← Løgtingsmál

52-136/2023

Verksetan av Krabbameinsætlanini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
136.23 Svar frá M.Stórá til J. Dahl - Verkseting av Krabbameinsætlanini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. jul. 2024

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 1. juli 2024
HMR j. nr. 24/15782-4
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-136/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um verksetan av
Krabbameinsætlanini, frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Verður arbeitt ítøkiliga við at seta í verk átøk í Krabbameinsætlanini, undir hesum pakkar til
útgreining, viðgerð og eftirviðgerð?
Um ja, hvørji ítøkilig átøk er ætlanin at seta í verk, og nær kann roknast við, at átøkini verða
sett í verk?
Um nei, hví verður ikki arbeitt við at seta í verk ítøkilig átøk?
2. Eru nøkur átøk í Krabbameinsætlanini longu sett í verk, hvørji og nær?
3. Er ætlanin at lógaráseta eina útgreiningar- og viðgerðartrygd innan krabbameinsøkið, og er
ætlanin at leggja fram lógaruppskot t.d. í komandi tingsetu?
4. Hví er ikki longu sett í verk ein skipan við útgreiningar- og viðgerðartrygd innan
krabbameinsøkið, tá hetta kann bjarga lívi og er viðgjørt í fleiri ár?
5. Hvørji krøv eru til umsitingarligar skipanir, og hvør verður tørvurin á læknum og øðrum
starvsfólkum í sambandi við verksetan av Krabbameinsætlanini ella pørtum av henni?
6. Hvat kostar ein útgreiningar- og viðgerðarskipan innan krabbameinsøkið at seta í verk ella
partar av henni?
7. Hvør skipan er galdandi innan útgreining og viðgerð av krabbameini í norðurlendsku
londunum?
8. Hvussu nógv doyggja árliga av krabbameini í Føroyum, kvinnur og menn?
9. Hvussu stór er deyðligheitin av kvinnum og monnum í Føroyum orsakað av krabbameini, og
hvussu er støðan samanborið við norðurlendsku londini?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Tað verður áhaldandi arbeitt við at seta átøk í krabbameinsætlanini í verk. Niðanfyri verður í
stuttum lýst nærri, hvørji átøk antin eru sett í verk ella eru ávegis.

-- 1 of 8 --

Í krabbameinsætlanini frá 2022 eru 69 tilmæli. Eitt av hesum er at seta eitt tvørfakligt
krabbameinsráð at ráðgeva landsstýrisfólkinum, m.a. um, hvussu tilmælini skulu raðfestast.
Krabbameinsráðið varð sett á heysti í 2022 og lat í fjør landsstýriskvinnuni síni fyrstu tilmæli, sum í
høvuðsheitum snúgva seg um:
• Seta serlækna við palliatión í Sjúkrahúsverkinum.
• Seta í verk nýggja ávísingar- og útgreiningar skipan (við útgreiningareind), har ávíst verður
til ein felags “postkassa”.
• Skipa eina screeningseind og seta í verk eina landsfevnandi screening fyri tarmkrabba í
Føroyum.
• Orða eina nýggja fólkaheilsuætlan, sum leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi
tiltøk sum heild. Samstundis verður mælt til, at tað skal raðfestast at fáa sett nøktandi tiltøk í
verk fyri at tálma royking, serliga millum ung.
Á fíggjarlógini í fjør og í ár eru oyramerktar játtanir settar av til at seta krabbameinsátøk í verk.
Niðanfyri verður greitt frá, hvat status er viðvíkjandi teimum tilmælum, sum Krabbameinsráðið
hevur latið landsstýriskvinnuni, umframt hvørji onnur tilmæli antin eru sett í verk ella eru ávegis at
verða sett í verk.
Tilmæli frá Krabbameinsráðnum – støðulýsing
Eftir at hava fingið tilmælið frá Krabbameinsráðnum, setti eg arbeiði í gongd fyri at fáa sett
tilmælini í verk. Niðanfyri verður í stuttum komið inn á, hvat status er hesum viðvíkjandi.
Palliatión
Eftir at Sjúkrahúsverkið hevði lýst eftir palliatiónslækna, eru tríggir serlæknar settir til at røkja
funktiónina (brøk 1,0). Eisini fer Medisinski depilin at raðfesta nøktandi sjúkrarøktarfrøðiliga
manning. Endamálið er at veita eina so góða palliativa viðgerð, at sjúklingar ikki verða innlagdir
óneyðugt og kunnu hava eina góða tilveru í heiminum sum longst. Tá tað verður neyðugt at
innleggja, verða karmarnir til tað, tí tá flutt verður í nýggja H-bygningin seinni í ár, verða tvær
góðar ein-songs stovur oyramerktar til palliatión, ið er eitt stórt framstig samanborið við verandi
karmar á B6 á Landssjúkrahúsinum.
Nú serlæknaøkið innan palliatiónina er mannað, er ætlanin at fara undir eina tilgongd, har
palliatiónin verður skipað sum ein landsumfatandi tænasta í samsvari við krabbameinsætlanina.
Nýggj ávísingar- og útgreiningar skipan
Eitt annað grundleggjandi tilmæli í krabbameinsætlanini var at seta í verk ein nýggja ávísingar- og
útgreiningarskipan í heilsuverkinum, við tí endamáli at stytta um tíðarskeiðið frá tí, at lækni hevur
illgruna um krabba, til sjúklingurin er útgreinaður, og staðfest verður, um talan er um krabbamein
ella ikki. Eftir at tilmælið frá Krabbameinsráðnum varð latið landsstýriskvinnuni, varð ein bólkur
settur við umboðum frá Sjúkrahúsverkinum, Kommunulæknaskipanini og Krabbameinsfelagnum til
at orða eitt tilmæli um, hvussu ítøkiliga skipanin kann verða sett í verk.

-- 2 of 8 --

Eftir at tilmælið um íverksetan frá bólkinum varð latið landsstýriskvinnuni í januar í ár, hava
Heilsumálaráðið og Sjúkrahúsverkið verið í tøttum samskifti í sambandi við at byggja upp hesa
skipan. Játtan er sett av, og eftir ætlan verður sjúkrarøktarfrøðingur/samskipari settur í næstum,
samstundis sum Talgilda heilsuskipanin verður tillaga soleiðis, at hon rúmar eini móttøkueind
“postkassa”, har allar ávísingar við “illgruna um krabbamein” verða sendar til. Tá ið hesi viðurskifti
eru betri skipaði, er skapt grundarlag fyri stigvíst at seta sonevndar pakkatilgongdir í verk. Hetta
kemur landsstýriskvinnan at fylgja upp uppá.
Eitt øki sum hevur sera stóran týdning í sambandi við útgreining av krabbameini er endoskopiøkið,
sum tekur sær av at kanna sjúklingar, har tað er illgruni um krabbamein í sodningarleiðini. Í ár
hevur landsstýriskvinnan raðfest hetta økið við at seta fleiri fólk, keypa nýggj tól, umframt til eitt
serligt átak fyri at minka um bíðilistan.
Screeningseind og landsfevnandi screening fyri tarmkrabba
Eftir at tilmælið frá Krabbameinsráðnum varð latið, varð ein bólkur settur, við umboðum frá
Sjúkrahúsverkinum, fyri at lýsa, hvussu ávikavist ein sceeningseind skal skipast umframt, hvussu
ein landsfevnandi screening fyri tarmkrabba kann verða sett í verk í Føroyum. Í januar lat bólkurin
tilmæli um, hvussu ein screeningseind eigur at skipast, meðan bólkurin í løtuni arbeiðir við
tilmælinum um at seta í verk eina screening fyri tarmkrabba, sum eftir ætlan verður latið
landsstýriskvinnuni í næstum.
Høvuðsuppgávurnar hjá eini screeningseind verða planlegging, praktisk viðurskiftir,
góðskutrygging, at gera strategi fyri og eftirmeting av allari screening í Føroyum. Játtan er sett av
og tilgongdin er byrjað við at skipa screeningseindina, sum verður skipað sum ein stápur undir
Diagnostiska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Heilsupolitikkur og fólkaheilsuætlan
Í samsvari við samgonguskjalið er ein tilgongd byrja við at orða ein heilsupolitikk fyri Føroyar.
Politikkurin skal hava sum ovasta mál, at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og
sosiala vælveru, og at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst. Í heilsupolitikkinum
verða eisini tey viðurskifti tikin við, sum vanliga eru partar í eini fólkaheilsuætlan. Hóast man ikki
er farin undir arbeiðið at orða eina ítøkiliga fólkaheilsuætlan, er landsstýriskvinnan farin undir at
seta tilmæli úr krabbameinsætlanini í verk, sum snúgva seg um at fyribyrgja krabbamein. Sum dømi
kann nevnast, at sjøtul er settur á arbeiðið at orða eina nýggja og munabetri roykilóg (sí niðanfyri).
Heilsupolitikkurin skal hava eina visjón og røkka eitt 10-ára skeið, t.v.s. frá 2025 - 2035. Umframt
langtíðarvisjónina, skal politikkurin hava ítøkilig mál fyri styttri tíðarskeið, og tað skal lýsast, hvørji
átøk eru neyðug at seta í verk fyri at náa málunum, hvat kostnaðurin av átakinum er, og hvør
tíðarætlanin er.
Ætlanin er, at politikkurin skal leggjast fyri Løgtingið á heysti 2025.

-- 3 of 8 --

Tiltøk at tálma royking
Í krabbameinsætlanini eru seks tilmæli, sum skulu virka fyri at tálma royking og heilsuskaðiligu
avleiðingarnar av henni. Eg eri farin undir arbeiði at seta tilmæli í verk, sum hoyra undir mítt
málsøkið. Hetta arbeiðið er skipað í trimum pørtum: 1) orða nýggja roykilóg; 2) fyribyrgjandi átøk
og 3) tilboð um roykiavvenjing.
Eitt av málunum við roykilógini og átøkunum er, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í 2015 og
seinni, verða roykfríir og ikki nýta aðrar nikotin ella tubbaksvørur.
Ætlanin við roykilógini er at veita øllum ein lógartryggjaðan rætt til at liva og virka í einum
umhvørvi, sum ikki er heilsuskaðiligt. Høvuðsdentur verður lagdur á, at:
• Fyribyrgja at børn og ung byrja at roykja ella nýta aðrar tubbaks- og nikotinvørur.
• Tryggja, at royking v.m. ikki er partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum.
• Tryggja støðugt fleiri roykfrí umhvørvi.
Heilsustýrið hevur ábyrgdina av teimum fyribyrgjandi tiltøkunum og viðgerðartilboðum, sum skulu
eggja fólki at leggja av at roykja og snúsa.
Eftir ætlan verður roykilógin løgd fram í Løgtinginum í byrjanini av 2025.
Onnur tilmæli – støðulýsing
Tað hevur eisini verið arbeitt við at seta onnur krabbameinsátøk enn tey, sum Krabbameinsráðið
hevur mælt til. Niðanfyri verður í stuttum komið inn á, hvat status er hesum viðvíkjandi.
Betri hagtalsgrundarlag í Føroyum
Í samsvari við krabbameinsætlanina varð játtan í 2023 sett av til at styrkja
krabbameinsskrásetingina í Føroyum. Samstundis varð ábyrgdin flutt frá Sjúkrahúsverkinum til
Heilsustýrið til at umsita skrásetingina.
Heilsustýrið leggur nógva orku í at hagtøl eru álítandi, og Føroyar eru á hædd við hini norðurlondini
í so máta. Heilsustýrið gjøgnumgongur tí allar patologiskar krabbameinsdiagnosur, og á hvørjum
árið verður eisini farið ígjøgnum allar deyðsváttanir. Síðani verður hvør persónur eyðmerktur, og
boð fara til ábyrgdarhavandi lækna í Sjúkrahúsverkinum fyri at skráseta við rætta oyðublaðnum.
Hetta verður síðani fráboðað til Nordcan, ið er ein felags dátugrunnur fyri krabbameinshagtøl í
Norðurlondum. Nordcan validerar og skrásetur tølini, soleiðis at tey á hvørjum árið kunnu leggjast
út á teirra heimasíðu. Fleiri fundir eru hvørt ár við Nordcan-bólkin, sum váttar um mannagongdin
og hagtølini eru í lagi.
Eftir at Heilsustýrið er farið at útgreina krabbameinstølini, hevur tað sambært Heilsustýrinum víst
seg, at tølini viðvíkjandi deyðiligheit innan ávísar sjúkubólkar ikki eru so døpur sum upprunaliga
mett. Til dømis vísa tølini, at gongdin innan ávísar sjúkubólkar hava verið so mikið góð, at tað nú
doyggja lutfalsliga færri føroyingar enn danir innan hesar bólkar.

-- 4 of 8 --

Endurmenning av krabbameinssjúklingum
Í samsvari við tilmæli í Krabbameinsætlanini eru ávikavist sálarfrøðingur og kliniskur sexologur
settir í Sjúkrahúsverkinum, sum í dag eru partar av endurmenningartilgongdini av
krabbameinssjúklingum.
Eisini er, í samsvari við ætlanini í dag, skipað ein/eitt endurmenningareind/toymi, ið tekur sær av
krabbameinssjúklingum. Í toyminum eru fleiri fakbólkar, sum geva sítt íkast. Umframt
sálarfrøðingur og kliniskur sexologur eru eisini fysioterapeutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktafrøðingar
og onkologur (krabbameinslækni) partur av toyminum. Toymið kann sostatt hjálpa fólki við
krabbameinssjúku við ymiskum endurmenningartørvum.
Diagnostisk útgerð
Í sambandi við at diagnostisera sjúklingar hevur tað týdning, at tann neyðuga útgerðin og tólini eru
nøktandi og dagførd. Í krabbameinsætlanini varð víst á tørvin at fáa útvega ein nýggjan CT-
skannara og ein nýggjan MR-skannara. Eisini varð mælt til, at ein nýggjur mammomatur (bróst
røntgentól) varð fingin til vega.
Í ár hevur Landssjúkrahúsið tikið ein nýggjan CT-skannara í nýtslu. Ein nýggjur 3T MR-skannari er
somuleiðis tikin í nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hesin skannari hevur, í samsvar við tilmælið í
krabbameinsætlanini, ta neyðugu tøknina, sum verður nýtt til útgreinan av m.a. arvaligum
bróstkrabba og til at diagnostisera prostatakrabba. Verandi MR-skannari á Landssjúkrahúsinum
hevur ikki hesar møguleikar. Eftir ætlan verður klárt til at diagnostisera prostatakrabba í Klaksvík í
september ella oktober í ár. Í samsvar við krabbameinsætlanina eru eisini fleiri MR-radiografar
settir í Sjúkrahúsverkinum. Sjúkrahúsleiðslan metir afturvendandi um tørvin í mun til mongdina av
kanningum.
Eisini er tað í ár fíggjarliga raðfest at fáa til vega eitt nýtt bróst røntgentól í sjúkrahúsverkinum.
Harumframt er eitt nýtt ultraljóðtól í samsvari við krabbameinsætlanina keypt afturat verandi tóli.
Sjúkrahúsleiðslan hevur eisini, í samsvar við krabbameinsætlanina, gjørt eina ítøkiliga meting og
tilmæli um, hvørji tól eru neyðug fyri at fáa ein vælvirkandi patologitænastu í Føroyum, har
møguleiki verður fyri at gera fleiri patologiskar kanningar í Føroyum. Arbeitt verður í løtuni við at
viðgera metingina og tilmæli.
Tólaparkin til klinisk biokemi1 er skift í 2023 og ætlan løgd fyri framtíðar dagføring.
Onkologiska tænastan styrkt
1 Innanfyri kliniska biokemiska økið í sjúkrahúsverkinum, verða gjørdar allar møguligar kanningar av blóð, landi og
øðrum vætum úr kroppinum – eisini fyri at diognostisera krabbameinssjúku. Hetta er eitt økið, sum kann roknast fyri at
vera ein „høvuðsmotorur“ í heilsuverkinum, og ger yvir eina millión kanningar um árið.

-- 5 of 8 --

Umframt verandi onkolog (krabbameinslækna) er føroyskur lækni settur í høvuðsútbúgvingarstarv í
onkologi og konsulentavtalan við Ríkissjúkrahúsið er styrkt munandi.
Sjúklingasamskiparar/leiðbeinarar
Í krabbameinsætlanini varð mælt til, at sjúklingasamskipanin bleiv styrkt við
sjúklingasamskiparum, sum fingu ábyrgd av at skipa samanhang upp á tvørs av geirum og
sergreinum – eisini viðgerðarstovnar uttanlands. Eisini skuldi sjúklingurin hava ein navnfestan
persón, sum hann ella hon kann seta seg í samband við, tá ið spurningar um sjúklingagongdina
stungu seg upp.
Í dag eru sjúklingaleiðbeinarar settir í Sjúkrahúsverkinum, sum í stóran mun hava fingið
omanfyrinevndu uppgávur. Á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum2 er nærri kunning um hesar
uppgávur hjá leiðbeinarunum, umframt telefonnummar og teldupostadressa har sjúklingar kunnu
venda sær til, um teir hava tørv á vegleiðing ella hjálp í sambandi við teirra sjúklingagongd ella
øðrum viðurskiftum.
Broytingar í almannalóggávu
Til seinast skal nevnast, at í krabbameinsætlanini varð eisini mælt til at gera broytingar í okkara
almannalóggávu fyri at betra um fíggjarligu umstøðurnar hjá teimum sjúklingum og avvarðandi,
sum verða rakt av krabbameinssjúku. Síðstu árini eru umstøðurnar bøttar hesum viðvíkjandi.
Niðanfyri verða nevndar nakrar av hesum broytingum.
Almannaveitingar vóru nærum ikki javnaðar í 10 ár frá 2011 til 2022, men við løgtingslóg um
javningarprosent til almannaveitingar, er javningin nú komin í eina fasta legu.
Í 2022 varð dagpeningalógin broytt, soleiðis at dagpengatíðarskeiðið hjá persónum við álvarsligum
sjúkum varð longt úr 40 vikum í einum 12 mánað skeiði til 52 vikur í einum 18 mánað skeiði. Tá
talan er um álvarsliga ella lívshættisliga sjúku, kann dagpeningur veitast í longri enn 52 vikur. Hetta
fyri at fyribyrgja, at til dømis krabbameinssjúklingar skuldu enda á fyribils uppihaldsveiting, har
treytirnar ikki eru eins góðar.
Fyri at geva foreldrum møguleika at syrgja, er løgtingslóg um almannatrygd og tænastur broytt
soleiðis, at foreldur, sum missa eitt barn, kunnu fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í 26 vikur í
part eftir andlátið.
2 https://sv.ls.fo/deildir/fyrisitingardeildir/sj%C3%BAklingalei%C3%B0beinarar/

-- 6 of 8 --

Í 2021 kom skipanin við endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av doyggjandi.
Upprunaliga var skipanin í høvuðsheitum til tey, sum doyggja heima. Landsstýriskvinnan í
almanna- og mentamálum broytti í 2023 kunngerðina um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku
soleiðis, at skipanin verður smidligari hjá teimum, sum eru løgd inn á sjúkrahús.
Til spurning 3
Sum tað framgangur í svarinum omanfyri, er eitt arbeiði sett í gongd við tí endamáli at skipa
ávísingar- og útgreiningarskipanina betri. Landsstýriskvinnan metir ikki, at tíðin er búgvin til at
leggja lógaruppskot fram í komandi tingsetu við tí endamáli at lógaráseta mest loyvdu bíðitíðir til
ávikavist útgreining og viðgerð. Teir skipanarligu karmarnir, sum tað í løtuni verður arbeitt við,
eiga at koma uppá pláss fyrst.
Til spurning 4
Hví ávísar skipanir viðvíkjandi útgreining og viðgerð ikki eru settar í verk fyri langari tíð síðani,
hevur landsstýriskvinnan ikki nakað ítøkiligt svar uppá. Í samgonguskjalinum stendur, at “Átøk í
krabbameinsætlanini skulu fremjast, og bíðitíðin til útgreining skal styttast...” Tað er hendan
málsetning, sum landsstýriskvinnan tekur atlit til og samstundis hevur sett eitt arbeiði í verk fyri at
fremja.
Til spurning 5
Tað eru ávís krøv til umsitingarligar skipanir í sambandi við verksetan av krabbameinsætlanini.
Millum annað skal ein nýggj móttøkueind (postkassi) gerast í Talgildu heilsuskipanini, ið verður
kallað “Krabbaútgreiningareindin”, sum allar nýggjar ávísingar við “illgruna um krabbamein”,
skulu sendast til.
Arbeiðsbólkurin, sum hevur orðað tilmæli um nýggju skipanina, vísti á, at tað er heilt sentralt, at vit
í Føroyum gera eina góða skipan at tryggja eina neyva monitorering (skráseting) av gongdunum. Á
tann hátt ber til at síggja nær og hvar trupulleikar eru, ið elva til, at sjúkugongdirnar ikki eru
nøktandi. Harafturat er neyðug skjalfesting tøk, tá eftirlit verður framt, um ásettu tíðarfreistirnar
verður hildnar. Hetta verður eisini ein partur av arbeiðinum við at verkseta eina nýggja ávísingar-
og útgreiningarskipan.
Sambært krabbameinsætlanini er tørvur á at seta fleiri læknar og onnur starvsfólk í sambandi við
verksetan av Krabbameinsætlanini. Í sambandi við raðfestingina við at seta ætlanina í verk eru fleiri
av hesum antin sett í starv ella eru ávegis, har játtan er sett av til at seta størvini. Til dømis kann
nevnast serlæknar til palliativa øki (brøk 1,0), lækni settur í høvuðsútbúgvingarstarv í onkologi (og
konsulentavtalan við Ríkissjúkrahúsið er styrkt munandi), kliniskur sexologur, sálarfrøðingur,
sjúklingaleiðbeinarar, MR-radiografar, sjúkrarøktarfrøðingur/samskipari til ávísingar-
útgreiningarskipan, sjúkrarøktarfrøðingur og læknaskrivari til endoskopi, læknaskrivari til
screeningseind v.m.

