← Løgtingsmál

52-134/2023

Elduvíkarvegurin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. jun. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
134.23 Svar frá D.Holm til H.Abrahamsen - elduvíkarvegurin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
26. juni 2024
Mál: 24/15317
Tygara skriv: 52-134/2023
AE/AP
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-134/2023 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um
Elduvíkarvegin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru nakrar ætlanir um at gera ábøtur á Elduvíkarvegin?
2. Um ætlanir eru um hetta, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður gjørt?
Svar:
Elduvíkarvegurin varð bygdur í tíðarskeiðinum 1967 – 1974. Hann er 7,7 kilometrar langur og er í
flestu støðum ein einbreytaður vegur við møtiplássum. Vegurin er sum heild ikki í nóg góðum
standi. Ein lítil partur av vegnum varð asfalteraður í 2019, men annars hevur eingin serstøk játtan
verið til farleiðina í sera nógv ár.
Landsverk hevur í løtuni onga ítøkiliga ætlan um at bøta Elduvíkarvegin. Játtanin til ábøtur verður
sum nú er brúkt á vegum við størri ferðslu, og har ábøturnar eru meira átrokandi.
Grundleggjandi trupulleikin er, at játtanin til viðlíkahald er alt ov lág. Játtanin er minkað, sjálvt um
kostnaðarstøðið er hækkað, nýggir landsvegir eru gjørdir, og ferðslan støðugt økist. Eisini eru
størri dygdarkrøv og trygdarkrøv sett til dagsins ferðslu. Hetta hevur gingið út yvir viðlíkahaldið av
føroyska vegakervinum, herímillum tunlar og brýr.
Landsvegakervið er umleið 500 kilometrar. Samlaða eftirsleipið á undirstøðukervi landsins varð í
2018 mett til at vera umleið 375 mió. kr. Nýggj kostnaðarmeting verður gjørd av
viðlíkahaldstørvinum í sambandi við arbeiðið at dagføra samferðsluætlanina. Roknað verður við, at
eftirsleipið á infrakervinum nú er væl hægri vegna stórar kostnaðarhækkingar og annað.
Tað er neyðugt at fáa eina breiða politiska semju um at raðfesta viðlíkahaldið av
landsvegakervinum næstu árini.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
134.23 Spm til D.Holm frá H.Abrahamsen - elduvíkarvegurin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Elduvíkarvegurin
Spurningar:
1. Eru nakrar ætlanir um at gera ábøtur á Elduvíkarvegin?
2. Um ætlanir eru um hetta, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður gjørt?
Viðmerkingar:
Vegurin til Elduvíkar hevur í nógv ár verið í sera vánaligum standi. Fyri nøkrum árum
síðani blivu ábøtur gjørdar á vegin, men tíverri eydnaðist arbeiðið ikki so væl. Tað
vísti seg, at tilfarið helt ikki, tá veturin kom.
Hóast fá fólk búgva í bygdini, so verður hon nógv vitjað av ferðafólki, og tí er nógv
ferðsla eftir vegnum.
Á Løgtingi, 13 juni 2024
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --