screeningsátøkum, at ein møguligur krabbavøkstur verður funnin tíðliga, og harvið økjast sannlíkindi fyri at sjúklingurin kann gerast frískur. -- 1 of 2 -- Vanliga verður nýtt ein sonevnd PSA blóðroynd til at diagnostisera prostatakrabba, men fakliga verður tað ikki viðmælt at nýta PSA blóðroynd sum screening, tí at eitt hækkað PSA virðið kann føra við sær óneyðugar kanningar og vanda fyri álvarsomum komplikatiónum (pínu, bløðing, infektión v.m.). Sum tað framgongur av krabbameinsætlanini, er ein annar vansi, at ein landsfevnandi prostatascreening helst hevði “...havt við sær diagnostisering og viðgerð av nógvum monnum, sum annars ikki høvdu merkt til krabbameinssjúku á teirra lívstíð. Harafturímóti kann viðgerðin hava trupulleikar við sær, so sum landinkontinens (óvilja vatnlát) og impotens”. Sambært Sjúkrahúsverkinum eru í dag ongir altjóða tilmæltir screeningsháttir fyri prostatakrabba. Tað eru ábendingar um, at einaferð í framtíðini fer screening fyri prostatakrabba at verða tilmæld í evropeisku leiðreglunum “EAU guide lines” í urologi, har 3 Tesla MR-skanning verður sentralur partur av screeningini. Til spurning 3 Í verandi støðu eru ongar ætlanir um at lógaráseta møguleikar fyri screening av monnum fyri prostatakrabbamein. Til spurning 4 Í samband við møguliga screening av monnum fyri prostatakrabba, so verður MR-skanning í løtuni ikki viðmælt sum ein screeningstøkni. Sambært Sjúkrahúsverkinum er MR-skanning harafturímóti ein sentralur partur av útgreining, har illgruni kann verða um prostatakrabba. Til spurning 5 og 6 Av tí, at ongar ítøkiligar ætlanir eru í løtuni at seta prostatascreening í verk í Føroyum, er ei heldur nakað greiningararbeiði sett í verk, sum lýsir, hvat ein tílík skipan vil krevja av umsitingarligum skipanum og starvsfólki. Ei heldur er tað greina, hvat kostnaðurin av eini tílíkari skipan hevði verið. Til spurning 7 Sum tað m.a. framgongur av krabbameinsætlanini, er landsfevnandi screening fyri prostatakrabba ikki sett í verk í nøkrum Norðurlandi. Heilsumálaráðið, 1. juli 2024 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
137.23 spm til M.Stórá frá J. Dahl - Screening av monnum fyri prostatakrabba.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. jun. 2024
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Screening av monnum fyri prostatakrabba Spurningar: 1. Hevur landsstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at seta í verk tilboð um screening einaferð um árið av monnum frá 50-ára aldur fyri prostatakrabba? Um ja, nær er ætlanin at seta í verk skipan við screening? Um nei, hví verður screening ikki sett í verk? 2. Hvørjir heilsufakligir fyrimunir og vansar eru við at seta í verk tilboð um screening av monnum fyri prostatakrabba - hvørjar eru royndirnar í útlandinum? 3. Er ætlanin at lógaráseta møguleikar fyri screening av monnum fyri prostatakrabbamein, og er ætlanin at leggja fram lógaruppskot t.d. í komandi tingsetu? 4. Hvønn týdning hevur tað fyri eina evt. skipan til screening av monnum, at dygdargóðar og effektivar prostataskanningar nú kunnu gerast í Klaksvík við nýggja MR-skannaranum? 5. Hvørji krøv verða til umsitingarligar skipanir, og hvør verður tørvurin á læknum og øðrum starvsfólkum? 6. Hvat kostar ein screeningskipan til menn at seta í verk? 7. Hvørjar skipanir fyri screeinng av monnum fyri prostatakrabba eru í Norðanlondum? Viðmerkingar: Kanningar frá øðrum londum vísa, eitt nú úr Danmark, at tað serliga er í aldrinum frá 50 ár, at sannlíkindini og vandin fyri at fáa prostatakrabba byrjar at vísa seg og serliga stór eru sannlíkindini í aldrinum millum 70-80 ár. Við regluligum kanningum ber betur til at viðgera krabba í prostata effektivt og annars fyribyrgja, at krabbin spreiðir seg o.a. Tá sannlíkindini og vandin fyri at fáa prostatakrabba veksur eftir 50 ára aldur, so eigur at verða kannað, um tað ikki er skilagott at geva eitt tilboð til allar menn í Føroyum um screening einaferð um árið. Møguleikin er serliga góður nú ein nýggjur framkomin MR-skannari er komin til landið, sum er sera væl egnaður júst til prostatakanningar. Tí verður hesin fyrispurningur settur. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 17. juni 2024 Johan Dahl -- 2 of 2 --