-- 7 of 8 --

Til spurning 6
Í tilmælinum um eina nýggja ávísingar- og viðgerðarskipan verður samlaði kostnaðurin mettur til
umleið 6-7 mió. kr. í størvum, umframt keyp av tóli til patologiina og umbygging av
endoskopihølum. Nevnast skal í hesum sambandi, at peningur er játtaður til fleiri av størvunum.
Til spurning 7
Skipanirnar í teimum norðurlendsku londunum eru ymiskar. Sum kunnugt hevur Danmark
lógarásettar freistir, tá ið tað til dømis kemur til útgreining og viðgerð.
Í sambandi við hendan fyrispurningin hevur Heilsumálaráðið spurt seg fyri í hinum
Norðurlondunum. Innan freistina er eydnast at fáa svar frá Norra, Íslandi og Grønlandi. Einki av
hesum trimum londunum hevur, eins og Danmark, sett í verk lógarásettar freistir. Norra hevur sett
krabbameinspakkar í verk við vegleiðandi tíðarfreistum. Í Íslandi kann Heilsustýrið áseta leiðreglur
um vegleiðandi bíðitíðir, men hetta er ikki gjørt enn. Grønland hevur heldur ikki lógarásettar
freistir, men arbeitt verður við at seta krabbameinspakkar í verk fyri tríggjar ítøkiligar diagnosir,
men pakkarnir fara eftir ætlan ikki at innihalda mest loyvdar bíðitíðir.
Til spurning 8
Í tíðarskeiðnum 2010-2022 eru í miðal umleið 107 fólk í Føroyum deyð av krabbameini um árið,
umleið 61 menn og 46 kvinnur.
Til spurning 9
Í tíðarskeiðinum 2010-2021 eru í miðal deyðir 257 menn pr. 100.000 í Føroyum. Í Grønlandi, har
tað var hægst, var hetta tal 392 og í Danmark, har tað var næst hægst, var talið 302. Lægsta
miðaltalið var í Svøríki, har tað var 232.
Í Føroyum doyðu í miðal 165 kvinnur pr. 100.000 í sama tíðarskeiði. Í Grønlandi, har tað var hægst,
var talið 357 og í Danmark, har tað var næst hægst, var talið 218. Lægsta miðaltalið var í Finnlandi,
har var tað 153.
Heilsumálaráðið, 1. juli 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 8 of 8 --
136.23 spm til M.Stórá frá J. Dahl - Verkseting av Krabbameinsætlanini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Verksetan av Krabbameinsætlanini
Spurningar:
1. Verður arbeitt ítøkiliga við at seta í verk átøk í Krabbameinsætlanini, undir
hesum pakkar til útgreining, viðgerð og eftirviðgerð?
Um ja, hvørji ítøkilig átøk er ætlanin at seta í verk, og nær kann roknast við, at
átøkini verða sett í verk?
Um nei, hví verður ikki arbeitt við at seta í verk ítøkilig átøk?
2. Eru nøkur átøk í Krabbameinsætlanini longu sett í verk, hvørji og nær?
3. Er ætlanin at lógaráseta eina útgreiningar- og viðgerðartrygd innan
krabbameinsøkið, og er ætlanin at leggja fram lógaruppskot t.d. í komandi
tingsetu?
4. Hví er ikki longu sett í verk ein skipan við útgreiningar- og viðgerðartrygd
innan krabbameinsøkið, tá hetta kann bjarga lívi og er viðgjørt í fleiri ár?
5. Hvørji krøv eru til umsitingarligar skipanir, og hvør verður tørvurin á læknum
og øðrum starvsfólkum í sambandi við verksetan av Krabbameinsætlanini ella
pørtum av henni?
6. Hvat kostar ein útgreiningar- og viðgerðarskipan innan krabbameinsøkið at
seta í verk ella partar av henni?
7. Hvør skipan er galdandi innan útgreining og viðgerð av krabbameini í
norðurlendsku londunum?
8. Hvussu nógv doyggja árliga av krabbameini í Føroyum, kvinnur og menn?
9. Hvussu stór er deyðligheitin av kvinnum og monnum í Føroyum orsakað av
krabbameini, og hvussu er støðan samanborið við norðurlendsku londini?
Viðmerkingar:
Í apríl 2022 varð nýggj Krabbameinsætlan handað landsstýrinum. Í
Krabbameinsætlanini eru 69 átøk, sum tilmælt eru at seta í verk komandi tíðina. Í
ætlanini er m.a. tilmælt at seta í verk screening fyri tarmkrabba, at broyta screeningina
fyri lívmóðurhálskrabba og at víðka um bróstkrabbascreeningina.
Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu frá 22. desember 2022 stendur: «Átøk í
Krabbameinsætlanini skulu fremjast, og bíðitíðin til útgreining skal styttast eins og
bíðilistarnir í heilsuverkinum yvirhøvur.»
Sjálvt um tað eru gingin meira enn 2 ár síðan Krabbameinsætlanin varð handað, so
eru ongi ella fá átøk úr ætlanini sett í verk og onki frættist um, at nøkur átøk eru á veg.
Tí verður hesin fyrispurningur settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 17. juni 2024
Johan Dahl

-- 2 of 2 --