← Løgtingsmál

52-133/2023

Miðfyrisitingin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Svar latin inn · Svarfreist 25. jun. 2024 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar uppá fsp. 52-133-2023 um miðfyrisitingina.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 133/2023 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um miðfyrisitingina
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. 	Hvussu nógv ársverk eru í aðalráðunum í mun til fyri einum ári síðani?
2. 	Hvør er árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini við níggju aðalráðum í mun til, um tað framvegis
vóru sjey aðalráð við eins nógvum ársverkum?
Svar:
Til spurning 1
Fyri at svara spurninginum, havi eg biðið Fíggjarmálaráðið gera eina talvu við ársverkunum í
miðfyrisitingini síðani 2021. Tølini eru úr Búskaparskipan Landsins.
Sum tað sæst í talvuni, so eru 5,4 ársverk fleiri higartil í 2024 enn í 2023.
Konta* 	Ársverk 2021 	Ársverk 2022 	Ársverk 2023 Ársverk 2024**
Løgmansskrivstovan (Rakstrarj.) 	17,6 	17,2 	10,7 	11,7
Fíggjarmálaráðið (Rakstrarj.) 	16,4 	17,3 	14,5 	14,5
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið (Rakstrarj.) 	15,9 	15,3 	16,9 	16,3
Uttanríkis- og vinnumálaráðið (Rakstrarj.) 	19,4 	18,6 	21,7 	21,1
Barna- og útbúgvingarmálaráðið (Rakstrarj.) 	27,1 	27,3 	13,0 	13,4
Heilsumálaráðið (Rakstrarj.) 	16,3 	16,5 	16,8 	18,0
Almanna- og mentamálaráðið (Rakstrarj.) 	15,1 	16,2 	16,3 	16,3
Løgmálaráðið (Rakstrarj.) 	0,0 	0,0 	8,2 	11,4
Umhvørvismálaráðið (Rakstrarj.) 	0,0 	0,0 	9,6 	10,4
Tilsamans 	127,8 	128,4 	127,6 	133,0
*Viðm. Hædd er tikin fyri, at Yrkisdepilin er fluttur.
**Til og við mai 2024 og framskrivað fyri restina av árinum

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Eg skal í hesum sambandi gera vart við, at eg í svari uppá fyrispurning 052/2022 frá Jenisi av Rana,
løgtingsmanni hin17. januar 2023, havi upplýst, at ársverkini í stjórnarráðunum vóru 157 í 2022, meðan
tað í uppgerðin fyri 2022 í hesum svari eru 128 ársverk. Munurin á 29 ársverk kemur av, at í svarinum
frá 17. januar 2023 eru ársverkini samanborin aftur til 2015. Av somu orsøk eru bæði Undirvísingarstýrið
og Yrkisdepilin tald við, tí hesi í 2015 vóru ein partur av Mentamálaráðnum. Ársverkini fyri hesar báðar
stovnarnar vóru 29 í 2022. Ávikavist 6 í Yrkisdeplinum og 23 í Undirvísingarstýrinum.
Til spurning 2
Tá landsstýrið kom til í desember 2022, valdu vit politiskt at uppraðfesta nøkur øki. Millum annað
útlendingamál, umhvørvismál og barnamál. Av somu orsøk var sett á stovn eitt Løgmálaráð,
Umhvørvismálaráð og Barna- og útbúgvingarmálaráð. Hendan uppraðfesting merkir, at neyðugt hevur
verið at seta fólk í starv at lyfta hesar uppraðfestu uppgávur.
Um sæð verður burtur frá teimum starvsfólkum, sum eru sett afturat, tí at økið er uppraðfest, er
meirkostnaðurin við at hava sjey aðalráð mótvegis nýggju aðalráð, í høvuðsheitum løn og eftirløn til tveir
aðalstjórar og tveir skrivarar. Nakað av hesum hevur borðið til at fíggja innanfyri verandi játtan.
Í Tinganesi, 24. juni 2024
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 2 of 2 --
133.23 Spm til løgman frá B. S. Nielsen - Miðfyrisitingin 2024.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. jun. 2024

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Miðfyrisitingin
Spurningar:
1. Hvussu nógv ársverk eru í aðalráðunum í mun til fyri einum ári síðani?
2. Hvør er árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini við níggju aðalráðum í mun til,
um tað framvegis vóru sjey aðalráð við eins nógvum ársverkum?
Viðmerkingar:
Hóast haldførið var høvuðstema, tá CEF-samgongan varð skipað, byrjaði
samgonguskeiðið við at økja talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum úr sjey upp í
níggju. Nógv bleiv gjørt burturúr, at hetta var fíggjarliga skynsamt og fór ikki at krevja
fleiri starvsfólk í miðfyrisitingini.
Sjálvur segði løgmaður, at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri
almennar skattakrónur.
Nú hálvtannað ár er liðið, hava verið lýsingar til fleiri nýggj størv í miðfyrisitingini, og
um dagarnar eru tríggir nýggir aðalstjórar settir. Áhugavert er tí at fáa upplýst, hvussu
nógv miðfyrisitingin er vaksin í krónum og nýggjum størvum í hesum valskeiðnum.
Á Løgtingi, 12. juni 2024
Bárður á Steig Nielsen

-- 1 of 1 --