← Løgtingsmál

52-135/2023

Súkkling í tunlum norður um Fjall

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
135.23 Svar frá D.Holm til E. í Jákupsstovu - Súkkling í tunlum norður um Fjall.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. jul. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
1. juli 2024
Mál: 24/15745
Tygara skriv: 52-135/2023
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-135/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um
súkkling í tunlum Norður um Fjall
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær um at seta sonevndar súkklukontaktir upp við
tunnilsmunnarnar í tunlunum norður um Fjall?
Svar:
Umstøðurnar at súkkla í tunlunum í Føroyum eru ikki serliga góðar, og tað avmarkar eisini talið á
fólki, sum súkkla ígjøgnum tunlarnar. Tað er umráðandi, at umstøðurnar gerast betri, og at atlit
samstundis verða tikin til trygdina.
Sum liður í dagføringini av Samferðsluætlanini, hevur Landsverk útgivið nøkur temabløð, sum
viðgera ymisk viðkomandi evni innan framtíðar samferðslu. Higartil eru trý temabløð útgivin:
“Ábær ferðsla”, “Ferðafólkaferðsla” og “Kostnaðarmeting”.
Í temablaðnum “Ábær ferðsla”, sum vanliga hevur verið nevnd “bleyt ferðsla”, verður lýst, hvussu
umstøðurnar hjá t.d. fólki á súkklu og til gongu kunnu gerast betri. Eisini verður viðgjørt, hvussu
umstøðurnar í tunlum kunnu gerast betri hjá ábæru ferðsluni. Mælt verður til at brúka
súkklukontaktir fyri at betra um trygdina hjá súkklandi í tunlinum. Við tunnilsmunnan trýstir tann
súkklandi á ein knøtt, sum tendrar eina ávaringarlampu uttanfyri tunnilin báðu megin, so at
bilførarin gert varugur við, at súkklandi eru inni í tunlinum og harvið má vísa varsemi.
Henda loysnin verður nógv brúkt í Noregi í styttri tunlum við avmarkaðari ferðslu.
Í temablaðnum “Ábær ferðsla” verður somuleiðis viðmælt at gera eina royndarverkætlan við
súkklukontaktum í onkrum tunli í Føroyum. Ein tílík royndarverkætlan kundi eitt nú verið gjørd
fyri tunlarnar Norður um Fjall, tí talan her er um styttri tunlar við lítlari ferðslu.
Ein slík skipan við uppsetan er mett at kosta 150-250 tús. kr. fyri hvønn tunnil, um talan verður
um eina einfalda skipan. Harumframt krevst rakstur og viðlíkahald av skipanini. Rakstrarjáttanin
eigur tí at hækka, um slíkar tekniskar útbyggingar skulu fremjast.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
135.23 spm til D.Holm frá E. í Jákupsstovu - súkklukontaktir í tunlum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Súkkling í tunlum norður um Fjall
Spurningar:
1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær um at seta sonevndar
súkklukontaktir upp við tunnilsmunnarnar í tunlunum norður um Fjall?
Viðmerkingar:
Í svari til fyrispurning frá Steffani K. Poulsen, løgtingsmanni, á sumri í fjør er mett, at
kostnaðurin fyri súkklukontaktir í tunlunum norð um Fjall er 70.000 kr. fyri hvønn
tunnil.
Meiningin við súkklukontaktum er, at fólk á súkklu skulu kunna trýsta á eina kontakt
uttanfyri tunnilin, sum síðan ávarar bilferðsluna um, at súkklur eru í tunlinum.
Í nýggjari frágreiðing frá Landsverki er lagt upp til at betra um súkklumøguleikar í
tunlum.
Samstundis er lagt upp til, at eru strekkini upp til umleið 5 kilometrar, so ber væl til at
gera súkkluferðslu til ein fastan part av gerandislívinum hjá fólki.
Úr miðbýnum í Klaksvík til Árnafjarðar eru góðir 5 kilometrar, tá tunlarnir norður um
Fjall eru gjørdir, harav einir 2 kilometrar verða innandura.
Strekkið millum Árnafjørð og byrgingina um Hvannasund er somuleiðis umleið 5
kilometrar, harav góðir 2 kilometrar verða undir taki, tá tunnilin er liðugur.
Av tí at tunlarnir norður um Fjall enn eru í gongd, og tað kann økja um trygdina og
møguleikarnar hjá ábærari ferðslu í Norðoyggjum kann tykjast viðkomandi at
umhugsa hesa skipan við súkklukontaktum í tunlunum norður um Fjall.
Á Løgtingi, 19. juni 2024
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --